Skip to main content

So grundleggjandi er menniskjansliga lívfrøðin


Tá bókaklubbar vóru í hásæti, var henda bókin hin mest spennandi. Har greiddi Desmond Morris frá um menninskjansliga atferð tá tey møtast, heilsast, krámast og parast. Akkurát sum dýrini. Og tað var ikki so løgi, tí bretski Morris er zoologur, sum bleiv kendur í 1967 við bókini The Naked Ape, har hann viðgerð, hvussu menninskjansliga lívfrøðin skapar okkara mentan, har fyrsta stig er lógvatakið.

Nøkur ár herfyri var almenn móttøka í býnum, tí fyritøkan hevði fingið nýggjan stjóra. Eg eri boðin við og støkki inn á gólvið. Stjórin fær eygnasamband, rættir armarnar út og ger eitt innbjóðandi chassé stig. Eg lati meg fella inn í føvningin, leveri eitt varisligt klemm, og signaleri við høgru hond á herðablaðið, at nú er liðugt. Vit traðka hvør til sítt og næsti í røðini ynskir til lukku við nýggja starvinum.

Henda nýkomna interpersonella klemmimentan hevur altíð tykist mær ikki bara høsnut, sum í kólandi djóragarðinum, men eisini menniskjansliga óunnilig. Sum frá leið uppdagaði eg, at klemmimentanin var nakað heilt annað. Ein stilltigand atferð at solda dumbu frá bosi og ítøkiliga at definera, hvør var inni og hvør var úti. Markamótið var klemmingin og hvussu hon hepnaðist hjá pørtunum at brúka. So grundleggjandi er menniskjansliga lívfrøðin.

Nú hevur koronasmittan skrivað hana út úr okkara atferð og mentanarsøgu. Uppá null komma niks. Einki lógvatak, einki krám. Út við allari grundleggjandi menniskjansligari lívfrøði, soleiðis sum vit higartil hava kent hana.

Blaðstjórin á Weekendavísini, Martin Krasnik, skrivar serstakliga vælupplagdur í mentaískoytinum hesa vikuna um júst lógvatakið í eini koronatíð: “Håndtrykket er den første berøring af et fremmed menneske. Den kontakt inkarnerer hele den vestlige civilisation, ja, ikke blot den vestlige, men den menneskelige som sådan, og derfor handler alle verdens sociale færdselsregler om fysisk nærhed til fremmede.” Yvirskriftin er May The Lord Open, sum er ein kvinnulig tænastuheilsan um eggloysn í filmaðu søguni hjá Margaret Atwood The Handmaid’s Tale. Lívsøra yvirstættarkonan, ja og maðurin eisini, kann brúka hana at føra ættina og harvið maktina víðari í eini dystopiskari framtíð. So grundleggjandi er menniskjansliga lívfrøðin.

Heimasíðan hjá Vinnuhúsinum hevur nógvar frálíkar greinar undir yvirskriftini Støðan í Vinnuni. Ikki stendur, hvør skrivar fyri Vinnuhúsið, men endamálið er at lýsa, hvussu limir teirra klára seg í koronukreppuni. Stjórin í Nudlavirkinum, Niels Uni Dam, er ein teirra. Hann sigur í greinini, at “arbeiðið kann sum so væl gerast heimanífrá, men tað er torført at halda fólk motiverað, tá tey sita heima. Kreativt arbeiði er trupult, tá mann ikki situr saman. Tað gekk bert ein løta, so varð eitt nýtt forrætningsøki ment yvir ein kaffimunn, tá starvsfólkini hittust aftur. So tað hevur stóran týdning í hesari bransjuni at kunna sita saman og menna hugskot.” So grundleggjandi er menniskjansliga lívfrøðin.

Í meðan møtast vit og eru saman í tryggari fjarstøðu. Til hin grundfesta menniskjansliga lívfrøðin brestur og blakar alt mátahald yvir borð. Gudviti, um tey longu vita tað, tey ráðandi.

(Illustrerandi myndin úr Norðlýsinum er tilvildarlig)