Hóast grátt og sjey stig í luftini, er summarið komið. Ýtið er hvørt ár Norrøna, sum er komin til Havnar við somikið av húsvognum ávegis til Íslands, at nú er fyrstu ferð fult á kampingplássinum yviri við Strond. Tá er summarið byrjað.
Við í mátinum er eisini at summarferiulistar eru komnir upp at hanga á arbeiðsplássum, og fóbóltsdystir móti Spania og Noregi gera tað neyðugt at seta skelti upp úti á Reyni í Havn, har tað síðani Katrin Ottarsdóttir gjørdi filmin Atlantic Rhapsody í 1989 hevur verið ein trupulleiki, at forvitin ferðafólk gløa inn í søguligu sprossavindeyguni, sum var tað eitt frílandsmuseum við statistum innanfyri. Nú krevja tey, sum til dagligt búgva úti á Reyni, respekt.
Tekin um at summarið er byrjað er afturvendandi Mentanarnáttin fyrsta fríggjakvøld í juni. Skráin er blivin so stór og fjøltáttað, at ikki er hugsingur um at fáa alt við. Tí hugdi eg í drúgvu skránna at finn eitt tiltak á eini adressu, sum eg ikki havi sæð áður.
Tiltakið fann eg út á Landavegnum 32, har lítið prangandi skeltið Brewing Art stendur framman fyri bryggistoltleika havnarmanna, Restorff's bryggjarí, sum stavar frá 1849, men sum fyritøkan Frost nú eigur.
Her hava Gurilla x Ellivu, tað eru Guðrið Syderbø og Maria Smith, framsýning í ráu hølunum fyri endanum á brøttu trappuni. Keypir tí eitt prent frá Mariu, sum sæst til vinstru, so fært tú grundmotivið, upprunaposan, sum hongur innast á vegginum, við í keypinum. Lokið á gamla bryggiketlinum sæst mitt fyri á myndini.
Eftir hesa óvæntaðu og uppliftandi vitjan við Brewing Art hjá Restorff's er klárt at fara heim eftir Landavegnum, oman brekkuna og framvið øllum húsunum, sum eru livandi partar í Bommhjartanum hjá Jóanesi Nielsen, sum nú fæst í danskari týðing, og eg enn havi á innaru eygalokunum, so visuell og væleygnað er henda norðuratlantiska krønika at gera til film. Sanniliga, summarið er komið til Føroya.