Skip to main content

Fado ella f...?


So var aftur ein fallin kvinna í hondunum á einum vemmiliga sjavinstiskum mannfólkakapitalisti til okkum menn at hyggja eftir. Ger so væl. Kasia Mos úr Póllandi. Sum sangarinna sigur hon mær einki, men nógvum mannfólkum sigst hon hava gjørt stóran mun á permuni á pólska Playboy.

Gjøgnumgangandi var júst hetta stílurin á ársins evropeisku sangkapping, Eurovision Song Contest. Kvinnur við slissið í kjólanum. Mannfólkagjeikarin, sum peysar tær fram á pallin, vil hava tað soleiðis. Og so er fýrverk fyri rest. Og hví Avstralia er sloppið við í Evropa veit eg ikki. Men teir, gjeikararnir down under, áttu ein hin besta sangin í ár.

Og hetta við sangi, palli og sjovi, hevur skapt nýggjar avbjóðingar í pallmentan á okkara leiðum við so stórum áskoðaraskara sum hesum. Skeggjutar kvinnur og dansandi gorillur bara fyri at nevna tvey frásøgusnildi á public service palli. Og so fornermaðir russar, sum í ár valdu kappingina frá og ikki sluppu at atkvøða. Umframt grunt gjeikaraglimmur er eisini politikkur sloppin við í evropeisku sangkappingina.

Hugdi eftir sendingini á NRK í morgun, tí gjárkvøldið vóru vit starvsfelagar í einum so fantastiskum føðingardagsgildi.

Og hvat endar alt hetta uppstásaða sjovið í Kiev, har ein lokalur ótangi sleppur at vísa reyv, við? Jú, tað endar við einum portugisiskum fado, ella tí, sum líkist, men uttan video, uttan glimmur, uttan sjov. Bara ein fado, gamaní ávirkaður av tónleikarákum seinastu hálvu øldina ella meir. Og systurin, sum skrivaði sangin, sang duett við 27 ára gamla Salvador, sum vann við 758 stigum. Eisini fólkið atkvøddi fyri honum, hóast hann hvørki sang á enskum ella dyrkaði lægstu felagsnevnarar í einum og øllum, eins og hini. Bara ein sangur, bara ein fado. Sum ein ferð til Portugals. Og at lurta eftir Paul McCartney, tá hann er bestur tey seinastu Beatles-árini. Akkurát sum tá heimliga skaldið syngur um, at føra okkum burt í annan heim. Ikki við stakkalastási, men við sangi og ongum øðrum.

Ikki havi eg havt stóran áhuga fyri evropeisku sangkappingini seinastu árini, tí hon hevur verið so ovurhonds fongd við júst stakkalastási. Har hevur heldur ikki verið nakar sangur av týdningini at hoyra. Bara primitivt frumtramp við meir enn hálvnaknum kvinnum, serliga úr Eysturevropa.

Norski frásøgumaðurin undraðist eisini, at “den mest stillfarne sangen” skuldi vinna á øllum rummalareignum. Men soleiðis varð tað. Ein einfaldur fado á móðurmálinum og í heimligari traditión. Sum at sita á kafé í Lissabon. Soleiðis hevði verið spennandi at sæð Eurovison Song Contest framyvir. Fyrst og fremst á móðurmálinum og síðan endurspeglandi í minsta lagi eitt vet av einum farra av eina tónleikaligari hevd úr teim økjum, ið sleppa við.

Men kanska gevur tað ikki so stór hyggjaratøl, sum ein kynsspesifikk dreingjakomedia, ið mest líkist einum interaktivum telduspæli.