Í dag var flaggdagshald á Vaglinum í Havn, eins og í flestu bygdum kring landið. Í Havn helt Eydna Skaale flaggdagsrøðuna, eftir at grønir og gulir skótar og Havnar Hornorkestur høvdu marsjerað inn á Vaglið.
Hetta er dagurin, tá hvørt flagg er vundið á stong, og dagurin, tá fotografar næstan fara á flog, meðan Rasmus undrast, soleiðis sum hann hevur gjørt á hvørjum ári, umgyrdur av leinkjum.
Fotografarnir uppdaga millum annað, at gamli gentlemansklubbin í Havnarbýi trongir til eina vinaliga hond, ja kanska ein hollan málarasponsor, so ljótur er veggurin blivin. Einastaðni síggi eg, at hol er komið á Las Vegas-littu miðbýarfasaduna. Soleiðis fer tíðin við øllum, nú almenna Merkið fyllir 77, hóast tað upprunaliga varð teknað í 1919. Tað er lítið í mun til Klubban, sum varð stovnaður 27. oktober í 1799.
So kemur flaggdagsskrúðgongan oman eftir Niels Finsensgøtu, skótarnir fremst og síðan Hornorkestrið.
Nú er at skunda sær av vegnum, hóast lítlibeiggi misti flaggið.
Sólin glampar, lotið er kalt, men tað er turt og børnini eru spent at sleppa at flagga.
So hevur Ólavur Olsen savnað Hornorkestrið undir Gamla Bókahandili, og biður øll verða klár við hornum og trummum at spæla Flaggsangin, Sjá tú blánar. Lærarin og skaldið Hans Andrias Djurhuus setti í 1920 orð til lagið, sum er ein svenskur marsjur, Engelbrecthsmarchen, sum Gunnar Mikkelsen seinni gjørdi egið lag til.
Sjálvur helt Hans Andrias ólavsøkurøðu fyri stórari mannamúgvu í 1931. Omanfyri sæst hann við flaggandi og matrósaklæddum skúlabørnum í Conradsbrekku tað árið, tað er har ið Gríms Kambansgøta og Bøgøta møtast við Smiðjuna í Lítluvík. So hevur Ólavur Olsen sligið tónan á Vaglinum, Flaggsangurin er klárur.
Súsanna hjá Oddmar og Jonny stendur næst við talarastólin.
Mongu áhoyrararnir eru spentir at hoyra flaggdagsrøðuna innan onkrir teirra fara at renna við Bragdinum, Mikkeler og teimum niðri á Kongabrúnni, har Flaggdagsrenning er á 31. sinni.
Umframt Ólav Clementsen á Bókahandilstrappuni, eru grannarnir, tónafeðgarnir Martin og Sakaris, eisini komnir oman á Vaglið, at hoyra, síggja og fáa inspiratión til nýggj listarlig avrik. Til vinstru er Eirikur Skála úr Tórshavnar Big Band.
So kemur røðan, sum øll hava bíðað eftir. Við deyvatulki kemur ein væluppløgd Eydna Skaale upp á flagglitta pallin hjá Tórshavnar kommunu.
Eydna er ráðgevi í retorikki, hevur fyritøkuna Retorika, og hevur arbeitt sum journalistur. Retorisku evnini hoyrast beinanvegin, so væl hon dugir at bera orðini fram, skilliga í hóskandi stevi og altíð við røttu áherðsluni. Røðan, sum varð útvarpað, byggir á skonnartina Sannu, sum er í New York við føroyskum flaggi undir krígnum, har abbi Eydnu er umborð. Hugurin hjá lurtaranum er fangaður, og evnið, sum í byrjanini er persónligt, er brett út fyri fjøldini. Tjóðaskapur og at møta tí fremmanda, eisini á Facebook, har vit aldri uppsøkja onnur enn tey, ið hava somu meiningar sum vit. Frálíkt. Les røðuna niðanfyri:
Góðu áhoyrarar!
Vit eru í New York. Árið er 1940. Tað er 12. november, tað er kalt, og tað hongur eitt regntungt tám yvir bryggjuna, har vit eru stødd.
Her liggja nógv skip úr øllum heiminum. Men.. nú dagar ein svørt skonnart fram úr tokuni. Við fyrsta eygnakast er hon sum aðrar skonnartir. Men hyggja vit nærri, nú hon nærkast landi, síggja vit, at har er okkurt, sum brýtur frá. Okkurt, sum fangar eygað. Sum vit ikki hava sæð fyrr.
Tað er tað stóra silkiflaggið. Hvítt, blátt og reytt – við eyðkenda norðurlendska krossinum.
Á bryggjuni í New York steðga fólk á og skimast forvitin. Tað, sum er øðrvísi, vekir teirra
áhuga, tí tey vita, at tað kann víðka sjónarringin.
Umborð á skonnartini, sum eitur Sanna, skimast manningin forvitin afturímóti. Ein av manningini er abbi mín. Hann er 30 ár, og hann tók av, tá møguleikin beyðst at royna nýggjar leiðir við farmasigling í Amerika, nú kríggið herjar í Evropa.
Sanna er fyrsta føroyska skipið nakrantíð í USA, og tað eru fáir mánaðir síðani, at Merkið var viðurkent sum almenna flagg føroyinga.
Tað var tí hátíðarligt, tá abbi – áraka frælsisgudinnuna – spakuliga vant nýseymaða Merkið í húnarhátt. Tað er eisini hátíðarligt, nú teir kunnu leggja at, sum føroyingar. Teir eru komnir til Amerika, landið, teir hava hoyrt so nógv um.
Á bryggjuni er tað hinvegin eingin, sum hevur hoyrt um Føroyar.
Heldur ikki tann journalisturin, sum gongur har í síni støðugu søkjan eftir søgum.
Hetta vakra, ókenda, flaggið dregur hann umborð. Við opinleika og áhuga spyr hann og lurtar, meðan manningin sigur frá um Føroyar og føroyingar. Um málið, um mentanina og um Merkið.
Journalisturin er fegin. Hann hevur fingið sína søgu. Og avísin er ikki meiri enn útkomin, nú kemur ein stríður streymur av fólki oman á bryggjuna.
Har eru amerikanarar av ymsum uppruna og evropearar úr ymsum londum.
Og her eru sanniliga eisini fleiri føroyingar. Enntá sambygdamenn, sum búgva í somu uppgongd, men ikki vistu av hvør øðrum. Flaggið førir teir saman her vestan hav.
Í 40 dagar liggur Sanna í New York – og hesa tíðina hittist heimurin umborð á føroysku skonnartini. Fólkini her virðismeta ymsar hugsanir og eggja til opið samskifti.
Tey tykkara, sum ferðast nógv, vita, at Merkið enn í dag vekir áhuga úti í heimi. Og sjálvt um tíðirnar eru broyttar, sjálvt um vit hava google, har vit kunnu leita okkum alla hugsandi vitan, so er tað einki, sum lærir okkum so nógv, sum at lurta eftir fremmandum menniskjum við øðrvísi hugsanum, førleikum og mátum at liva uppá.
Tá vit hitta aðrar heimsfatanir, kunnu vit seta okkara egnu heimsfatan í perspektiv. Tað er tá, vit kunnu definera, hvørji vit sjálvi eru.
Og Føroyar eru enn forvitnisligar. Tá eg las í Spania plagdu mínar lestrarvinkonur frá ymsum londum at siga: Eydna – fortel okkum eitt sindur um Føroyar.
Hugtiknar lurtaðu tær, meðan eg greiddi frá um tann føroyska lívsmátan. Um bilar, sum verða parkeraðir við lyklunum í. Um mammur, sum óttaleysar seta barnavognin útum. Um seyðaslakt og grindadráp og ólæstar hjallar.
Og við at greiða teimum frá – og lurta eftir teirra søgum afturímóti – lærdi eg eina rúgvu um, hvat tað inniber at vera føroyingur.
Soleiðis eru útlendingar í stóran mun, tá føroyingar koma út í heim.
***
Men tá skonnartin Sanna kom aftur til Føroya, tímdu føroyingar ikki líka væl at hoyra um New Yorkbúgvar, sum New Yorkbúgvar tímdu at hoyra um føroyingar.
Sjálvt um abbi allar sínar dagar tosaði um ymiskt, sum hann hevði lært í Amerika, vóru tað fáir føroyingar, sum spurdu eftir lærdóminum og upplivingunum.
Onkuntíð bleiv tað eisini beinleiðis flent hart.
Til dømis, tá hann aftur heima í Vági fortaldi, at hann hevði sæð eina maskinu, sum kundi vaska klæðir. Tá hoknaði ein vágsdama, sum hon flenti. Hon visti, at tað vóru vaskibretti og armkreftir, sum vaskaðu klæðini – ikki maskinur.
“Jaaaa, hoyr nú hann.– sig mer: hvussu skal maskinan kunna vita - tá tú rættir henni einar skitnar buksur - um tað er reyvin ella knøini, sum skulja skrubbast?”
Sum heild flentu føroyingar tortrúnir at tí, sum var øðrvísi.
Tað var ikki so løgið, tí sambandið við umheimin var avmarkað. Og í einstáttaða føroyska samfelagnum góvu fáir føroyingar sær far um virði í ymisleikanum. Tí øll vóru í stóran mun eins.
Og tað er jú ikki fyrr enn tú møtir tí, sum er øðrvísi, at tú kanst síggja, hvussu tað í grundini er hjá tær.
Í dag eru føroyingar tilvitaðir um, hvat hendir í stóru verð. Vit ferðast nógv, vit vita nógv – og við tumlinum navigera vit lætt um allan heimin.
Men framvegis duga vit nakað illa at vera sum journalisturin umborð á Sannu.
Tá fremmandafólk koma hendaveg, eru vit ofta skjót at práta við tey. Men vit gera tað sjáldan fyri at læra nakað um tey.
»Hvat halda tit um Føroyar«, spyrja vit, áðrenn tey hava fingið baggaguna av kuffertbandinum.
Hvat tey annars hava við sær av viðføri – hvat tey hugsa og halda, hvat tey hava upplivað, og hvussu tey gera tingini, hevur ofta ikki eins stóran áhuga fyri okkum.
Teirra heimsfatan verður bjóðað av, tá hon hittir okkara. Men okkara heimsfatan verður ikki bjóðað av, fyrr enn vit opin og forvitin spyrja.
Í dag er tað 70. ferð, at vit hátíðarhilda Merkið á flaggdegnum.
Og tað er blivið nógv rúmligari í Føroyum. Her eru nógvar ymsar áskoðanir. Nógv ymisk lívssløg.
Tað kann vera ein styrki. Men tá Merkið nú blaktrar í føroyska vindinum, er tað so yvir einum samfelagi, sum virðismetir fjølbroyttar førleikar og hugsanir – við fríum og opnum samskifti?
Eg havi hug at vísa til tann stóra bólkin av tilflytarum, sum í dag býr í Føroyum. Serliga kvinnur, sum eru giftar føroyingum. Teirra børn eru partur av næsta føroyska ættarliðnum. Og skulu vit sleppa undan eini djúpari gjógv í okkara samfelagi, mugu bæði tær og børnini kenna seg heima undir Merkinum. Hóast tær hava eitt annað føðiland og annað viðføri, búgva tær nú her.
Í fluttari merking eru tær sum ein skonnart, fullfermd við øðrvísi hugsan og íblástri, sum vit kundu lært meiri av, enn vit gera.
Og hyggið eisini at teimum føroyingum, sum so ella so bróta frá – til dømis tey, sum bera brek ella hava skerdar førleikar – men sum ikki sleppa at nýta teir førleikarnar, tey hóast alt hava. Undir Merkinum í dag biðja tey um atkomumøguleikar. Ikki bara í mun til trappur, trin og wc - men eisini í mun til arbeiði og frítíð. Í mun til bústaðir. Eisini tey eru fullfermd við øðrvísi hugsan og førleikum, sum vit øll burdu fingið bæði gagn og gleði av.
Hvat er tað, sum ger, at tey enda uttanfyri? Svarið finst í okkara samskifti. Tosa vit VIÐ ella UM tilflytararnar? Tosa vit VIÐ ella UM tey, ið til dømis bera brek. Lurta vit?
Hyggja vit at okkara kjakmentan, síggja vit, at vit ofta tosa VIÐ okkara meiningsfelagar, og UM tey, ið víkja frá okkara fatan ella hugsan.
Ofta eru vit fastlæst í hvør sínari grøv, uttan hug, dirvi ella vilja at lurta eftir, hvat hini hava at siga.
Opið og sakligt kjak hvessir okkara tilvit. Tað er gott við virðiligari mótstøðu í kjakinum. Og tað er gott við lívligum kjaki.
Men serliga á sosialu miðlunum er eyðsýnt, hvussu okkara kjak ofta er stýrt av fordómum. Og fordómar eru tað øvugta av opinleika. Skotgravirnar eru djúpar, og vit síggja tær allastaðni: Politiskt, átrúnaðarliga, geografiskt – you name it.
Hendan runublakingin amputerar kjakið, tí tað eru so nógvar røddir – serliga kvinnuligar - sum tá tagna. Og tað er jú, tá vit lurta eftir øðrum, at vit læra mest – eisini um okkum sjálvi.
Eg havi hug at spyrja: Nær hevur tú seinast lurtað eftir einum, tú veist, tú ert ósamd við – ikki við tí fyri eygað at svara aftur – men bara fyri at lurta – og kanska eisini læra?
Eg spyrji, tí eg veit, at vit her heima hava lyndi til at standa saman við teimum, sum líkjast okkum sjálvum.
***
Og tað er harmiligt, tí túrurin hjá Sannu til Amerika er í sær sjálvum eitt gott dømi um, hví tað styrkir okkum, tá vit duga virða aðrar hugsanir og førleikar.
Skuldu teir náa Amerika, mátti ein fyrst hugsa heilt øðrvísi og gera av at royna tað. Onkur mátti navigera. Ein mátti kokkast. Nakrir máttu handfara segl og motor.
Bara við greiðum samskifti kundu teir vinna á vandunum í baldruta Atlantshavi - á vetrartíð og í støðugum vanda fyri kavbátum. Ósemjur vóru ivaleyst, men manningin legði seg ikki í hvør sítt borð at rópa eftir hvørjum øðrum. (uttan annars at samanbera við okkara høga løgting yvirhøvur)
Jú ymiskari teir vóru, og jú betri teir lurtaðu hvør eftir øðrum, jú størri var møguleikin fyri, at teir vunnu fram.
Og tá hetta er galdandi fyri eina so lutfalsliga einfalda eind, sum eina skipsmanning, so mikið meiri er tað galdandi fyri eina so samansetta eind, sum eitt samfelag.
***
Góðu áhoyrarar,
Merkið spyr ikki um húðarlit ella uppruna. Tað spyr ikki um, hvat vit megna. Ella hvat vit halda. Tað spyr, hvussu vit kenna okkum.
Tí Merkið er súmbolið uppá ta kensluna, sum ger okkum til føroyingar, sama hvønn førning vit hava. Og tann kenslan, sum ger okkum til føroyingar, verður styrkt, tá vit tora at lurta eftir teimum, sum eru øðrvísi enn vit. Og - tá vit tora at sameinast í okkara fjølbroytni.
Umborð á Sannu vóru ymiskir menn. Ymsar áskoðanir. Ymsar bakgrundir. Men teir høvdu sama stavnhald, og teir kendu seg heima undir Merkinum. Bæði einsamallir á víðum havi – og tá teir løgdu at í Amerika.
Í dag standa vit saman undir Merkinum á markamótinum við aðrar tjóðir.
Tað hevði eisini verið ein fyrimunur, um vit dugdu betri at sameinst í okkara fjølbroytni her heima.
Tí, sum Martin Luther King skal hava sagt:
Vit eru kanska komin higar við ymsum skipum – men nú eru vit í sama báti.
Takk fyri – og góðan flaggdag!
So hyggja vit omaneftir í Vágsbotn, har fornbilafelagið Ellisakfør stendur á rað við tveimum svørtum 90 ára gomlum amerikanskum Fordum, Barbara stendur á tí fremra, og síðan tveimum marglittum fronskum Citroen vøruvognum, sum anga av hotdog og summarfestivali, nú eta stendur á reyða vegginum.
Síðan er ein grønur Pontiac sum tikin úr amerikanska vegjaðarafilminum um postmannin, sum altíð ringir tvær ferðir innan hann fær sær.
Eins flaggskrýddur er bretsktgrái Rolls Royce'urin í Tórsgøtu.
Hond upp undir kinn, niður á tangan á klassisku Triumph motorsúkkluni, bíðar Sonne tolin á parkeringsplássinum millum Sjómansheimið og Posthúsið, sum einaferð var.
Og nú vit møtast á hesum leiðum, fellir tosið sjálvandi inn á Útvarpið, Bryggjubakka og Facebook. Ikki bara tí at vit onkuntíð ótu morgunmat á Sjómansheiminum, men mest tí, at í næsta bili í Tórsgøtu, einum ljósabláum Volvo Amazon 121, er eitt Blaupunkt radio. Bakljósini á næsta bili, sum er ein myrkabláur Opel Kadett, speglast í Amazonrútinum.
Fyri linsuni eru nú tveir amerikanskir Mustang, eitt av mest hugtakandi modellum á øllum asfalti, her í eini gulari og eini svartari útgávu.
Og nú vit nevndu týska kvalitetsmerkið Blaupunkt, so kemur Hans Jákup Mikkelsen framvið, setir seg inn í ein reyðbretskan Ford Anglia frá 63 og startar. Hett er mest sermerkta snið í Havnargøtum í dag. Nú eg síggi ein barnavogn í baksýni, gongur upp fyri mær, hvar inspiratiónin til Angliasniðið er komin, í hvussu er tá tað regnar.
So eru bara tær báðar fólkavognsboblurnar eftir, ein gul og blómusprøklut, og hin aftara við so brølandi stórum motori, at eg hvøkki við. So eru øll ellisakfør farin úr gøtuni og stundir eru at ganga heim gjøgnum Havnargøtur.