Ímyndin av ljótasta grammleika, portrið í Saksun, er nú burtur. Men bara gjaldsportrið og terminalurin í vinstru síðu av hesi monumentalu betong- og stálinstallatión við myndatóli og píkum omaná. Portrið sjálvt stendur eftir á vegnum, sum longu frammanundan var eitt grefligt inntriv í lendið, sum vit allastaðni siga okkum vera so eym um, lendið, sum ferðafólk fáa skyldina fyri at fara so illa um. Lendið, sum skribentar spæla sær við yvir tolnum pappíri á skriviborðinum, helst í høvuðsstaðnum, har mest er at oyðileggja.
Meðan verkfallið lærdi okkum, at gjógvin millum láglønt og hálønt er størri enn nakrantíð og alsamt veksir, so er hárfína markið millum varðveitan og oyðileggilsi blivið eitt politiskt livibreyðsmál í sær sjálvum.
Áirnar koma altíð aftur er nýggjasta sosialdemokratiska uppáhaldið, fái eg at vita í Degi og Viku eftir sólskinsferðina í Saksun. Havi aldri áður sæð hetta heimagjørda stavnhaldið hjá Javnaðarflokkinum í Havn. At áirnar altíð koma aftur. Mylláin og Breiðá eru so í hvussu er ikki dømi um tað.
Gjógvin millum politiska kommunuleiðslu í Havn og á bygd verður á sama hátt enn breiðari, og tænir ikki høvuðsstaðnum til heiðurs.
Hygg bara eftir taluni hjá Tobba, nú Fjarðarok var innast í botninum á Skálafjørðinum, sum vit nú kalla í Skálafirði.
Bara at lesa taluna og festa seg við mantraðið um lokala uppdrift, festir meg við munin á politikarum, sum úti um landið duga at laga upp í viðkandi gjónna millum bygd og bý, trivnað og oyðileggilsi.
Tobbi er vissuliga røttu megin gjónna.
Hin parturin, tann sosialdemokratiski í Havn, tykist so lukkuliga óvitandi, at tey hvørki varnast ella vita um nakra gjógv.
Tað er á bygd, tað hendir. Bæði tey ógvusligu inntrivini, sum kanska eru borin av ómegd, sum portrið í Saksun, men eisini førleikin at ganga í seg sjálvan og taka tað burtur.
Tann eginleikin er ikki at síggja í Havn. Hvørki á Sundi ella Velbastað. Og nú heldur ikki í Marknagili ella við Sandá. Og so slettis ikki í Bøkjarabrekku.
- Er eingin í sosialdemokratiska maktfaktorinum, sum letur við seg koma í einum valári, tá umhvørvið í høvuðsstaðarkommununi miðvíst verður oyðilagt, og hánt verður hildið um allan estetikk í miðbýnum?
Nei eg bara spyrji. Till the rivers all run dry.