Í ár var eitt sjáldsamt høvi at taka hesa mynd á ólavsøku. Ikki tí, í útvið tjúgu ár hava fólk savnast akkurát her, á Doktaragrund at hátíðarhalda tað, sum vit hefta at hugsanini um ein tjóðardag, og hvussu langt vit eru komin í strembanini at skapa skilning fyri hesi hugsan, og síðan at skipa eina føroyska tjóð við undirtøku í fólkinum.
Í gomlum døgum vóru fólkafundir júst her, so komu parkeringsplássini, sum enn standa við, og seinastu árini er tað Unga Tjóðveldi, ið hevur tikið siðin til sín at hava fólkafundir millum søguligu veggirnar, ið minna okkum á, at alt hevur sína tíð.
Møttu vit júst hesum fólkahópi og vistu einki um kontekstin ella savningarmentanina, so hildu vit ivaleyst at hetta vóru nýkomin ferðafólk av einum streymlinjaðum ferðamannaskipi úr nýggja heiminum, sum við munnbindi frammaní komu í land at manifestera ástøðufundin við myndatóli eina evarska løtu fyri vinfólkum í tí fremmanda, rætt sum Marco Polo og aðrir rannsóknandi landkannarar í fyrndini.
Tá høvdu vit helst rikið fremmanda maskufólkið av landinum í stundini. Tí alt ókent undir masku hevur altíð verið ein hóttan ikki minst maskumenn í stiga við lummalykt. Fyri ikki um at tala, tá turrikløð úr fjarum londum, Eysturevropa, Miðeysturi og Norðurafrika, sambært journalistiskum tíðindakeldum bráddliga fóru at hótta okkara tilveru, so vit við støði í fólkavaldum politiskum afturhaldi noyddust at krevja maskuforboð, at síggja, um tað var ein bumbumaður, eitt bumbubarn ella ein bumbukona, ið fjaldi seg handan maskuna, munnbindið og grímuna, at seta okkum heimligu tilveruna í váða.
Men sett inn í rættan og galdandi kontekst, eru hetta álvarsom fólk í Havn, ið hava tikið boðini frá danska landsdoktaranum í álvara, at verja andingarleiðina, inneftir og úteftir, nú tey í skrúð og skreyt møtast á Doktaragrund.
Eftir stendur tann tanki, at heimsins lýsingafyritøkur á øllum marknaðum nú hava fingið ein nýggjan pall og platform til effektivan boðskap - munnrætta munnbindið, ið nú kann seljast sum nýggjur miðil til ófordektan maskutekst.
Í eini pengastýrdari tilveru við merkantilum høgrastýri sum aldri áður, bíði eg spentur eftir fyrsta boði um dagsins tekst á munnbindi.
Hvør verður fyrstur at seta búmerkið á maskuna og seta masku, tekstin og fólkið til sølu? Ein kommunukandidatur?