Í dag smakkaði eg hesa føroysku bjór, Black Cherry, sum ein, ið eg kenni, hevur bryggjað og handfarið saman við øðrum bryggjarum í drúgva tíð, so smakkurin er blivin mjúkt rundleittur men við kirsuberjasmakki í miðdeplinum. Etikettin, ið er gjørd við vitlíki, lýsir væl innihaldið og gevur eisini eina góða uppskrift, hvussu henda sterka øl best verður skonkt og nýtt.
Í gávuheilsanini sigur bryggjugevarin, at hetta er ein privatur portari, sum varð stoyttur í gamlar kirsuberjatunnur, ella cherrytunnur, sum sagt verður á enska fakmálinum, tá blaðast skal upp í katalog. Og so eru kirsuber blandað uppí.
- Tá bryggið hevði staðið í tunnu í trý ár, var tað koyrt í seks hundrað fløskur, og nú er eitt hálvt ár umliðið, til tú fært hesa fløsku inn á borðið at smakka. Ger so væl!
Eg opni belgiska bryggjuproppin. Framúr angi, sum myrkur og væl vigaður liggur leingi á og fær meg tortrúgnan enn einaferð at seta nasarnar niður í glasið, so góður er hann, mettaði angin, sum ikki á nakran hátt er ágangagandi, sum styrkin á ølini kundi bent á.
Myrkar søtar fruktir, blommur, sviskur og ein farri av dadlum og fikum, sum vóru vit í einum arabiskum summarlandi, Tunis, suður móti Sahara, Tozeur, kanska. Undarligt, sum angi og smakkur í eitt splittsekund kann kalla fram myndir av ferðum í eksotiskum londum fyri áratíggjum síðan. Kanska er smakkurin besta minni. Og so sjálvandi kirsuberini í glasinum á køksborðinum í dag, ið eru karmurin um smakkmyndina.
Hóast tungu smakkpalettirnar, er ølin løtt og frísklig at drekka. Sæð í mun til smakkríkidømið, er hetta ikki ein øl, tú drekkur nógvar av. Ein einsamøll øl at deila, er passandi. Hálva í part. Ein góð dessertøl, vil eg siga.
Í fleiri ár havi eg brúkt eina reyða belgiska kirsuberjaøl frá Lindemans í Belgia, og so eina kolasvarta skandinaviska imperial stout í hitt síðuglasið, so tú hevur eina reyða-svarta duett, sum var eg HB viðhaldsmaður. Og lat okkum bara siga tað í hesum fótbóltstíðum.
Black Cherry er bæði stout og kirsuber í einum, sum ger ølina til hina perfektu afturvið dessert omaná ein góðan døgurða.
Kanska er hetta besta føroyska bjórin eg havi smakkað. Hon liggur lið um lið við almenna lakressportaran, Svart Salt, hjá OY, sum fæst í Rúsuni. Tað ger hendan ikki. Men hesar báðar eru í oddinum, tá tað snýr seg um listarligt handverksbjór í eini fótbóltstíð í Føroyum.
Væl gagnist í glasið!