Skip to main content

At lasta tey gomlu í ferðsluni


Dagsins teknologiski samferðsluspurningur: Vildi tú við 80 km ferð møtt einum bilførara, sum á sama vegi eisini koyrdi 80, men ikki dugdi at bíleggja pláss við Strandferðsluni?

Bebbaræddur hevði eg svarað nei.

So illa skúlaðir bilførarar eiga ikki at sleppa út á alfaraveg at koyra. Og tað hava vit nógvar skipanir at forða fyri. Ella hin vegin: Vit hava nógvar skipanir, ið kunnu uppgradera og læra bilførarar, eisini teir eldru, sum nú sigast vera ein forðing á Skopunarkai.

Sæð í positivistiska ljósinum av aldargamla tankanum um lívlanga læring, er hetta at niðurgera eldri fólk, ið enn vilja koyra bil og ferðast um sund, ja kanska út í heim eisini.

Hví skal ein, sum vit tiltrúgva førleikan at seta seg við rattið á einum bili - ein potentiell dreparamaskina, men eisini eitt skrásett frælsisamboð at fara hagar tú vilt - ikki kunna klára at bíleggja sær pláss við einum strandferðslubáti?

Nei, eg bara spyrji, nú eg sjálvur fari at nærkast eftirlønaraldri, og skal gera meg út til at møta tílíkum alment fyriskipaðum uppáhaldum. Men verði eg dementur, so vóni eg at onkur lógligur instansur forðar mær yvirhøvur at seta meg við rattið í bilinum, og ikki minst at rulla umborð á dekkið á einum almennum ferðamannaskipi, har nógv fólk ganga við børnum og øllum.

Myndina omanfyri tók eg á aktuellu farleiðini fyri fýra árum síðan, tá eg fór til Sands at síggja ein nýggjan stuttfilm. Tá skrivaði eg soleiðis í endanum á blogginum: "Men ímeðan hevði tað frøtt meg, um Strandferðslan fekk sær eina bíleggingarskipan, so tú visti um tú slapp við Teistanum í bili og kundi keypa tær ein ávísan túr aftur og fram, enntá við Visakorti, beint úr telefonini. Tað hevði verði eitt stórt framstig, at gjørt tað so mikið lagaligari at fara ørindi í Sandoynna og aðrar oyggjar við. Púra uttan tunnil. Livst, so spyrst - og filmast!"