Í góðveðrinum í dag varnaðist eg, at gamla Skálabúðin hevur fingið nýtt lív. Í staðin fyri at falla í órøkt, ella verða rivin niður, eru húsini sett í stand, so tey síggja út, sum tá handilin var uppá sítt besta. Hetta er mest gleðiliga býarmynd í hesum døgum, nú øll tosa um miseydnaðar býlingar í útryðjuni av býnum. Hetta var eitt ljóspunkt mitt í Havnini.
”At værne det gamle og sætte Skik paa det ny” er eitt orðafelli, sum kann sporast aftur til eitt danskt fakblað, Architekten, frá 1906. Viborg Folkeblad skrivar eisini eitt sindur speiandi í eini søguligari arkitektagrein um Viborg-Fonden: ”Da den i 1948 begyndte sit virke, var det for at »værne det gamle og sætte skik på det ny«. Som det ligger i navnet, var den tænkt som en part, der med sine penge kunne stemme imod, når tilfældet var ved at trække byen i den fejle retning. Sådan kom det ikke til at gå. Den har kun haft ord til sin rådighed.”
Vikuskiftisblaðið hjá Portalinum sigur í morgun, at bústaðir er týdningarmesta mál hjá veljarum til kommunuvalið um seytjan dagar. Ítróttur og mentan eru á niðasta plássi. Eftirsum øll býráð byggja á undanfarnu herðarnar, ber eisini til at siga, at farnu býráðspolitikararnir í Havn hava gjørt mest sum ovmikið við og fyri ítróttin, men einki, absolutt einki, fyri at útvega bústaðir. Tí er alt á gosi í høvuðsstaðnum, har øll vilja búgva, og fyritaksamir vinnulívsmenn við røttu vinasambondum vinda burturúr Karlamagnusarbreyt, sum nú er blivin so trong, at hon er desimerað til tríggjar bókstavir, KMB, meðan tilsvarandi gøtan úti undir Kongavarða enn ikki hevur fingið heitið UKV, hóast litavska modulbyggjaríið er í fullsving, men hálvt so stórt, sum kommunan upprunaliga hevði játtað. Baltic Moduls stendur á litavsku bilunum, Capital stendur ovast á konteynaranum, og ikki slepst undan, at tær kemur til hugs orðini hjá Palla Gregoriussen, um at byggja í lendið og altíð at hava í huga, at her skulu fólk búgva eitt heilt lív, og at hesi arkitektonisku avrik verða standandi æviga langt eftir at vit eru farin. Tá bygt er, kann einki takast burtur. So kargur og náðileysur er veruleikin í lendinum. Aftaná, er alt ov seint.
Snari eg á fótinum, har eg frammanundan stóð og avmyndaði nýggju fasaduna á Skálabúðini henda seinasta leygardag í summarsól, so síggi eg beint inn í kirkjugarðin undir Svínaryggi, har leyvið minnir meg á heystið og lívsins forgeingiligheit. Tá fær danska arkitektaorðafellið ”at værne det gamle og sætte Skik paa det ny”, so sum tey gera í Skálabúðini, eina heilt nýggja styrki.
Fari oman við gomlu lærarahúsunum meðan tey smíða í reyðu húsunum hjá P.A. Restorff, og steðgi á heygnum, har Jógvan á Dul hvønn morgun tekur eina mynd í hvørja ætt. Hesuferð festi eg meg ikki við teir mongu bilarnar á Skálatrøð, men bátarnar, sum eg ikki havi sæð so tættar ein púra vanligan gerandisdag, sum júst í dag. Kanska er tað fyri at fáa tað seinasta av summarinum við. Í nátt missa vit hana, summartíðina, og so tekur vetrartíðin við. Minst til tað.