Skip to main content

Havnarveður


Her er hon, heimsins besta spælistova. Hvørt ár um hesa tíð, tá skúlaflokkar eru harraleysir av próvtøkum í eldru flokkunum, fara tey út í Sandagerði. At spæla og kanna, skúlabørn og børn á dagstovni. Alt samalt í felag. Helst eru líknandi støð úti um landið, men tey fái eg ikki fyri mína linsu, hóast mjørki er. - Typiskt havnarveður, siga tey hesa ársins tíð.


Og mín sann, um eg ikki finni leitorðið havnarveður í orðabókini hjá Sprotanum. Tað er gamalt orð, ið sipar til, at nú er veður at fara til Havnar við báti. Í havnarveðrinum er mangt at síggja, tá ið tokan lættir av. Fremst fyri er ein nýbygdur árabátur við børnum og vaksnum, sum hevur lagt at við eina lítla træbrúgv. Aftanfyri sæst stóra ferðamannaskipið Rotterdam, sum hevur tikið navn eftir heimstaðnum.


Men minni prangandi flutningsfør kunnu eisini taka seg fram í ósanum í Sandagerði.


Áarbakkin er avtikin við sóljum so langt eygað røkkur fram við Sandá og niðan í Spunagøtu. Fyri linsuna kemur eisini ein vælvaksin børkubóndi.


Enn er tokan ikki blást burtur yvir Havnarbý. Kanska er ov stilt. Her eru vit ytst á Viðargøtu á Hamrinum og síggja oman yvir Argir.


Og so er summar og sól. Eitt lot og tokan er burtur. Grøni bøurin og tey marglittu húsini taka pallin. Sólin rakar Sandagerði og Landssjúkrahúsið.


Heim aftur eftir nýbygdu brúnni, sum onkur hevur gingið á. Rekkverkinum, altso. Mín sann, um tað ikki eisini er komið í orðabókina, rekkverkið.


Við kirkjugarðin er tokan lætt so mikið, at nú síggjast ikki bara breiði vegurin og krossarnir, men eisini Arctic Lady á fjørðinum og Nólsoyggin í pollamjørka. Uppi til høgru sæst Glyvursvegur.


Ytst á Vestaru Bryggju er ein pullartur við spennandi skónum og skvettum. Bátarnir rópa og rógva framman fyri Tinganesi. Nú er summar í heimsins bestu spælistovu. Havn, eitir hon. Havn, sum í Tórshavn.