Um dagarnar møtti eg hinum ídna Steintóri úr Klaksvík. Vit tosaðu um tað djúpu idignasjón, sum fólk á Facebook løgdu á blik, nú hann hevði skrivað enn eina krimisøgu, Horvna rósan (Innskot 2018).
Har var okkurt, sum tendraði so mikið, at navnsnevnd fólk á Facebook gjørdu fiktivu krimisøguna realistiska og tóku hana til sín. Áhugavert, at identifikasjónsfaktorurin riggar so væl. Og so hendir tað ónevniliga, at høvundurin gevur mær bókina, feska úr afturfallinum í mentatúninum í Havn. Nú noyðist eg at lesa. Eina krimisøgu av øllum illum. Fýrahundrað blaðsíður av tíðsfordrívi hjá fínafrúm á feriu. Óunnuligt at verða skvisaður inn í tað segmentið. Puff.
Við skákskrift skrivar mordarin millum kapitlarnar, hvat hann hevur í hyggju. Men innan vit koma til ákæru og dóm í hesi whodonit søgu, eru nógvar kompromiterandi hendingar, sum tit krimilesarar helst elska at arbeiða tykkum fram í móti.
Í meðan koma í míni sjón stuttligir søgubitar upp at blása, og renna seg á kav í nútíðarsamfelagnum. Hóast alt fer fram í ónevniliga høvuðsstaðnum, er tað Norðvík, ið er heimstaðurin. Vinkonurnar skulu í stóru bindiklubbaveitsluna, og har skal ein talari finnast. Hatobjektið nummar eitt, Inga, verður spurd, og hon játtar. Fimmtúsund krónur fær hon afturfyri. Henda lítið sjáldsama sankenning at fáa nakað afturfyri útinta uppgávu í úrtíð, hongur í luftini sum eitt órímiligt krav frá morðgírigu Ingu úr høvuðsstaðnum, meðan jetsettararnir í Norðvík ferðast í onnur lond at gista, hugna sær - og kanska arbeiða eina løtu, meðan gleðisgenturnar bíða. Verðin er teirra arbeiðspláss. Mótvegis høvuðsstaðnum eru hetta teir sannu kosmopolittarnir, ið skapa land. Men hov, nú peningaupphæddin til Ingu gjørdist eitt evni, hvar fóru so ferðaseðlarnir, dagpengarnir og hotellrokningarnar til jetsettararnar úr Norðvik? Hvør rindar fyri tey, ella eru tey bara føddir freeloaders í veiðimannasamfelagnum?
So er innihaldsliga støðið lagt. Skrivingarlagið er skjótt, ofta væl observerandi, men eisini gamaldags, serliga tá sexsenur við hini graðu politistafrúuni, Anitu, skulu lýsast. Nú kallaði seingin, verður sagt tá mest stendur á. Her er stórsta potentiali at bøta og tillaga skrivingarlagið til ein nútíðarform. Gjøgnum bókina verða akkurát hesi viðurskifti eitt sindur meira sansalig.
Men innbjóðandi skrivingarlagið í observantu nútíðarsøguni heldur bráddliga uppat at verða stuttligt og breitt málandi. Tað snørir seg saman sum ein inniklemmaður fretur um eina misnøgd, ja beinleiðis hatur, móti allari mentanarligari fyrisiting og útdeiling úr ónevniliga høvuðsstaðnum í hesum lítið fiktiva ríki.
Vit hoyra um vællýdda klaksvíksbólkin Krút, sum ikki sleppur í Rokksøguna, hóast tey lokalu elska hann á Summarfestivalinum, og vit lesa við, tá prestur skrivar prædikuna við støði í skriftorðinum um, at tey sum hava skulu fáa meir, og tey sum einki hava, teimum skal verða tikið frá. Vit hoyra um reyvarholsleiðsluna í Føroya Mentan og um kreppufund í LIME, har listafólkasambandið møtist, nú ytri viðurskifti gera tað neyðugt. Í rundkredspetagogikki skulu øll hoyrast, eisini filmsmakarin, sum hevur filmað brádeyða skaldið, og vil hava endugjald fyri spilta tíð, nú objektið lá lík og ikki bar til at gera filmin lidnan. Var hetta Pipar & Salt, so hevði eg grinið hart. Heilt hart. Men hetta er hin ramasti rithøvundaálvari. Vit hoyra um høvuðsstaðarfólk, sum uppá landsins besta fara á bókamessu í Frankfurt. Har havi eg ofta verið og henda nýsatira í krimiformi festir í ein tanka um skaldskap og tíð, sum eg meir enn so havi upptonkt millum hillarnar á júst hesi heimsins størstu bókamessu. Høvuðs- og heiðursgestur tað eina árið var ein brasilianskur høvundur, ið øll síni ár hevði skrivað á portugisiskum, sum rímiligvís er málið har í landinum. So varnast umheimurin hansar tekstir, hann verður týddur til øll heimsins mál og seldur í milliónauppløgum. Og her liggja tær allar fantastisku bøkurnar, sum av fyrstan tíð blivu til við einsama skriviborðið hjá einum einsamallum manni. Um til ber at máta ta tíð, hann brúkti at skriva upprunabókina, fáa hana rættlisna, ritstjórnaða, myndprýdda, prentaða, innbundna og lagda fram í heimlandinum, og síðan selda, týdda og prentaða á útvið hundrað málum úti í verðini umaftur og umaftur, og – her kemur kjarnin í málinum – at máta, hvussu nógv tíð varð bundin, ikki bara hjá prentarum, men hjá hvørjum tí einasta bókalesara úti í heimi, ja í allari verðini, sum Atlas bar á rygginum oman og niðanbrekku, so hevði onkur øtast um hina samlaðu brúktu tíðina at lesa eittans bókaverk í alheiminum til eina og hvørja tíð. Er lesing annað enn tíðarbinding? Hvussu nógva tíð slapp suðuramerikanski høvundurin at binda í øllum heiminum og hvussu nógva tíð ætlar hann framhaldandi at binda? Forloysti hann nakað menniskja í hesari binding? Ella varð tað øvugt? Bant hann lesaran niður í eini reklamuherferð fyri nøkrum heilt øðrum, sum eg ikki visti av, fyrr enn eg fekk hana uppá avstand, bókina?
Reklamuherferðin í hesi bókini er ein haturstala móti høvuðsstaðnum. Eitt uppkók av misnøgd í Norðvík yvirfyri øllum tí, sum fyriferst í høvuðsstaðnum.
At hetta var ein krimisøga fangaði ikki mín áhuga so nógv, sum haturin mótvegis høvuðsstaðnum.
Men inn ímillum eru briljantar lýsingar av mishepnaðu viðurskiftunum millum ættarliðini, og hvussu skeivt alt kann ganga, tá egoistiski foreldraparturin er hin ráðandi og einasti at virka á samfelagsligari fold, uttan at varnast barnið, sum liggur eftir, veksur til og gerst í besta føri hora í Kjøtbýnum, fjart frá fráverandi mammuni, sum heldur einvegis fyrilestrar. Hetta er ein styrki í søguni. Ein styrki, sum úrklipt kundi fylt eitt stórt samtíðarhol í føroyskum skúlabókmentum. Saman við Bommhjartanum og Fractura nasi er hetta samtíðar tekstur, sum eg vildi mælt til at brúkt sum tema, tá umræður viðurskiftini millum ættarliðini í okkara tíð í undirvísing í hádeild og á miðnámi.
Og so eru tað orðini, sum høvundurin so snildisliga gandar fram. Fyrstu ferð eg síggi orðini Frændaveldi, svikalist, mentanarmafian og kulturklikan at lýsa eina eksluderandi mentaverð á heimrustini. Og so er tað hin graða, sum til morgunmatin er so syndaknept. Onnur sjáldsom orð eru manssystur, at ein tylvt at limum í LIME í Havn vóru møtt til mentakreppufund og at koyrt verður í einum gipi. Krimisøga er, so orðið fingrafar er eins sjálvsagt og fótafar, og alibi er fráveruprógv. Orðini, ið lýsa kvinnuliga høvuðsfigurin, eru: mentanardrotningin, sum verður einaræðisdrotningin og so tann sannkenning, at hjá sama figuri er tungan eitt vælbrýnt dreparablað.
Liðugur at lesa nýggjastu krimisøguna úr Norðvík, Horvna rósan, kveiti eg á Facebook, og síggi fyri vist, at fiktiva krimisøgan er slettis ikki liðug. Hon heldur fram millum óð konufólk á Facebook. Nú hava tey sæð nýggja filmin hjá Lars von Trier. Men tá eg spyrji, live í nútíðarsamtíð, um tær hava sæð filmin, er svarið nei. Tú kanst fara til Cannes at síggja hann ella finna hann á Pirate Bay, er svarið frá óðu mentakonuni, sum altso ikki hevur sæð filmin, men ikki aftrar seg fyri at hata filmin, Trier og øll mannfólk, sum á Facebook siga seg ætla at síggja filmin.
Skilligt er, at Steintór hevur rakt nakað í føroysku fólkasálini beint nú. Ein friðleys øði, sum í høvdinum á summum hevur kjøtiliga miðdeplin í Norðvík, og vendir sær í ómegd og hevnisøku móti høvuðsstaðnum, har tey eitast at definera, hvør er inni og úti á mentapallinum. Halda tey, tey í Norðvík. Eg haldi heldur, at óðar dramaqueens á Facebook eru nýggja gullnámið at skapa føroyska fiksjón burturúr.