Skip to main content

Filmur skal síggjast í biografinum


Filmur skal síggjast í biografinum, tað er Fågelfangarens son dømi um. Sá hann í Filmsfelagnum í fullsettum sali í Havnar Bio í gjárkvøldið við góðum ljóði og ljósi, og heilt okay sessum, mitt millum øll hini, sum livdu við í filminum, ið dróg á alt tað kenda við søguni úr Gásadali, og eitt sindur afturat, sett í tíðarkarm fyri meir enn hundrað árum síðan og longur aftur. Filmurin er samantvunnin á svenskum, donskum, fronskum og føroyskum, við einum samanbitnum bónda og pápa sum í Før frosten í miðdeplinum, við einum ágangandi norðmanni, sum í Barbara uttanum sum ein fluga, og í litseting sum í Tro, håb og trolddom í bjørgunum. Omanyvir søguni sveimar svenska Livia og knýtir alt saman, hóast koblingarnar ikki altíð blíva so, sum hon vil. Hon stendur í skuld til Esmar, sum einaferð bjargaði henni, helst um sama mundið sum Sámal var maki hjá Jóhonnu. Nú er tað garðurin uppi í dalinum, sum bara eitt dreingjabarn kann bera víðari, hóast tríggjar døtur eru. Tí eru tað børnini, ið bera søguna og skapa framdrift. Tað gera tey eisini við bravur, bæði við at leypa á sjógv og at hótta nýfødda dreingjabarnið við einum køvandi kodda. Ein hugtakandi meldursøga í hugtakandi biografhøli, í hvussu er tá tað er fult og minst ein rekkja við slekt úr Gásadali er við. Tí filmur, tá hann er bestur, er hin forførandi illusiónin av tí, sum kanska var, men í hesi løtu verður gandað upp fyri okkum ljós livandi og ítøkiligt, ikki minst eftir nærverandi inngangin hjá Daniellu um søgnina og hvussu tey í hennara húsi hava borið hana víðari, so hon livir enn, og tú fatar umhvarvið av eini søgu um ættleiðing. Hesa løtu í Havnar Bio í gjár var Fågelfångarens son hin perfekta upplivingin við fullum stigatali. Men tá standa sól, máni og øll himmallikan í perfektari støðu millum lørift, meg og øll tey møttu. Soleiðis er filmur í felag. Gásadalsfilmurin gongur eina viku afturat í Havnar Bio. Far og hygg!