Í Havn er ivaveður í morgun og spurningurin er, hvar ælabogin endar fyri fyrsta mai. Men úti á Skúlanum á Argjahamri hava tey frá morgunstundini lært seg at stýra veðrinum, og lata tað regna úr lógvanum og niður í sandkassan, har næmingarnir sjálvir sleppa at skapa lendið frá havbotninum og upp á hægstu tindar.
Hans Fróði Jensen, lærari í Skúlanum á Argjahamri, hevur skapt ein livandi sandkassa. Grevur tú, ella gert broytingar í sandmongdini, so broytist myndin samsvarandi. Fjarstøðan millum eitt serligt kamera yvir sandkassanum og mongdina av sandi í kassanum verður tikin og viðgjørd í eini teldu. Síðan kastar ljóskanónin myndina aftur á sandmongdina, sum eina topografiska mynd. Genialt funnið uppá.
Skúlabørnini eru ógvuliga spent at sleppa at definera lendið í sandkassanum og regnið úr luftlógvanum og síggja rúmið taka skap og vatnið renna, har tað finnur veg. Ein avanseraður lærdómur, sum lærarar í landafrøði ivaleyst dragast við, tá teir skulu siga børnunum, at ein sløtt pappírssíða í atlassinum í veruleikanum umboðar eina rúmd, sum antin er á botni ella landi.
Hetta er ein hugvekjandi nýggjur skúli, sum er skipaður og bygdur annarleiðs enn allir teir skúlar eg áður havi sæð. Næmingarnir trívast væl og vinka, tá eg komi framvið.
Í lívfrøðihølinum er terrarium, ein glaskassi til skriðdýr, sum orðabókin sigur. Her eru tvær oydlur við skeggi. Her sæst onnur oydlan.
Og so bjóða Marjun Holm, skúlastjóri, og Símun Abrahamsen, varaskúlastjóri, kaffi í rúmligu og listprýddu høllini, har framløgan var.
Astri Luhin hevur listprýtt skúlan, sum syngur av einum heilt serligum betong-estetikki hjá MAP arkitektum, sum í dispositión er ógvuliga dámligur, serliga við fría útsýninum yvir Havnina og inn í laksa- og oljuhavn Føroya í Eysturoynni, har tindarnir í dag eru kavaklæddir heilt oman til sævarmálan fyri altjóða arbeiðaradagin.
Á arbeiðplássinum er starvsfólkafundur, har millum annað Heini sigur dagsins gullkorn um læring við støði í kyni og nýggjari heilagransking, sum leggur upp til fjølbroytta undirvising, at raka ymiskleikan í landsins skúlastovum. Gott!
Og so er hondborið bræv við áklistraðum frímerki í postkassanum. Deiliga analogt í einum digitalum heimi. Hondskrivaða brævið er frá Kristiani Holbæk við nýggju fløguni hjá Froðbiar Sóknar Bluesorkestri í, har hann syngur og spælir munnhørpu, og hevur skrivað titulsangin: 'If the river was whiskey, I would be a diving duck/If the ocean was wine, I would swim all day'. Nú er at stappa føroyskan góðveðursblues beint í spælaran í gamla bilinum, sum eisini kann spæla fornisk kasettubond. Tað er ljóð fyri søgn.
All onboard. Nú liggur leiðin til Klaksvíkar í 2 x 50 ára føðingardag við hesum bláa bordingpassi, sum førir okkum beint inn í ein heimaspunnan fyrsta mai.