Skip to main content

Botnerligur sjálvútleverandi avdúkingarjournalistikkur


Tað krevur ein góðan interviewara, við góðum sosialum evnum at koma heilt inn í privatu stovuna hjá týðandi fólki, og ein ikki minni góðan fotograf, at fáa eitt so gott innslag frá hondini, sum tað úr reiðarastovuni hjá Mortani Johannesen í kvøld.

Nærri og nærri. Sansaliga nærverandi.

Tað var sum at síggja ein film hjá Almodóvar, at verða boðin innar í hesa fjálgu og litríku bestaborgarastovuna hjá reiðaranum, sum elegant grásprongdur í flottari skjúrtu við høgari flippu kundi siga okkum akkurát hvussu, og hvar, skapið skuldi standa. Íð hvussu er sambært einum uppblástum einaveldisharra.


Tí tað var tað, sum innslagið arbeiddi seg upp ímóti og endaliga avdúkaði. Ótamda einaveldisharran.

Uttan at interviewarin hevur sagt nakað illavorðið. Bara sjálvt evnið, interviewofrið, er í miðdeplinum í samrøðuni, tað er hann, sum øll eru møtt at hoyra siga frá, og sum eftir 64 árum í tøgn, nú fer út í allar Føroya stovur undan jólum.

Vit hava konfliktjournalistikk, vit hava gravandi journalistikk, og í seinastuni hava fólk tosað um konstruktivan journalistikk. Við hesum innslagi hava vit dømi um eitt nýtt slag av botnerligum sjálvútleverandi avdúkingarjournalistikki, Cinéma vérité Faroensis, har Kringvarpið leverar pallin, og hin innbodni fyllir hann. Út í hvønn krók, heima hjá sær sjálvum.

Eg havi fingið eygað á ein føroying, sum eg satt at siga ikki helt vera til. Tað er leingi til hann sløknar á nethinnuni, henda føroyska typan, sum sást í Degi og Viku í kvøld.

Eftir at vera sloppin inn um innasta skinnið hjá reiðaranum, sita vit nú eftir við eini fatan av einum ríkmanni, ið heldur seg vera snýttan fyri seinastu bommini, tey, sum lógu niðast í skálini, nú øll eru farin, og føðigardagurin er liðugur. Sum eitt forkelað barn sigur hann fyri opnum skermi, hvussu harmur hann er um botnórættvísu støðuna. Og sjálvandi skal hann hava fullan rætt til tað. Fyrr var illa.

Men hetta havi eg ikki sæð í Degi og Viku áður.

Tað mann merkja, at okkurt, sum er sjáldsama gott fyri borgaran, og knapt so gott fyri reiðaran, er hent í dag. Akkurát hvat, kunnu búskaparfrøðingar og fiskifrøðingar útgreina. Eg hefti meg bara við filmiska virðið í hesum sjáldsama nærverandi og sansaliga innslagi.

Bravo - Rógvi og Rebekka!