Skip to main content

Henrik Kaufmann - “I kongens navn”


Inngangur hjá Hans Andrias Sølvará, sum er dekanur og professari í søgu á Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparseturi Føroya, tá Filmsfelagið mikukvøldið hin 12. august sýndi nýggja danska filmin “Vores mand i Amerika”:

Tá ið Danmark varð hersett av Týsklandi 9. apríl 1940 vórðu umboðsfólk Danmarkar uttan fyri tað hersetta Danmark sett í eina tvístøðu, sum veik frá støðuni hjá eitt nú umboðsfólki Noregs. Danska stjórnin valdi at vera sitandi og samstarvaði við týska hersetingarvaldið, meðan norski kongurin og norska stjórnin rýmdi úr Noregi til London, har stjórnin arbeiddi saman við bretum um at fría Noreg frá týska hersetingarvaldinum.

Sendifólk Noregs í øðrum londum kundu tí vera trúgv mótvegis norsku stjórnini, sum var í útlegd í London, og samstundis stríðast saman við teimum sameindu ímóti fasistisku samgonguni. Sendifólk Danmarkar komu hinvegin í eina tvístøðu, tí tey antin máttu umboða eina stjórn, sum samstarvaði við fasistisku samgonguna, ella eisini máttu tey leggja sjógv millum seg og tað donsku stjórnina, sum tey umboðaðu.

Carl Aage Hilbert amtmaður í Føroyum, sum vórðu hersettar av bretum 13. apríl 1940, valdi at umboða donsku stjórnina og tað gjørdi danski sendiharrin í London, Eduard Reventlow, eisini.

Hóast bretar høvdu sagt, at teir fóru at lata Føroyar aftur til Danmark eftir kríggið, so var tað greitt, at mark var fyri, hvussu tætt danska stjórnin kundi samstarva við týska hersetingarvaldið, uttan at tað fekk avleiðingar.

Hetta gjørdist greitt í november í 1941, tá sitandi danska stjórnin eftir trýsti frá týska hersetingarvaldinum undirskrivaði tann fasistiska Anti-kommintern sáttmálan, tí tá gjørdist Danmark formliga fíggindi hjá teimum sameindu – Stórabretlandi og Sovjetsamveldinum.

Tá sleit danski sendiharrin í London, Eduard Reventlow, sambandið við sitandi donsku stjórnina í Keypmannahavn.

Føroyska fullveldisrørslan brúkti hinvegin íkomnu støðuna til at vísa á, at Danmark ikki longur var til sum ríki, og at alt vald í Føroyum var fallið aftur til føroyska fólkið, men tað góðtóku bretar, sum høvdu hersett Føroyar og m.a. vóru farnir í kríggj fyri at fría Danmark frá týskum yvirræðið, kortini ikki.

Bretar høvdu eina aðra støðu í Íslandi, sum teir vistu hevði fingið fullveldið í 1918, og sambært íslendskum søgufrøðingum eggjaðu amerikanarar í 1944 íslendingum til at taka endaligu loysingina frá Danmark.

Tann spurningurin, sum móti krígsenda gjørdist alt meira umráðandi var, at tær norðuratlantisku oyggjarnar fingu øktan hernaðarligan týdning. Tí gjørdist tað umráðandi fyri tey sameindu og USA, ið eftir japanska álopið á Pearl Harbour í desember 1941 beinleiðis varð komið uppí kríggið á sameindari síðu, og hevði stóran áhuga í Grønlandi, at norðuratlantisku oyggjarnar komu við í eina vesturlendska hernaðarsamgongu eftir kríggið.

Filmurin, sum vit skulu síggja um eina løtu, snýr seg um danska sendiharran í Washington, Henrik Kaufmann, sum undir øðrum umstøðum og fyritreytum valdi aðra leið enn m.a. amtmaðurin í Føroyum.

Kaufmann sýtti longu 9. apríl 1940 fyri at umboða donsku stjórnina, sum hann ikki helt hevði møguleika fyri at virka frælst, og valdi tí at stríðast móti fasistisku samgonguni úr Washington, eins og norðmenn gjørdu úr London. Hann virkaði samstundis fyri, at USA fekk ein týðandi leiklut í Norðuratlantshavi undir og eftir kríggið.

Eg havi ikki enn sæð filmin og veit tí heldur ikki, um hann nemur við føroysk viðurskifti, men virksemið hjá Henrik Kaufmann hevði eisini týdning fyri Føroyar, og tað er tann vinkulin, ið eg ætli mær at siga nøkur orð um her.

Á veg til London í juni 1940 var norski uttanríkisráðharrin, Halvdan Koht, í Føroyum í nakrar dagar, har hann tosaði við leiðandi føroysk fullveldisfólk – m.a. við Jóannes Patursson. Tey vóru samd við Koht í, at norskar herdeildir áttu at avloysa bretsku herdeildirnar í Føroyum. Føroysk fullveldisfólk hava helst av røttum mett, at tað fór at vera lættari at seta á stovn sjálvstøðugt føroyskt ríki við bert norskum herdeildum í oyggjunum. Ætlanin hjá Koht var hinvegin at slóða fyri, at Føroyar eftir kríggið komu undir Noreg.

Koht og eftirmaður hansara, Trygve Lie, sum seinni gjørdist fyrsti aðalskrivari í ST, arbeiddu eisini í London fyri, at Føroyar eftir kríggið skuldu koma saman við Noregi.

Meðan Koht virkaði fyri tjóðskaparligum norskum áhugamálum, so virkaði Lie eisini fyri, at Føroyar eftir kríggið skuldu vera liður í verjuni av m.a. Noregi.

Fyrst í 1941 skeyt Lie upp fyri bretum, at eftir kríggið skuldu Bretland, USA, Kanada og Noreg ganga saman í eina norðuratlantiska hernaðarsamgongu við hernaðarstøðum í Føroyum, Íslandi og í Grønlandi, har Ísland kanska skuldi luttaka sum sjálvstøðugur limur, meðan Føroyar og kanska eisini Grønland komu undir Noreg.

USA gjørdi tað greitt fyri Lie, at USA ikki fór at góðtaka eina varandi hertøku ella nakað, sum broytti verandi støðu Grønlands. Tað var greitt, at støðan hjá USA var, at skuldi nakað annað vald enn Danmark eiga Grønland, so skuldi tað vera USA.

Bretar settu eisini spurnartekin við ynskini hjá Koht og Lie um Føroyar og hildu, at tað var í so bjartskygt at rokna við, at amerikanarar fóru at vera virknir í verjuni hinumegin Atlantshav eftir kríggið.

Men hetta var tíðliga í 1941 og nógv broyttist sum kríggið leið móti endanum og tey sameindu stórveldini, USA og USSR, gjørdust alt meira ósamd um, hvussu friðurin í heiminum skuldi tryggjast eftir kríggið.

Tekin eru um, at bretar, sum høvdu lovað at lata Føroyar aftur til Danmark eftir kríggið, eftir at danska stjórnin í november 1941 skrivaði undir Anti-kommintern sáttmálan, umhugsaðu at hótta danir við at stuðla føroyskum fullveldiskrøvum. Í øllum førum umhugsaðu teir at hótta danir við at stuðla fullveldisrørsluni, fyri at fáa danir at vera meira virknar á sameindu síðuni í krígnum móti nasistisku-fasistisku samgonguni.

Men í Washington virkaði Kaufmann longu í 1940 ímóti føroyskum fullveldi og norskum áhugamálum í Føroyum.

Henrik Kaufmann sýtti sum nevnt fyri at gera eftir boðum frá donsku stjórnini og megnaði, uttan heimild frá donsku stjórnini, 9. apríl 1941 at gera avtalu við USA um verju av Grønlandi – ikki í stjórnarinnar, men “I kongens navn”, sum er heitið á ritgerð hjá Bo Lidegaard um Kaufmann. Við hesi avtalu tryggjaði Kaufmann, uttan heimild frá donsku stjórnini, at Danmark varðveitti yvirvaldsrættin yvir Grønlandi, men prísurin var, at USA fekk rætt til at byggja hernaðarstøðir í Grønlandi. Uttan avtaluna hjá Kaufmann hevði Grønland helst komið undir USA undir krígnum.

Í 1942 gjørdi Kaufmann greitt, at Noreg ikki hevði nakran rætt til Grønland eftir kríggið og hann gjørdi greitt, at eisini Føroyar eftir kríggið og langa tíð framyvir skuldi vera ein partur av donsku krúnuni.

Amerikanarum dámdu heldur ikki norsku ætlanirnar hjá Trygve Lie, sum mintu um ætlanir um at skapa eitt “Stórnoreg” eftir kríggið. Hóast hetta arbeiddu norðmenn framvegis við ætlanunum, og so seint sum í februar 1944 spurdu bæði Trygve Lie og norski krúnprinsurin, Olav, íslendska konsulin, Thor Thors, í New York um møguleikarnar fyri eini samgongu millum Noreg, Ísland og Føroyar.

Ein navngivin norðmaður skuldi beinleiðis havt spurt Thor, um íslendingar kundu hugsast at vilja skift donsku krúnuna út við ta norsku, men Thor hevði vinaliga víst tilboðnum frá sær.

Kaufmann skapti ikki stóra amerikanska áhugan fyri serliga Grønlandi, men tað, at hann við ólýdni móti donsku stjórnina fekk tryggjað Danmark ræðið yvir Grønlandi, fekk helst eisini týdning fyri Føroyar.

Í øllum førum skrivaði Eduard Reventlow stutt eftir fólkaatkvøðuna um loysing í 1946 til danska uttanríkisráðharran Gustav Rasmussen, at Danmark mátti virka fyri, at Føroyar vórðu hildnar innanfyri ríkiskarmarnar.

Grundgeving hansara var, at tá Ísland í 1944 endaliga fór úr danska kongaríkinum, varð leiðin til Grønlands ov long og viðurskiftini við Grønland ov trupul at røkja uttan Føroyar.

At Gustav Rasmussen skilti hetta sæst týðiliga av, at hann hevur viðmerkt NB við júst hesa grundgevingina.

Eftir kríggið virkaði Kaufmann eisini fyri, at USA framhaldandi kundi hava støðir í Grønlandi og at Danmark, sum ikki hevði gjørt stórar skreytir í krígnum, kundi vera millum stovnandi limirnar av ST og NATO. Harvið slóðaði Kaufmann ikki bert fyri, at Danmark slepti gamla neutralitetspolitikkinum, men hann virkaði eisini ímóti norskum áhugamálum í Føroyum og kom við avtaluni við USA 9. apríl 1941 um verju av Grønlandi at styrkja um danska áhugan fyri Føroyum í eini tíð, tá Føroyar eins og Ísland var um at gerast sjálvstøðugt ríki.

Bo Lidegaard vil beinleiðis vera við, at Danmark uttan avtaluna hjá Henrik Kaufmann við USA um verjuna av Grønlandi hevði mist Grønland til USA, og so hevði danski áhugin fyri Føroyum valla verið so stórur í 1946.

Og so er heldur ikki vist, at lagnan hjá Føroyum hevði verið akkurát tann, sum hon gjørdist eftir kríggið.

Hans Andrias Sølvará