Tað er eitt parkeringspláss í Tjørnuvík. Tað sigur talgilda online skeltið í Haldórsvík, har shuttle bussurin bíðar, um so varð at einki parkeringspláss var, ella eg koyrdi við kampingvogni. So er bussurin til taks, mest sum alla tíðina. Enn er hann tómur.
Úr øllum vinklum er Tjørnuvík eitt fotomotiv, antin veðrið er sum í dag, ella brimið hóttir við at skola og strúka alt omanav. Komin á parkeringsplássið við bygdini framman fyri mær, kann ikki sigast annað, enn at skeltiskógurin í Tjørnuvík er tjúkkur, og eingi ferðandi kunnu siga, at tey ikki fá boð um reglur fyri ferðslu.
Boðini í Haldórsvík um eina parkeringsplassið koma frá einum sensori, sum fylgir við, so hvørt plássið í næstu bygdini er fult ella ikki, so tú sleppir undan at koyra inn millum húsini og upptaka tey tún, ið bygdafólkið, sum sæst niðanfyri, vil hava í frið, ella bara noyðist at koyra avstað aftur, tí her var einki pláss. Skillig og góð loysn á tí ruðuleika sum privatbilaferðsla kann skapa í smábygdum, sum í øllum heiminum verða yvirrendar av ferðafólki, ið einoygd krevja sítt.
Hetta er ein royndarskipan, sum Sunda kommuna hevur gangandi til fyrsta septembur. Skilji á bygdafólkinum, at eftirsum skipanin stendur frá alla tíðina, eisini tá tey skulu av bygdini til arbeiðis, so kann henda, at onkur ikki aktar ljósini. So leggur ein seg uppí og sigur, at nú er so rúmligt eisini, at møti eg einum bili, so bakki eg við fullspeed, tí hin skal onga løtu ivast í, at hann hevur forkoyrsilsrætt, nú eg koyrdi fyri reytt.
Áhugavert at hoyra eitt so positivistiskt grundsjónarmið um tænastu og ferðavinnu, har Saksun er hinumegin rustina. Greitt er, at í Tjørnuvík skalt tú vilja ferðavinnu, at kunna búgva her. Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, sum umframt hesar báðar nevndu bygdirnar, eisini fevnir um ferðavinnumagnetina Gjógv, verður víst á vælviljan úr Tjørnuvík. Í endanum á kommunalu boðunum um royndina við ferðsluljósunum, verður sagt, at kommunan takkar ”tjørnuvíkingum fyri jaligt og konstruktivt samskifti um møguleikarnar.” Av Heiðriksnesi við Bakkagøtu sæst shuttle bussurin fara um Lundagjónna.
Hetta er eitt lýsandi dømi um fyrimyndarligt samstarv við bygdafólkið, hóast vegurin er smalur, ferðslan nógv og túnini smøl. Alla staðni er snøgt og væl uppmerkt til rætta endamál.
Forvitni ferðamaðurin, tað kann vera eysturríkski fotografurin, eg hitti, ella donsku kvinnurnar, sum vilja svimja naknar, tey fáa øll nakað burturúr uppihaldinum niðri á sandinum í Tjørnuvík.
Her, fyri endanum á vegnum nummar 54, er í dag friður í orðsins rætta kontemplativa týdningi við sissandi rútmuskum ljóði innan av havinum. Eitt varisligt dun, ið minnir teg á, at eisini her við heimsins enda eru vit partur av alheiminum. Tað eiga vit at seta prís uppá. Ikki tann prísin, ið bøndur við píkatráði og fíggindaskeltum aðrastaðni krevja í egnan lumma, men virðiskapandi prísin, sum liggur longri á, viðurkennandi, at hesin staður lat seg upp fyri tær sum teir mektigastu katedralar á meginlandinum. Púra uppá egin hond kanst tú ganga í hesa uttandura kirkju, bara tú virðir rættin hjá øðrum at vera til. Tað er eitt gott pláss í Tjørnuvík.