Skip to main content

Røddin aleina


Fyrsta eg minnist av Útvarpsrøddum var Tonglatummas, ið las um uppreisturin umborð á Bounty. Eitt aldubrot av eini skøvaðari grammofonplátu innleiddi upplesturin í nøkur sekund. Minnist ljóðmyndina, sum var hon í Dolby umfarsljóði, sett í karm av Kurosawa við samuraisvørði á Kyrrahavsstrondini. Stórbært og fevnandi.

Seinni komu jólamenn í Útvarpið, sum allir høvdu rødd av Sandoynni. Allir sum ein. Ikki av skarpastu knívum í mentaskuffuni, fyri ikki at siga pillbýttir. Men æviga stuttligir í teirra júkandi tvørballsframburði.

Seinastu árini hava ymsir Útvarpsmenn, ið ikki eru jólamenn, spælt gamlar føroyskar grammofonplátur. Hóast stak ymsir persónar, bæði í aldri, útbúgving og lokaliteti, hava allir til felags eina undarliga messandi rødd, sum er púra fastfryst. Havi hugsað við mær sjálvum, at kanska finst ein serligur skúli fyri menn, sum fullmánanætur spæla svartar føroyskar grammofonplátur og læra at messa. Grammofonplátumessa.

Ikki er hetta eitt aldurdómstekin, tí eingin av hesum er gamal at rokna, haldi eg. Ja, yngstu Útvarpsfólk sum dekka nútíðarmikrofonina frá morgunstundini, kunnu eisini ljóða sum steina tey við orðum, ið flúgva út í rúmið, so tú mást flyta teg fyri hátalaranum, meðan onnur eins ung kunnu drynja sum Marius Johannesen, tá hann fyri hálvari øld síðan læs Feðgar á ferð.

Natúrliga og ikki sørt sjarmerandi er týðuliga aldrandi veðurmaðurin hjá Útvarpinum, sum um morgnarnar letst tala beint fram við staðbundnari dialekt, men týðuligani lesur skrivaða orðið upp, ikki í studio, men í heimatelefon. Tað er so løgið, at eg fati tað sum eitt djarvt og stílskapandi retro-átak, sum fer ígjøgnum tíð og rúm í nútíðar Útvarpsarbeiði.

Og so koma Útvarpstíðindini og tú varnaðist ikki, hvør tað var, ið las, tá liðugt var. Tá er røddin góð, tí hon tekur ikki ljóðmyndina og kíkar hana ikki inni í sær sjálvum, men bara er ein miðil at flyta tíðindini fram fyri lurtaranum. Einki annað. Tað er, um mikrofonin er tendrað. Tað var hon ikki hjá Sjónvarpsvertinum í kjakinum í kvøld. Løgið, at ljóðmaðurin ikki skuldi varnast tað.

Fyrstu ferð eg og ein annar útvarpsmaður vóru inni í Danmarks Radio, tað mundi vera á Rosenørns Alle í august í 1980, tá vísti ein føroyskur journalistapraktikantur okkum runt í upptøkurúmunum. Vit sótu í sendirúminum meðan TV Avísin varð avviklað, og sluppu at siga okkurt í Neumann mikrofonina, meðan tað lýsti reytt í ljóðdeyða rúminum við síðuna av. Tá peikaði føroyingurin á eina starvslýsing, sum hekk á bróstinum. Niðast stóð við skákskrift: Ansættelse forudsætter tilfredsstillende aflagt mikrofonprøve.

Skilligt er, at tílík krøv eru ikki til longur í Útvarpinum. Kanska tí, at pressan verður bundin niður av skrivaða orðinum, og eingin gáar um talaða orðið.

Eftir stendur Útvarpsrøddin - aleina.

Soleiðis er við henni hjá monnum og kvinnum í Varpinum. Tað er bara hon sum hoyrist, tað er bara hon, sum er til staðar. Nektað í Savninum til ævigar tíðir.