Høgni Mohr og Ragnar Winther Eliansson práta í Sørvági (Mynd KVF)
Í øðrum londum hava tey eina fungerandi pressu, sum á øllum økjum gevur fólki ein møguleika ikki bara at fylgja við, men eisini at úttala seg sum medborgarar. Hvønn dag skulu tey, haldarar og hyggjarar, lurtarar og lesarar, fáa innlit í kompleks viðurskifti. Hjá læraranum er skúlastovan karmurin, hjá journalistinum er publiseraða pressan virkisøkið.
Ikki minst í almannamiðilinum, Kringvarpinum, sum er á fíggjarlógini, tí vit sjálvi, gjøgnum tey, vit hava valt at umboða okkum, samtykkja í, at tað skal verða so. Public Service fíggjað av okkum sjálvum og ikki sett til sølu á hvørjum horni bara tað lotar av hanakjafti, fyri at sitera ein løgmann.
Men so hendir tað, at eitt nýtt miðlaprodukt, fleiri sendingar hjá Høgna Mohr, sum kanska í so hástemtur tosar við ein bilmekanikara á bygd, verður heglað niður av einum journalisti. Í somu løtu verður hann stuðlaður av einum øðrum journalisti á Facebook. Í journalistiskum høpi eru tey bæði fráfallin, tað vil siga hildin uppat at vera journalistar á pallum, vit kenna. Við granskara, sum heldur ikki er journalistur, vilja tey hava Høgna, sum heldur ikki er journalistur, at tiga og í hvussu er ikki at tosa við ein ungan mann á bygd í dag, ein ungan mann, ið eins og Høgni sjálvur er stálsettur handverkari.
Hetta verður alt samalt tikið upp og endavent í Kringvarpssendingini á Breddanum, og á undirstuðlandi miðilinum hjá øllum føroyingum, Facebook.
Og seinni kemur so ein yvirlýsing frá Føroyskum Miðlafólkum undirskrivað av fimm sannleiksvitnum, sum fólksins vegna hava stilla seg í skotlinjuna. Yvirlýsingin hevur til endamáls at ávara móti nýggja miðlaproduktinum hjá Høgna, sum eftir teirra meting fær miðlar, upplýsing og samfelagið alt at ridla. Vorðið sum meting av okkum lurtarum.
Í yvirlýsingini vísa tey aftur, at arbeitt verður við fjaldari dagsskrá, og so illneitast tey inn á, at ”fyrsta korterið í sendingini hoyra vit eina anekdotu um ein illa upplýstan lasbilførara, sum ikki hevur tíð og orku at seta seg inn í samfelagsviðurskifti.” Og hvat so? Í einum ummæli av betalingsmiðilinum Frihedsbrevet staðfesti eg í fjør, at eftir 34 minuttum við roksi, var fokus enn ikki sett á málið, sum boðað var frá, at tey journalistiskt skuldu dyrka og loysa okkara vegna, sum tíma at lurta. Í hvørgum føri tími eg at lurta til endans. Roksið er í dag blivið ein faktorur at rokna við. Vit sleppa ikki undan roksi í útboðnum av miðlum. So hetta verður ikki eitt ummæli av nakrari sending.
Men tað er ikki tann stóra analýsan, sum skal leggjast fyri lurtið, innan eg finni út av, at hesin bólkur av journalistum, sum ger seg fakliga sjónligan, gongur inn fyri ongum øðrum enn snobbabefongdum sensuri. Her skal eingin ikki-lærdur journalistur hvørki sleppa framat ella verða heimildarfólk. Eg kann ikki skilja boðini annarleiðis, skulu orðini fatast, so sum tey eru søgd. Ella er tað bara Høgna, tað snýr seg um at harta?
Um sendingar eru góðar ella ikki, er altíð ein persónlig meting til givna høvið og valda observansin. Ikki minst, um eg tími at brúka tíð uppá drúgva framhaldstilfarið, sum fólk flest, ið tykjast ikki tíma at redigera, eru farin at brúka í øllum miðlum og framsetingarformum.
Til tað plagdu vit fyrr at hava redaktiónir, heldur enn eitt fólksligt almenni. Gapistokkurin er avsagdur og grundlógin, sum vit nýliga hava hátíðarhildi, sigur enn sum áður í grein 77: ”Enhver er berettiget til på tryk, i skrift og tale at offentliggøre sine tanker, dog under ansvar for domstolene. Censur og andre forebyggende forholdsregler kan ingensinde påny indføres.”
Soleiðis er tað. Og so haldi eg, at allir miðlaframleiðarar í andanum av enska uppáhaldinum kill your darlings skulu fara at skera inn á bein. Stutt og greitt. Skera inn á bein.