Fríggjadagin 3. desember letur Jórun Dánialsdóttir Poulsen upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við 50 myndum og 40 koddum.
Eg spyrji, um hon meinar við pútur.
- Nei, sigur Jórun avgjørd. Í skúlanum lærdi føroysktlærarin okkum, at tað æt koddi. Tú kundi siga stovukoddi ella seingjarkoddi. Hitt orðið, púta, merkir hora, sigur Jórun, sum longu nú hevur grundgivið fyri, hví hon sigur koddi. Her hevur hon endurnýtt brúkt gomul slips til koddarnar.
Vit, sum vitja, eru floksfelagar úr barnaskúlanum og hava altíð kent Jórun. Hon er mostur Martin, sum er ein okkara. Vit møtast javnan, og nú vit hoyrdu, at Jórun arbeiðir við nýggjari framsýning, spurdu vit, um vit kundu støkka inn á gólvið í Sílagøtu, har hon býr og arbeiðir. Jú, tað var gamaní.
Fyrst fyri í nýfalna kavanum er turt kjøt úr Bø.
Vit skifta orð um barnaskúla og lenda á, hvussu umráðandi tað er, at verða hildin til í evning og kreativu lærugreinunum ikki minst í rokning. Sjálvur havi eg tað soleiðis, at í fimta flokki helt eg uppat at rokna. Tá endaði mítt talforstáilsi. Og so koma vit til tær fýra broderaðu árstíðirnar hjá Jórun í Sílagøtu.
- Men Facebook fært tú meg ikki út á, sigur Jórun, tá eg nevni Jógvan á Dul, sum er so íðin at leggja myndir úr miðbýnum í Havn út á Facebook, sum er vorðið myndasavnið hjá flest øllum. Sama dag hevði hann avmyndað Jórun, meðan hon var í Smiðjuni í Lítluvík og máldi upp til framsýningina fríggjadagin.
- Eg havi høvdið fult av myndum, sigur Jórun við arbeiðsborðið í kjallaranum. Tú kanst ætla, hvussu nógv eg fekk á skaftið, um eg var á Facebook í staðin. So hetta er mítt val, sigur Jórun, og vísur okkum innrammaðar myndir, við túsundum av stingum, og improviseraðar myndir, hon ger úr endurnýttum tilfari, pappíri og filti innan úr slipsum, og so broderar í hond uttan skitsu frammanundan.
Familjumyndir og savnaðir steinar úr haganum fylla eisini nógv í gongini hjá Jórun. Her er Jórun seks ára gomul saman við Johannes í Miklagarði á Eiði. Aftanfyri er Samson í Pálshúsi. Á litmyndini er Jórun saman við vinkonum frammanfyri reyða skúlanum, har eg sjálvur gekk í 1965, innan vit fluttu til Havnar.
Í innasta kjallararúminum eru koddar við áseymaðum klokkustreingjum og mynstrum, ið hava verið á stólasetrum. Endurnýtsla, sum bæði er vøkur og søgurík, serliga hjá teimum, ið kennast við mynstrini. Her fær hugtakið retro ein nýggjan dekorativan snúning.
Niðri í býnum er kavi og grafikkurin gerst sjónligur í steinløgdum túnum sum her við Ullvøruhúsið, har býarmerkið sæst. Hesir steinar minna meg altíð á heimildarfilmin, sum Dagmar gjørdi um fyrsta aids-sjúklingin. Ein sterk Havnamynd.
Í Steinatúni er jólapyntið sett á veggin sum aldri fyrr á gamla Føroya Banka bygninginum, har Kommunan, Kunningarstovan, Apotekið og Gómagott halda til í dag. Alt hevur sína tíð. Men hetta miðbýarpláss tekur seg heilt væl út, sum dagarnir ganga. Nú klingar tað av stórbýi.
So út á havnarlagið at fáa ein bita í Angus, har sum pylsuvognurin var fyrr. Hølini taka seg væl út og ljóðviðurskiftini inn eru heilt góð. Við dyrnar skal koronapss vísast, men appin virkar ikki. Skal slettast og leggjast inn av nýggjum. Fólkini troðkast í durinum og ikki er tað sørt at fólk vilja geva kunningartøknini eina breiðfokku, nú tað er mest sum teknologiterror at ávara og varskógva um boð, sum kanska ikki eru so eftirfarandi. Tá er gott at fáa ein sjálvgoldnan laksabita frá Bakkafrosti.
Seinasti satsur er uppi hjá Bugli Jensen í Gundadali. Sum árini ganga er hugvekjandi at uppliva ein intaktan tíðarlumma við myrkagrønum veggjaflísum og bidet, sum orðabókin kallar neðrabað. Hví mundi tað vera partur av einum tíðarrøttum baðiverilsi í sjeytiárunum og ikki í dag? Tað er seinasta kjakevni, innan vit leggja lok á hesuferð.