Norðurlandahúsið skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 23. februar í 2019, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar.
Í tíðindaskrivið í dag sigur Norðurlandahúsið, at Geytatiltakið er heilt vist best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.
Um forsøguna til Geytan verður sagt, at tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum filmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt. Niðanfyri sæst abbasonurin, David, sum eftir uppskoti, frá mammuni, Astrid, tilvirkaði standmyndina.
Tiltakið, sum skuldi vísa eitt úrval av aktuellari føroyskari filmsgerð, varð fyrstu ferð hildið undir navninum Geytin í Norðurlandahúsinum fyri jól í 2012.
Eina tíð vóru trettan ymsir biografar í Føroyum og føroyingurin gekk sambært Ríkisumoðsmanninum oftari í biograf enn allir skandinavar. Í Norðurlondum vóru tað bara íslendingar, ið gingu oftari í biograf enn vit. Men allar bygdir høvdu ikki biograf. Og nú koma vit til Geytan og mannin, sum Føroya fyrsta filmsvirðisløn er kallað upp eftir. Tað er kollfirðingurin og agronomurin Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985. Meðan hann læs í Danmark giftist hann har og fekk sýnir, har av eg kenni ein, Bjørki Geyti. Hann giftist Astrid, sum sniðgav Geytastandmyndina.
- Helst hevur hann havt bjartar vónir um, at ein landbúnaðarstøð lat upp í 1950’unum í Kollafirði, men long tíð skuldi ganga til tað ynskið gekk út, sigur Bjørki. - Ivaleyst skuffaður tók hann í 1959 í staðin á seg at standa fyri einum kampingplássi í Blokhus, kenda frítíðarstaðnum í Jútlandi, nærmasta farleiðin til Føroya, tá tú ikki býrt í Føroyum. Har stóð hann fyri øllum virksemi til hann bleiv sjúkur í 1977, sigur Bjørki og leggur afturat, at lukkutíð var arbeiðið í Blokhus árstíðarbundið, so vetrarnar, vár og heyst, kundi pápin ferðast í Føroyum og vísa film, fyrst svart-hvítan uttan ljóð, og seinni við bæði liti og ljóði. Frá Farornas Ø hjá svenska Nordenskjold í Skúgvoy í 1929 og Fy & Bi frá 1921 til 1940, minnist Bjørki.
Sjálvur havi eg sæð Geytan víst film í Dansistovuni á Eiði umleið 1971, tá hann vísti The Scarlet Pimpernel, Den Røde Pimpernel, giti tað var útgávan frá 1934 við Leslie Howard. Bjørki heldur, at seinasta filmssýning Geytin hevur havt í Føroyum mann hava verið í Fuglafirði í 1976.
Men innímillum tók Geytin sjálvur film upp. Bæði úr Føroyum í hoyna, og frá eksotiskum ferðum í Ísrael og Marokko. Í Danmark helt hann so fyrilestrar í føroyskum búnað, sum á myndini niðanfyri, við filmi og myndum afturvið. Í dag eru hansara upptøkur, bæði filmar og fotomyndir, lætnar Forngripasavninum.
- Á henda hátt bleiv filmur lívslinjan av kampingplássinum í Blokhus og heim til Føroya. Tí eri eg fegin um at tit funnu uppá at kalla Føroya fyrstu filmsvirðisløn soleiðis - Geytin, sigur Bjørki.
Her er Herálvur Geyti (1914-1985) avmyndaður í Odense eftir ein fyrilestur. Sonurin, Bjørki, eigur myndina, sum fotografurin Ditlev Jensen tók í Odense.
Umframt Geytavirðislønina, sum dómsnevndin hevur handað, hevur Mentamáladeild Tórshavnar kommuna hvørja ferð handað Áskoðaravirðislønina, sum tey møttu velja.
Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Í 2018 vann Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, Geytavirðislønina fyri 111 góðir dagar.
Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016 og Maria Tórgarð fyri Maðurin við blæuni.
Hvørt ár hevur Geytadómsnevndin bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur.
Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi, finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond og í fjør varð fyrsti filmsleikstjóri boðin við í Geytadómsnevndina. Tað var íslendski Hlynur Pálmason.
Geytavirðislønin er 30 000 krónur og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu er 25 000 kr.
Finnur Koba hevur verið vælupplagdi verturin hvørja ferð Geytin hevur verið handaður í Norðurlandahúsinum.
Geytin verður byrjanarskotið til eina lítla viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum, tá filsmfestivalurin Tóff fer av bakkastokki.
Norðurlandahúsið kunngerð í dag, at tey,sum vilja verða við at ríka um spírandi føroyska filmsskattin, kunnu senda filmar inn til ársins filmstiltak, Geytin 2019.
Filmarnir verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.
Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2019 er tann 3. desember 2018. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 4. januar 2019, eru hesi:
1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.
2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
3) Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.
4) Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 23. februar 2018.
5) Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.
6) Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD.