Skip to main content

Óður ferðamaður: gisti í bussi í Sandavági

At ferðast er ikki sum at siga tað. Tað mátti Eugene Fodor (1905-1991) sanna í 1936. Hann var amerikanskur ferðamaður av ungarskari ætt, ið ilskaðist inn á manglandi ferðabøkur, sum vóru eftirfarandi og nyttugar, tá tú skuldi til Evropa. Tí for hann sjálvur at skriva ferðafrásagnir. Úrslitið varð On the Continent - The Entertaining Travel Annual sama árið.

Í dag er amerikanska tænastan, ið eisini dekkar Føroyar sum ein avstingara úr Danmark, kend sum Fodor’s, bæði í bók og á netinum.

Upplýsingarnar hjá Fodor’s eru ógvuliga avmarkaðar og ikki dagførdar. Undir shopping í Havn verður víst til Andreas í Vágsbotni, og sagt verður ikki at Koks er flutt til Grønlands, so hin ferðandi onga Michelinstjørnu finnur í Føroyum. 

Býarbókasavnið í Havn plagdi altíð at hava nýggjastu Fodor ferðabókina og aðrar við á hillunum, ta tíðina fólk enn lósu og lántu bøkur til upplýsandi húsbrúk. Men alt hevur sína tíð.

Á netsíðuni hjá Fodor’s hevur ein anonymur ferðamaður, ið kallar seg Kavehmz_2022, gjørt vart við út av lagi ringu upplivingarnar í Føroyum í summar. Ferðamaðurin hevur tíanverri ongan profil ella slóðir til aðrar ferðir, hann hevur gjørt, og frásagnir hann hevur publiserað. Kanska er hann bara eitt trøll, men helst er tað ikki so.

Undir yvirskriftini “If you love getting ripped off, go to the Faroe Islands!” tekur ídni ferðamaðurin saman um Føroyaferðina við hesum orðum: “this was by far the worst trip of my life”. Hann nevnir Skotland, Ísland og Sveis sum nógv betri ferðamál. Føroyar eru púra óbrúkiligar at ferðast í. Kanska verða tær brúkiligar um tíggju ár sigur hann. 

Millum annað sigur ferðamaðurin seg hava búð í einum bussi í Sandavági, har hann skuldi hava soviposa við fyri ikki at fáa eykagjald. Gistingin er gjørd gjøgnum booking.com, har einki er upplýst um, at tað er ein bussur, sovast skal í. Og so er hann óður inn á delfindrápini eisini. 

Er hetta við gistingini í einum bussi rætt, so ilskist eg við honum. Eisini eri eg samdur við ferðamanninum um gongd í haga og tað tilvildarliga gjald, sum verður kravt fyri at ganga á eini gøtu, sum fyri størsta partin ikki er til, sum hann sigur. Og tað hevur hann púra rætt í. Landsins vegna ilskist eg við honum. Eisini inn á ógrundaðu springaradrápini, hann kallar delfindráp.

Á netsíðuni hjá víðakendu ferðabókini Fodor´s mælir hann fólki frá at fara til Føroya. Tað taki eg so ikki undir við honum í, og kenni ongan sum ger tað.

Her er atfinningarsama greinin hjá útlendska ferðamanninum, sum bara er sloppin at anda frítt í Føroyum. Alt annað kostaði, og tað fleiri ferðir prísin, hann kennir úr øðrum londum.