So var fyrsti partur av lyst sendur í sjónvarpinum. Ein mentanarsending hvørt fríggjakvøld eftir Dag og Viku, har Finnur Koba er vertur og klippari, Hallur Thomsen filmar og Petra E. Mikkelsen ger grafikkin.
Trý fólk, sum lystiliga dekka listina í eitt korter ella so, í kvøld sekstan minuttir. Fantastiskt.
Men fyrsta, ið slær meg, er hvussu nógvir blankir deyðir flatar eru í øllum skrivstovum í allari verðini. Tað er mín ræðsla, tá eg skal taka eina mynd á eini skrivstovu, skúlastovu ella bókasavni. Øll rúm eru frá skaparans, tað er arkitektsins, hond so kalliga fløt, at eg sjálvur fari beinanvegin at leita eftir urtapottum og øðrum kitsj at fjala stranga arkitekturin, ið eisini gongur undir navnini Scandinavian design.
Men tá Hallur zoomar inn á Koba, og vit bara síggja vinnulívið í Norðragøtu aftanfyri, tá síggi eg tað, sum er uppaftur ljótari. Tað er sum at sigla inn á Klaksvík og Tvøroyri. Tað ber ikki til at siga, at bygningarnir venda reyv, tí tað er ein organiskur likamspartur, nei hetta er ein hvítur flati, ið er sum at ganga á inlandsísinum, bara uppeftir, púra eindimensiónalur. Her er eingin vælkomin.
Tí er tað ein hugvekjandi avbjóðing, at kjakevnið, sum Koba kastar út í fyrstu sending er Nykurin á Vatninum har vesturi, har tey ikki kunnu semjast um tvey nøvn, og tí brúka eitt triðja. Eg haldi borðflatarnar og húsaveggirnar vera munandi størri kitsj. Soleiðis kann eitt kjakevni festa í eitt annað. Frálíkt.
Og so var tað hugvekjandi at hoyra ein útlending, sum hevði lært seg føroyskt. Tað er altíð hugtakandi, tá fólk læra seg nakað, sum gevur lítla globala nýttu og enn minni meining eftir vanligum handilsligum máti og máli. Tá er tað, allar helst, av hjarta og ongum øðrum. Nemandi.
Og so er tað hatta við nýggjárskonsert. Í mínum hugaheimi er ein og hvør nýggjárskonsert, hvar hon so er í øllum heiminum, tað bera kitsj. Men eitt fornøjiligt kitsj. Gamaní við onkrum nýggjum, men í høvuðsheitum forútsigiligt hvørja tí einastu ferð. Tað er væl saktans grunddefinitiónin av kitsj.
Men Jens L. Thomsen dró saman um og klæddi nýbygdu kommunuhúsini í ljós og ljóð meðan myrkrið lá. Fantastiskt.
Besta við eini mentanarsending er at hon, umframt at hava eina greiða grafiska innanrútmu, er afturvendandi. Tað gleði eg meg til. At hon bara er eitt korter og telur so fá framleiðslufólk, er ein public service avbjóðing av teim allar sjáldsamastu. Men í kvøld lukkaðist teim trimum undir ábyrgd Barbaru at fáa avmálda fongin í land og væl hagreiddan. Einfalt, greitt og staðbundið, men tó við greiðum listaligum boðum um gott og minni gott.
Frálíkt fyrsta lystakast.