Í eina tíð hevur skúm frá algu, Phaeocystis pouchetii, verið sjónligt fram við sjóvarmálanum í bylgjandi rondum, sum eisini kunnu laga seg upp í rúgvur, sum sápuskúm, ið tó ikki luktar minsta petti.
Men hetta er gróður í sjónum og ikki dálking, ella avlop frá aliringum, siga granskarar. Veit ikki, um tað bara er í Suðurstreymi, tí sjónin Yviri við Strond hevur verið hin sama í summar, sum hesar myndirnar vísa. Tær vórðu tiknar vestur í hav av Syðradalsvegnum, millum Velbastað og Syðradal í dag.
Á netinum fann eg fram til írska granskaran Michael Guiry í Galway, sum er knýttur at National University of Ireland, og rekur heimasíðurnar The Seaweed site og The Algae Base. Hóast ikki serkønur í algum av hesum slag, svarar hann beinan vegin, hóast sunnudagur er.
- Phaeocystis pouchetii is one of the common microalgae in oceans foams, but there are also many other microalgae, including diatoms and dinoflagellates. The foams are often brownis from these tiny algae, and are sometimes mistaken for pollution. Phaeocystis has no common name that I know of, and belongs to a group called the Pyrmnesiophyceae, which is a class of tiny brownish algae with no common name. These foams sometimes have an unpleasant, sulphurous odour. The cells are usually 2-8 µm [1000 µm is 1 mm]. Blooms are common. Oh, “alga” is the singular; “algae” is the plural.
Enska Wikipedia sigur millum annað, at "The largest Phaeocystis blooms form in the polar seas: P. pouchetii in the north and P. antarctica in the south. This intense Phaeocystis productivity generally persists for about a three-month period, spanning most of the summer in the Southern Hemisphere. Phaeocystis-abundant ecosystems are generally associated with commercially important stocks of crustaceans, molluscs, fish and mammals. Phaeocystis may have negative effects on higher trophic levels in the marine ecosystem, and consequent impacts on human activities (such as fish farming and coastal tourism), by forming odorous foams on beaches during the wane of a bloom."
Við einum filmi úr Leynum sum grundarlagi, veit heimasíðan hjá Havstovuni eisini at siga, at "Hesin gróðurin er av slagnum Phaeocystis, sum er ein flagellatur. Phaeocystis er serlig við tað at hon livir í felag, tvs. at fleiri halda saman. Tá nógv er til av hesum slagnum, sæst hetta sum ein hvít skúmrond fram við landi. Hetta plantuætið er vanligt við Føroyar hesa ársins tíð."
Veit nakar meir um hesar skúmalgur at siga, frætti eg fegin.
Fleiri hava síðan viðmerkt og víst til fyrru útgávuna av tíðarritinum Frøði, sum kom í árinum 2000. Tá verður sami spurningur settur. Eilif Gaard, fiskifrøðingur, svarar og sigur millum annað, at "Algur eru evarska smáar plantur, sum sveima ella svimja uppi í sjónum. Tær kunnu samanberast við grasið á landi, við tað at tær nýta sólarljósið fyri at vaksa og eru føðigrundarlagið undir dýralívinum. Gróðurin er næstan bara um summarið og tá eru vanliga nógvar algur í sjónum. Um veturin er ov lítið av ljósi til, at nakar gróður av týdningi kann vera, og tá eru fáar algur í sjónum."
Útgávan kann lesast sum pdf, men ikki ber til at taka tekst úr tíðarritinum.