Skip to main content

Tvey lomb í morgun!


Yviri við Strond er bóndin so fegin um tey bæði lombini, sum komu í morgun, at hann avmyndar tey í føvninginum á konuni. Gleðin um nýkomnu lombini er stór, eisini á grannatrøðni. Har eru lombini tvær vikur eldri og síggjast í øllum litum, nú sólin kom fram, eftir at kavi legðist í morgun.



Nýfikin fara tey marglittu lombini um til sjóvarmálan og smakka alt, ið liggur frammi á bønum og oman.


Smáfuglar og gásarungar fylgja við í lívsins gongd, nú hann várar og veðrið skiftir yvir ymislitta bønum, teig fyri teig, har yviri við Strond. Hóast sólin er frammi, so sæst hóttandi kavin í skugganum.


Ein trolari skiftir manning úti á fjørðinum, hann dregur á luftina og í nýggja gráa ljósinum vil ein braneggjaður veðrur verða avmyndaður við vegjaðaran. Haldi, eg havi sæð hann á einum frímerki, handan veðrin, sleiktan og sendan um allan heim.


Gæsnar flúgva í ivaveðrinum, sum tá sólarmyrkingin var. Tær hava heilt vist innbygdan gps'ara. Úti við Bukkevald sita tvær og parlamentera í einum ljósglotta. Her sæst hin mælskara, sum trúttar oman yvir hina.


So skiftir ljósið aftur. Hinumegin vegin er illfýsið, grátt og vátaslettingur, meðan bilarnir sprutta og rennararnir tiva framvið í øllum alduri. Ein vegabreidd og onnur árstíð.


Men uppi á Tórsbyrgi, omanfyri mønina hjá Jehova, har skínur sólin oman og niðan henda várdag við lombum og vaggandi blómum í skiftandi veðri.