Í kvøld var eykakonsert við Lenu Anderssen í Løkshøll. Soleiðis stendur á atgongumerkinum, eykakonsert við Lenu, sum er høvuðspersónurin. Men tey vóru seks fólk á pallinum, væl samanspæld, ljóð og ljósmenn í salinum, og so ein ørgrynna av ljóðførum á pallinum, serliga hammond b3 urgan, sum hugtók meg frá fyrsta tóna, hóast høvuðspersónarnir ósvitaliga eru Lena, sum syngur, og Niclas, sum spælir gittar.
At hava eykakonsert frammanundan er helst eitt íkomið praktiskt tilboð, nú alt stendur uppi og er klárt til veruligu upprunakonsertina, sum lýst er. So eru vit fleiri, ið fáa ágóðan av konsertini, tá útselt er. Bárður Eklund hevur tikið myndina.
Hinir á pallinum eru Jóhannus á Rógvu Joensen, bass, Josva Debes, trummur og shakers, Kim Hansen, flygil og keyboard og Hans Poulsen, hammond, gittar og kazoolíknandi melodica. Væl vant og handfarið av einslistum.
Bæði hava tey, Lena og Niclas, skrivað allar sangirnar, sum eru á nýggju plátuni, State of the Land. Bara Aimee hevur Óla Poulsen við umborð sum triðja komponist. Og tá vit komu til tann sangin, setti Kim Hansen seg við hammond urguna, sum multiinstrumentalisturin Hans Poulsen annars alla tíðina hevði undir hond, lítillátin, eins og øll hini. - Ja, vit eru undirspæld her inni, og tað hóvar okkum væl, tí vit hvíla í okkum sjálvum, var eitt anekdotiskt uppáhald. Soleiðis liggur landið.
Júst hetta ópretensiøsa lítillætni klæddi konsertini, annan vegin tí at plássið bleiv so mikið meir fyri tónlistarligum hugdýpingum, sum lystiliga gingu uppá skift, serliga tá Hans einu ferðina rætti hondina út til Niclas um, at nú kundi hann taka yvir við eini flúgvandi gittarsolo, eftir at hin fyrri hevði salvað okkum í hammond, sum var tað himmalskur hunangur, ið gleið inn og út úr ljóðmyndini, suggestivt pirkandi allar kenslur, sum vóru vit til tølandi gospelbrunch ein sunnumorgun í Harlem, ikki minst beint fyri steðgin, tá Hans fyri fyrstu ferð av álvara gav leyst og kastaði seg út í hammondhunangin í Nothing wrong with you.
Men Aimee var tólvti sangur av tilsamans sekstan, allir uttan fýra av nýggju plátuni. Eitt glansnummar í samanspæli og í sanginum hjá Lenu, serliga tá hon ber fram ella fraserar orðini whether og better í niðurlagnum. Ein orðaklingandi útvarpsdarling. Love it. Hooked about the lines.
Fyrsti sangur á konsertini var tó titulsangurin State of the Land. Lena introduserar konsertina, beint fram, mest sum uttan filtur, gerandisligt túnatos, anekdotur millum hana og Niclas, júst hetta ger tey bæði so natúrliga líkatil, sum møttust vit á lokalu bensinstøðini, her asfaltið er hjartaslátturin, og skiftu orð um veðrið, hotdog, bensinprísin og tíðina at koyra til Havnar. Tí soleiðis liggur landið.
Og meðan hon í høllini fær samband við skaran av áhoyrarum, tá hon lýsir seg sum dóttir Mariu í Ulvøruhúsinum, hvør skal siga, tit kunnu bara steðga mær, um eg tosi ov nógv, og seinni at omman í somu ætt, Kirstin, hevði givið henni svarta leðurkeppin á høvdið í Kanada, sangglaða Kirstin, sum var á Lágargarði, har eg onkuntíð kom, so kemur ósvitaliga fram fyri okkum, at hesi at síggja til leysu minnisbrot úr abruptum setningum skapa tær søgur, ið liggja til grund fyri sangunum, vit hoyra. Skaldsligir plátuklassikarir. Tosingarlagið ger steðgin kærkomnan. Tú hittir kenningar, sum er balsam fyri sálina.
Tosi í túninum við Erik um hammond og Billy Preston, sum sang That’s the way God planned it, og kanska gav Beatles nýggjan tóna tað seinastu tíðina. Jú, eg haldi tað. Og so sigur hann mær, at kendasta hammondurgan í Havnini, hon hjá Kolbein og Jóan Petur, sum varð skorin í tvey, kom úr gomlu kirkjuni í Klaksvík. Hendan, sum Hans spælir á, er frá Ljóðtøkni, men varð upprunaliga brúkt í Evangeliihúsinum í Havn. Verið so upplyftur, at eg má prika forsangaran í The Gadders av Toftum á ryggin, tí eg hoyri hann, Petur Hans, fyri mær syngja eina hammondkonsert í sama anda her inni.
Kim kastar seg út í eina fantastiska keyboardsolo í It’s been a long Winter. Tú missir tíð og stað og letur teg flyta og flóta við sanginum, spælinum og fuglaljóðinum, ja ljóðinum av heiðafugli. Organiskt, sjálvsagt og líkatil. Eisini upp móti akustiska gittaranum hjá Niclas, sum fer skjótt og kontant yvir í insiterandi flamenco.
Evergreens av persónliga slagnum hjá Lenu eru Oh, Brother (With the broken Wing) og so kunnu vit spola fram til endasangin, Scars, har Niclas brynjar seg út til eina elektriska gittarsolo, sum er hansara púra egna og ikki kann hangast uppá nakaran gittarist í minninum um veggirnar í mínum dreingjakamari, púra egið, ektað og genuint Niclas, og tá hann slær hart og skapar eitt rátt afturljóð við trummunum, sum klæðir báðum serstakliga væl, minnir hann meg á óslípaðar bretskar pub rock gittaristar sum Graham Parker og serliga amerikanska Willie Nile, ið eg elskaði síðst í sjeyti árunum, og so eisini teir meira raffineraðu Jeff Beck og Mark Knopfler, men so ein skuggi av Jan Akkerman, alt ímeðan Lena ofta tekur stílistiskt støði í Karen Carpenter úr sama áratíggju.
Havi fyrr sagt at endasangurin á plátuni, Good to be Kind, er mín favorittur, við hesum orðum til sjálva plátuna:
”Í mínum oyrum ein avbjóðandi titulreferansa til Cruel to be kind hjá Nick Lowe, sum einaferð skrivaði The Beast in Me til verfaðirin, Johnny Cash. Nú er tað Good to be kind. Við avsetti í eini murrumjúkari munnhørpu, sum kundi verið Toots Thielemans, og einum varisliga bleytum klaveri í miðdeplinum, innan trumma og melodiskt markerandi basslinjur koma við - sum vóru vit onga aðrastaðni enn í Abbey Road, tí her smildrast eingin ljóðmynd - tá støkkur inn ein veiðimaður við horni, og so kemur høvuðspersónurin, ein tíðarleysur avatarur, við tátíðarnavninum Karen Carpenter, sum syngur í einum enn ikki hoyrdum men bara hugsaðum Rodgers og Hammerstein leiki. Tá má eg narra eyguni og reinsa oyruni, tí hetta er ein sangur frá Lenu og Niclas Johannesen, okkara millum í dag. Ein funklandi referansa, sum ber ein tíðarleyst ævigan sang gjøgnum tapet og tíðarlummar, beint á borðið. Tað er tað tað er. Ein góður nýggjur sangur. Good to be kind. Hin besti beint nú. Takk fyri tað.”
Altjóða plátuferðin byrjar í tí stuttflutta, sum Lena tekur fram og hugleiðir um við spurninginum, hvar markið er fyri vøruni, at verða kallað stuttflutt. Jú meira persónligt, tess sterkari er farrin av dýpd og appeal, sum hon og makin seta til verkini, ið eru beint fram skaldskapur á plátu, ið byggir á óforútsigiliga avanseraðar kompositiónir, á yvirflatuni kanska frá Abbey Road og kanska til Billy Joel, og bráddliga hvøss gittarriff frá indiánarum sum Link Wray omaná.
Soleiðis liggur landið fyri mær, tá eg heimkomin bretti tað út á stovuborðið. Og leggi plátuna á, sum avdúkar hvussu tað liggur fyri hjá bestu tónleikarum, ið eru møttir mitt í Føroyum at tulka bestu sangir í landinum á plátu beint nú. Løkshøll eitur staðið hinumegin tunnilsmunnan.
Soleiðis liggur landið. The State of the Land.