Jóhan Joensen, kokkur, bjóðar í kvøld nýggja matskrá á Hotel Hafnia. Toskurin, sum er høvuðsrættur, er hin feskasti, hvítasti og linasti eg havi smakkað. - Fiskurin er frá trolbátinum Jens Leon og veiddur á Norðhavinum í gjár, sigur Jóhan.
Hann spyr, um tað er kul, at eg seti meg hjá hot. Tað er gamaní. Perfekt timing og eitt orð ella tvey, so er lagt í pottin, og alt er deiligt, ikki minst nú Bob Dylan fekk virðisløn Nobels í bókmentum á middegi.
Smakkleykirnir eru giraðir og tjúnaðir.
Fyrst fáa vit eitt glas av spanskari cava av pinot noir drúvuni, og so eina skifurplátu við turrari grind og smáskornum spiki, turrum kjøti og sterkum leitiskjøti, italskari parmaskinku og chutney úr kálrót. Afturvið er saltað breyð og eitt glas av Rinkusteini.
So kemur ein sjeyrættað matskrá, har kokkurin undir heitinum Heyst Rák fyrst bjóðar hummara, súrepladip og royktan laks. Grafiskt er skráin sett á ein wake me up lepa, sum vit kenna frá hotellvirksemi.
Eftir forkunnuga makrelin, fáa vit hin fínasta tosk, beint av trolbáti av Norðhavinum. Feskari og einfaldari kann tað neyvan gerast. Myndirnar eru tær báðar ovastu.
Omaná kemur fyrst nýggjur hvítur ostur og Múlaosturin hjá Johan og Jógvani Høj, sum er turkaður í Norðuroyggjum í samstarvi við Arla. Vit leggja lok á við sjokuláta mousse og dessertsøtum sauterne.
Hóast gamal í gøtuni, er Hafnia nýggjur gastronomiskur kappingarneyti í miðbýnum í Havn í dag. Summarið er av, og nú stendur ein krevjandi vetur fyri durum hjá vinnurekandi matstouvueigarum í heimsins minsta høvuðsstaði.
Tað er okkurt virðiligt og gamalkent við Hafnia. Okkurt, sum stendur á fyrstu síðu í tænastualmanakkanum. Ja, kanska hevur føroyska tænastuvinnan sín fasta karm, square one, her á gamla familjuhotellinum í miðbýnum.
Inngongdin frá Áarvegnum er moderniserað, eins og Kafé Kaspar, fyri rúmari tíð síðan, við rúmligum, mótarættum skandinaviskum arkitekturi, sum vit kenna frá Nordic noir filmum, ið eru hvítari enn nakrantíð og burdu verið umdoyptir til Nordic krimi light. Her eru snøggir ljósir flatar, summstaðni spegilsblankt loft, lættljósur viður og sveimandi lampur, ið eru tíðarleysar konstruktiónir og møbilstykki, upp móti grønum plantaðum blettum, og onkustaðni hómast ein farri inn í skandinaviska skógin, kanska við Jussi Björling, meðan nýflett seyðaskinn síggjast í baksýni, nú fjøllini eru gingin.
Niðri undir, á Kafé Kaspar, er ein gomul havnarmynd, tikin oman eftir Áarvegnum, og á matstovuni í erva eru klassisku veggjamálningarnir hjá Williami Smith varðveittir í gamalbleytum ljósi, tjúkt gulbrúnir á vegginum. Funksjonelt, heimligt og altjóða um eina leið, beint inn av gøtuni, og higani við útsýni í Amtmansgarðin.
Tá høvdu Johan og MC rikið hotellið síðan 1988. Í januar í 2005 keyptu Osmund Justinussen og synirnir, Tummas og Gunnar, hotellið saman við Per Sævik úr Noregi.
Oddbjørg Højgaard, sum er stjóri á fýrastjørnaða hotellinum, sigur, at gistitalið er tað hægsta nakrantíð, og kann, sum er, neyvan verða hægri. - Vit arbeiða miðvíst fyri at flyta matstovuna niður undir, so hon er beint inn av gøtuni. Jólaborðhaldini fara at verða her sum vanligt, men ikki við buffét, sum bara verður út av húsinum, og so í nýbygdu hølunum hjá Katrinu Christiansen, ið letur upp sum tapas matstova í summar, sigur Oddbjørg, innan vit takka fyri okkum.