Teldutala
Fyrr var samfelagið uttan sms og Facebook. Vit sótu samanstúvaði í rutubili og máttu lyfta beinið, tá sjaførurin skifti gir og traðkaði á spitarin at náa ferguna. Tá livdu vit í einum kollektivum samfelag, sum í eina øld ella so hevði lyft seg upp úr álmussusamfelagnum til eitt vælferðarsamfelag, har øll gera mun og geva sítt íkast til allra besta. Hóast vit høvdu monolittar sum Útvarpið, Telefonverkið og Landsverksfrøðingin, bar ikki til at monopolisera eina meining, taka hana framm í morgunsendingini, sum øll lurta eftir, og so sleppa at sláa øll hini í høvdið. Just for the sake of it. Tí nú snýr tað seg um hini móti okkum. Tú skalt aldrin sleppa at gera tað, sum vit ikki gera. Tú skalt ikki sleppa at tjekka telefon, banna, roykja, keypa vín, hyggja eftir fúlum, stuðla LGBT, skifta flokk um tú ert kvinna, skriva lesarabrøv um tú ert løgmaður, taka bíløt á føðideildini, bjóða børnum á Kambsdali í Burger King, fáa tær sjálvum ein bita í Atlantsflogi - ella fáa tað pensjón, tú sjálv hevur betalt. Tú skalt hvørki hetta ella hatta. Faninme nei. Tú skalt so aldrin sleppa at gera tað, sum eg eri ímóti. Tað er nýggja samhaldsfestið í tí, sum einaferð var vælferðarsamfelagið, men nú er blivið ayatollaformyndarasamfelagið av álmussuslagnum. Takkað verið tøknini, at sms’a og at skriva á Facebook. Tí tað er har, miðlarnir skapa teirra tíðindi. So er tað sagt, nå! Annars gott vikuskifti, allir besserwizzers!