Skip to main content

Sjónleikur beint í gronina


Leygarkvøldið var frumsýning fyri fullum húsum á Tjóðpallinum av nýskrivaða leikinum ÓMEGD eftir Kristinu Sundar Hansen. Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard og Hans Tórgarð.

Hetta er ein remediering, tað er ein endurnýtsla av innihaldi, sum er tikið úr einum miðli og flutt í ein annan, í hesum føri úr eini bók og einum blaði, sum aftur byggir á samrøður úr veruliga lívinum.

Tað var í 2013 at Súsanna O. Skaale savnaði fimm frásagnir í Kvinnuhúsinum, sum komu út í bók Um bara hann sló meg. Tvær av hesum frásagnunum eru tiknar við, og søgan, sum maðurin í leikinum ÓMEGD sigur frá, byggir á grein í íslendska blaðnum Stundin frá desember í 2015.

Hetta er leikverk nummar 43 á tjóðpallinum, grafiski plakatstílurin er svartur og hvítur, og pallmyndin, sum Hansina Iversen hevur staðið fyri, er eins strong og stringent - seks hvítir krakkar, og eitt teppi eftir miðgólvinum, sum fer upp eftir endavegginum, íð verður lørift, sum kastar tað aftur, ið verður lýst á tað. Einfalt, men ikki altíð brúkt fult út, ella nóg effektivt millum áskoðararekkjurnar, sum eru eins stórar báðu megin gólvpallin.


Krakkarnir eru rútmisk ljóð, ið eru koreograferað niður á gólvið, sum hjá Stomp, tá tey spæla uppá tunnur og skrellispannir, bara varisligari í hesum føri. Effektin kundi verið munin harðari og hvassari, ikki minst tá maðurin, tað er Hans, stoytur tallerkarnar úr skápinum og niður á gólvið. Krakkarnir sleppa at gera alt. Kundi hugsað mær tað meira punkut og ágangandi, heldur enn stillisliga subtilt stiliserað. Men annars fungera krakkarnir framúr sum verju- og álopsamboð í orðadráttinum millum teir tríggjar leikararnar. Genialt funnið uppá, tí leikurin er óloysiliga bundin at orðum, sum oftast eru reinir monologar, og bert sjálvdan finna orsøk at tvinnast saman at skapa ein trístrentan samandrátt, eina samantøku millum tey trý leikandi, sum til dømis tá tey øll trý bresta út úr at flenna. Hóast søgurnar komu úr hvør sínari ætt, var tað ein praktfult forloysandi samanbinding av frásøgnunum hjá hesum trimum lagnunum - við láturi.


Hóast sterkir, eru monologarnir beint fram eindimensionalir, tiknir úr skrivaðum teksti, har vit lesa liniert frá fyrstu til síðstu síðu. Tað er ein avbjóðing hjá áskoðaranum at fata monlogarnar sum sambindandi og stuðlandi hvør undir øðrum, so teir gerast rúmligar fatanir á gólvinum, ið eg kropskensluliga, heldur enn bara vitborið, í størri mun vildi havt upplivað, tikið til mín og sodnað, meðan hvítu krakkarnir vórðu ein ekstern samba-trumma, ið bygdi rúmið og huglagið.

Sterkasta leiklutin hevur Kristina fingið, sum útvenda unga kvinnan, ið rýmur undan manninum, sum drekkur og er beint fram djevulskur.


Gunnvá er framúr sum innvenda umboðið fyri fremmandu kvinnuna, ið er keypt úr Suðuramerika til Føroya at liva hjá einum dysfunktionellum manni, ið helst ikki fær nakra aðra, tí hann av egnari ómegd er púra avbyrgdur. Hesa vællærdu og av einslistum vælmeintu kvinnu brúkar hann sum træl og neyðtøkupútu á bygd í Føroyum. Nú er hon flutt undan honum til eina størri bygd, men heldur ikki har kann hon brúka juridisku embætiseksamiuna til nakað í hesum lovaða landi, sum hon av onkrari ófyrigeviligari orsøk er flutt til.


Hans er maðurin á botninum, sum millum fløskurnar og avhaldsfundirnar reflekterar yvir kynsleiklutirnar og tað, sum fremst er fyri í tilveruni, og tí gevur leikinum eitt perspektiv, sum annars ikki varð.


Við orðum út í rúmið, nógvum orðum, verða lagnurnar málaðar upp undir loftið og niður á gólvið, alt eftir hvussu ósjónligi makin fer við teimum.

Eg verið forvitin at læra lagnurnar at kenna.

Hvussu hava tey møtst, hesi bæði í kjallaraíbúðini á botninum, sum Kristina lýsur? Hvat hevur fremmanda kvinnan, sum Gunnvá gestaltar, hugsað fyri sær, tá hon kom higar? Og maðurin, Hans, sum er greiður yvir at hann drekkur ov illa, men slær seg til tols við at tað er ikki so nógv at gera við tað, hvussu hava brennivínið og veiku persónligu sambondini lukkast at skapa eina ómegd, ið verður sum ein sentrifuga, har alt av botninum rekst uppií, og hevur elvt til vána bústaðarviðurskifti, vána arbeiði, vána løn, vána vinfólk og út av lagi vánaligt sjálvsvirði?

Styrkin í ÓMEGD er, at hetta er ein stættarsøga av gamla slagnum. Hvussu vit so venda og snara, eru vit á illa isoleraða fuktgólvinum í niðastu hædd, har ikki gerst annað enn at sópa fyri sær, skal ein ikki sjálvur rúka beint í lortarennuna, eisini tá arbeiðsgevarin frittar og bara vil hjálpa. Her gerst einki.

Men hesi trý á palli hava dreymar, vilja og realistiskar hugmyndir um eitt lív, sum er beint um hornið í føroyska vælferðarsamfelagnum. Hesuferð, hesuferð. Orðini, sum verða meitlað í luftina, eru sannførandi. Men áskoðarin veit, at teir likamsgjørdu leiklutirnir verða skuffaðir aftur og aftur. Tí tilveran er ikki fyri tey á botninum. Í hvussu er ikki hin freistandi tilveran, sum vit síggja í reklamum og vikubløðum, ið fóðra og lýsa júst hesar lagnir, ið verða hildnar fastar á botni í hvørjum tí einasta samfelag.

Her haldi eg at styrkin hjá hesum avmálda orðaleiki er. At leggja botnin beran og seta sjóneykuna á hann og spyrja, hvussu tað kom so vítt, at vit endaðu á botninum í føroyska samfelagnum. Hjá hesum fólkum eru Føroyar ikki eitt vælferðarsamfelag, men eitt ómegdarsamfelag.

Sleppa tey út? Jú, men leikurin fær meg at grunda yvir tað torføra evnið, sum hann tekur upp.

Samfelagsliga ivist eg í, um tey sleppa nakran veg, tí stættarsfelagið er sum ein niðurvend rúsa. Ert tú einaferð endaður á botni, slepst hvørki út ella upp. Allir instansir siga nei. Neisamfelagið fer í gongd at halda teg niðri, tá tú einaferð hevur rakt botnin. Tað hava vit nevndir og lønt fólk til. Her manglar bara at enn ein tíðarvilstur øvrigtheitspersónur sigur, at nú skal øll brennivínssøla halda uppat og landið forvinna minni uppá tær alkohollagnur, ið sløðast á Hoyvíksvegnum hinumegin Mentamálaráðið.

Men ein persónligur møguleiki, tá ómegdarsamfalagið svíkur, er at gera seg leysan av harðskapselvandi makanum, til hin næsti í røðini pikkar uppá, og rúsan aftur letur seg upp. Ein annar møguleiki er varisliga at fara undir eina útbúgving, so sum ráðini og møguleikarnir nú einaferð eru hjá kjallarabúgvum, har treytir og karmar eru kargir.

Sum leikurin líður, endar og ljósini tendra, fái eg ringan smakk í munnin. Hetta er klárasta mynd eg havi sæð av stættarsamfelagnum. Tey av botni eru ikki umboðað á stólarekkjunum til frumsýningina. Tað rámar meg serliga hart og ger endamálið við avdúkandi sjónleiki opinbart. Fólk hava hug at hyggja niður. Og Laura sigur mær eina djúpt persónliga søgu við sama tema, meðan vit skeinkja okkum eitt vínglas.

ÓMEGD er ein leikur, ið fær okkum at lata eyguni upp fyri einum álvarsligum vandamáli, sum av órøttum rakar tyngst og harðast hjá teim veikastu, ið longu frammanundan eru á botni. Tað er staðfest í kanningum og frásagnum, og nú eisini eru settar á pall, klárar til undirvísing.

Tað er sjáldsamt sum føroyskar pallframførslur, fyrst filmurin hjá Sakaris, og nú leikurin hjá Kristinu, appelera til undirvísingarverkið.

ÓMEGD er ein sterk og sjálvrannsakandi uppliving at fáa egnan veruleika remedieraðan beint í høvdið. Okkara egna veruleika. Tað er sjónleikur sum er beint frammaná.

Myndirnar, sum Høgni Heinesen tók, eru frá Tjóðpallinum.