Í dag bórust deyðsboðini av Amariel Norðoy. Hann varð 76 ára gamal, nú hann andaðist á Hvidovre Hospital, har familian var savnað um hann.
Amariel var føddur í Klaksvík í 1945, og búði í Keypmannahavn.
Í bókini Myndlist í Føroyum (2000) skrivar Bárður Jákupsson, at Amariel hevur serliga havt áhuga fyri tí føroyska deksbátinum, og sipar til Norðan.
Sagt verður, at Amariel ”hoyrir til teir listamenn, ið staðiliga halda seg til eitt fast tema og alsamt umringja tað ígjøgnum eitt lutfalsliga avmarkað úrval av myndaevnum. Tema hansara er umhvørvið í fjøruni og við bryggjuna. Skip og bátar liggja fyri íla, skrokkanna myrka tyngd og bylgjandi linjur ígjøgnum flótandi spegilsmyndir skapa tungar litflatar, ið ganga upp í litríka mótsetningsfulla myndaskipan á ultramarinbláum og pergamentgrønum botni. Ella báturin liggur við bryggju, útróðrarmenn umborð og fólk á bryggjuni eru lutir í yðjandi samanseting. Í útsýninum yvir havnina við meldri av pakkhúsum, neystum, skipsmatrum og lýsandi flotum finst aloftast eitt savnandi linjumynstur, sum ”Mondrians træ”. Myndevnið syndrast í túsund litfagrar blettir.”
Í bókini Livandi List (2008) skrivar Inger Smærup Sørensen eisini nágreiniliga um tøknina hjá Amariel:
Amariel verður grivin í føroyska partinum av Vestre Kirkegård í Keypmannahavn, har bróðurin Niclas eisini er grivin.
Omanfyri og niðanfyri eru nakrar myndir, eg havi tikið av Amariel gjøgnum árini. Friður verður við minninum um vinin, Amariel.