Summar litir varnast tú beint sum summarið byrjar, uttan at nakar visti av. Tað er tá gulbrúna várið sleppur bønum og letur grønskuna vinna eitt bil, og runnar vaksa frítt. Tá er grønt. Og serliga tá reyða trillubørin hjá Gutta er fylt við nýslignum fríggjadagsgrasi og eginskuggin er við. Eginskuggin. Eitt er angin, annað eru litirnir, sum bretta seg út úr ongum og bresta upp í eyguni. Mundi tað bara vera nýggja iPhonin?
Fari út á Skipasmiðjuna at síggja framsýningina Tíðarrúm hjá Bjarne Werner Sørensen, sum er opin til sunnudagin kl 18.
Litirnir eru har, ektaðir og til at nema við. Stór prent, sum fylla rúmið og veggirnar.
Stóra og berliga fabrikshøllin er hvítmálað, og ljósið fellur náðileyst beint inn, so sum sólin gongur. Stór prent fylla endaveggin, og innrammaðu normalverkini hanga á eina vegginum og skapa eina stovu í klivanum til vinstru, meðan tekniskar installatiónir liva teirra egna lív sum diskret markerandi partar av framsýningini. Slitið á gólvinum er eitt listaverk í sær sjálvum. Rúmið ljómar av handans verki.
Inni í stovuklivanum til vinstru hongur verkið Villvísi, ið er samstarv millum Bjarne Werner Sørensen og Tórodd Poulsen, sum í Steinprenti í januar í 2001 bleiv til flottu bókina, sum Berlingarin umsetti til En vild kartoffel. Villvísi. 140 signerað eintøk, prentaði á BFK Rives 250 gramm og perman Yearling Classee 350 gramm. Meðan verkið hongur á vegginum, liggur eitt eintak av lidnu bókini liggur á borðinum. Bókaflottari verður tað ikki.
Og so fari eg at lesa Brá úr USA, tá Steinbjørn B. Jacobsen gekk um kapp við skuggan, tá sólin setti í Grand Canyon í 1978. Haldi, summarið er komið.