Skip to main content

Riding shotgun í bestu harutíð


Í bestu harutíð sat eg í dag í bilsessinum framman, høgrumegin føraran, vestur á flogvøllin. Ístaðin fyri byrsu at skjóta haru við, hevði eg gjørt meg út við myndatólinum at skjóta kavamyndir soleiðis beint út eftir tí, sum fyri er í kalda góðveðrið. Yvirskipaðu ørindini vóru at møta Jógvani, sum seinrapartin kom við Atlantsflogi úr Danmark. Her hómast bláur himmal og seinastu sólstrálurnar á hvíttklæddu fjallarøðirnar norðanfyri, innan alt ber upp fyri, so vit bara síggja næstu líðirnar í Kaldbaksbotni.


Nú missa vit bláa loftið og fjara sýnið, so alt er næstan svart og hvítt, og ber upp fyri øllum tí fjara.

 
Í Kollfjarðardali er ein bilur farin út av vegnum og er bóltaður runt í morgunhálkuni. Nú er saltað og gott at koyra, men allir litir eru burtur. Eftir Leynatunnulin er trøllsliga grátt yvir bláa vatnið og fram við vegnum, har brúnguli heystarhagin hevur hug at troðka seg upp úr tí litleysa lendinum.


Eftir at flogfarið er lent henda sjáldsama góðveðursdag, venda vit aftur móti Havnini. Fyrst fyri er vatnið við teim trimum nøvnunum - Sørvágsvatn, Leitisvatn og so bara Vatnið. Riding shotgun eftir Vatnavegnum hepnast at fáa hesar báðar mjávaksnu sólsetursmyndir í kassan.


Her er so sjáldsama stilt og vakurt, at her má steðgast og tíðin takast og fangast í hægstu harutíð. Eitt skot og tvær eru fyri við Vatninum og Trælanípuni í spegilsstillum baksýni.


Fotografar við stativi og nógvari útgerð hava stillað upp við Gróthústanga at goyma løtuna við sólsetri. Stilt og friðarligt í andsøgn við hóttandi illveðrið seinastu nógvu dagarnar. So er tað aftur shotgun til Havnar við Vatninum í bakspegilinum.