Sum mentabrúkari í Havn legði eg í dag til merkis, at bara tíggju krónur eru á muni, at vitja Listasavnið við føroyskari list í hundrað ár, og síðan at keypa eina kotilett niðri í Irish Pub. Gamaní, eina siðsøguliga eina, ja eina Havnarkotilett við sós og reyðkáli, akkurát sum í Perluni í Vágsbotni fyri hálvtrýss árum síðan.
Annan vegin kann tað merkja, at almenn list verður lítið stuðlað, og roynir at fóta sær í trongum skóm, meðan fólkslig matstovuvinna er væl fyri og nógv vitjað, tí hundraðkrónuseðlarnir sita leysir í lummanum hjá verkamanninum. Júst tað er kenda sitatið frá fyrsta matstovueigara við Steinatún. Um náttina eiga øll ein leysan hundraðkrónuseðil, segði hann, stílskaparin Mouldi.
Í dagsljósi í Havn er ikki traditión fyri at tikið verður saman um, hvussu nógv ein myndlistaframsýning umsetti, tá dyrnar stongdu og alt varð selt, íroknað mentastuðulin til somu framleiðslu. Hinvegin er í sama býi sterk sjurnalistisk traditión fyri at viga og meta um hvørja krónu, sum matstovuvinnan gera sær dalt av, tá alment fíggjaður royndarfiskiskapur í fullum opinleika ger tað møguligt hjá minstulønsvinnuni á matstovum at foredla hýsu og tosk, sum verður sett á seðilin og seld svongum smakkgestum. Tað er javnt og samt ein djúphavssøga hjá miðlunum, meðan hitt ikki er tað. Er tað ein viðfødd stættarsøga, sum samsvorin tíðindafólk í loyndum bera í sær uttan at vita av tí, og í løtum kenna seg tilkallað at halda í hevd, og seta til sølu við gulsvørtum nettospísiseðlum á somu gøtum? Áhugavert, haldi eg, meðan eg tyggi og hyggi eftir Thomas Arge, sum í ár hevði fylt 80. Ikki minni áhugavert, tá ein húsavørður hjá kommununi sigur um eina málningin hjá Thomas Arge, hin besta hjá kommununi, hann sum hongur í forkontórinum hjá borgarstjóranum, at hann líktist akkurát upptakinum við pylsuvognin á ólavsøku.
Hugtakandi, at minnast aftur á, og síðan hugsa um, hvussu ymisklig krøv tú setur til tað, tú tekur í munnin, og tað, tú tekur inn gjøgnum eygað og sodnar tann vegin. Ongastaðni møtast eygu og munnur, sum frammanfyri einum málningi hjá Thomas Arge. Svangur, og aldri mettur, rørandi í lívsins grýtu. Mitt í Havn.
”Landslagið í broyting” er ein so lívsælt stuttlig framsýning, sum skapar nýggjar møguleikar fyri dialogi, meðan tú gongur runt við starvsfeløgum ella vinfólki. Veit ikki, um tað er nýggja uppsetingin, nýggju bólkasamansetingarnar, róligu jarðarlitirnir á veggjunum, ella listarliga svongdin, sum ger tað. Eg skal ikki útiloka, at tað kundi verið aldurin, men samanumtikið hevur tað aldri verið so fjálgt og informativt at ganga frá veggi til vegg og síggja eina temaframsýning í Listaskálanum, og síðan ganga inn í hina føstu framsýningina, har nýggj verk, eisini gávan frá ónevnda útlendska Mikinessavnaranum, hanga beint nú. Mest vitjunarverda stað í Havn og limar tú teg inn í Listafelagið, so er ókeypis atgongd, og tú kanst strika allar órógvandi tankar um kotilett har niðri við havnalagið.