Eftir at hava víst ein óforsvarliga vánaligan film, sum næsti grannapallur, hin størsti í landinum, eisini hevði víst, fingu vit í gjárkvøldið á fyrimyndarligan hátt høvið at fylgja Tórði Mikkelsen í Kringvarpinum, tá hann við fotografinum og klipparanum, Jakob Jørgensen, undir heitinum Innanveggja við Vegghamar, vitjaði 86 ára gamla listamannin Arnhold Vegghamar í egnum húsum á Viðareiði í góð trý korter.
Umframt tað beint fram fortróliga í innleiðandi samrøðuni um sigling og fiskiskap í Íslandi og Grønlandi, fáa vit persónligt innlit í manglandi svøvn, og at listamaðurin við avmáldum men beinraknum orðum sigur frá um elektrosjokk á Statshospitalinum við Nykøbing Sjælland. Tað havi eg ikki hoyrt ella sæð fyrr í føroyskari miðling, hóast viðgerðin, elektrosjokk, tvær ferðir verður nevnd í Søguni um hini, sum Doris Hansen skrivaði og Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1996.
Fortalt verður í filminum um, at síðst í fimmtiárunum fekk Vegghamar listaliga vegleiðing frá undangongumonnunum Ingálvi av Reyni, Jack Kampmann og Janusi Kamban, sum høvdu Listaskúla í Havn. Eftir hetta fór hann undir útbúgving sum gullsmiður í Danmark.
Hóast aldrandi listamaður í heimbygdini í dag, har flestu javnaldrar eru deyðir, lýsur portrettfilmurin Arnhold í góðari pakt við gerandisdagin, handilsmannin í Klaksvík og heimahjálpina, sum kemur ein tíma um vikuna, men eisini saknin eftir mammuna og ketturnar. Men fuglarnir eru har enn. Hann gevur teimum, tosar danskt eina løtu, og vit síggja eina plakat av kenda sjónvarpsvertinum, Poul Thomsen, sum doyði í fjør, 84 ára gamal.
Vit hóma ein Hitler-málning aftanfyri kondisúkluna, og á stovuvegginum ein eyðkendan nærmast 3D hologram málning úr hallusinerandi fjallalendinum á Viðareiði, møguliga frá 1990. Ein filmað rundvísing, sum ikki kann undirmetast.
At registrera orð og løtur inni hjá hesum observanta men serstakliga innisæla listamanni, sum í dag er vorðin so sjáldsama væl umtóktur, er gull vert, fyri at brúka eitt orð av heimabeitinum. Veit ikki fyri vist, men onkuntíð fái eg ta sannførandi kenslu, at einki land er sum Føroyar, at keypa originala list og seta hana á veggin. Privatveggir verða samtykkjandi bastiónirnar hjá listini. Í endanum ger portrettfilmurin tað snildisliga forteljaragreb, at lata listamannin blaða í málningum, sum eru sjálvsmyndir. Eitt filmiskt forteljarasnildi, sum eg ikki havi sæð fyrr.
Tá portrettfilmurin var liðugur, stóð klárt fyri mær, hvussu stóran týdning tað hevur, at almennir mentastovnar, serliga teir báðir størstu í landinum, sum eg nevndi í innganginum, eru sína uppgávu bevístir og javnt og samt liva upp til mentanarligu forpliktilsini, í hvussu er soleiðis, ið eg sum gerandisligur mentanarbrúkari síggi og fati tey - við javnt og samt, ikki bara passivt at senda og endurgeva, men aktivt uppsøkjandi at dokumentera tað besta, ið enn er frammi. Betri verður tað ikki, hjá okkum, sum sleppa at síggja og fylgja við, tá tit registrera og hevja list upp úr heimliga gerandisdegnum, soleiðis sum vit til gerandis uppliva hann.
Hetta var gott, við mikrofonini hjá Tórði og myndatólinum hjá Jakob, at verða innanveggja hjá Vegghamar. Takk fyri løtuna!
Myndirnar eru kliptar úr filminum Innanveggja við Vegghamar (KVF 2023)