Skip to main content

Sóttarhald við brunnin

Móðir Lorenza á fjórðu hædd í tíðarleysa ungdómsleiknum um Romeo og Juliu úr húskjunum Montague og Capulet í sóttarrakta býnum Verona, ið er settur upp sum panoptikon á Glasi. Marita S. Dalsgaard er fransiskanaranunnan. Foto: Erla Rajani Ziskasen.

Trý ár hevur hevur tað tikið at fáa verkætlanina um Romeo og Juliu at búnast, sigur Gunnvá Zachariasen, sum hevur boðið mær til frumframførslu á Glasi í kvøld.

Nú er klárt, og eg lesi komprimeraða stutttekstin, the caption, í lýsingini av kendasta leiki í verðini: - Tvey ung og forelskaði hvør sínumegin eitt drápiligt arvastríð kempa fyri teirra kærleika í einum sjúkum heimi á tremur við haturi. 

Soleiðis sigur Facebooksíðan, ið hevur allar upplýsingar um Romeo og Juliu á Glasi.  

Tað er leygarkvøld úti í Marknagili, har eg seinastu dagarnar havi varnast, hvussu sjáldsama hvassur vindurin kann verða. Nú er vátaslettingur og myrkt, og eg eri komin inn um snurrandi svingdyrnar, ið eru betri enn tær í Musikkskúlanum. Havi sett bilin á stóra parkeringsplássið við Næmingaheimið, har konsert var í illveðrinum í summar. Her skal byggjast sterkt og her kemur tú ikki uttan at vilja tað í sovorðnum veðri. 

Standi í bíðrøð eina góða løtu, meðan læknar og sjúkrafrøðingar skunda framvið í báðum borðum, sum eru vit veruliga á eini sóttargongd í runda bygninginum hjá arkitektastjørnuni, Bjarke Ingels, sum var 43, tá Glasir varð tikið í brúk fyri seks árum síðan. Ein so eyðkendur bygningur, at hann er eitt býarmerkið eins og Skansin.

Her savnast flestu ungu í landinum, fleiri enn 1500, at útbúgva seg, undir 250 starvsfólkum. Við meir enn tretivu útbúgvingum er Glasir Føroya størsti útbúgvingarstovnur. Allarflestu ganga á miðnámi og yrkisnámi, men Glasir bjóða eisini eina røð av hægri- og víðari útbúgvingum.

Síðst eg var her, sá eg sangleikin Cabaret, og í kvøld er tað Shakespeare klassikarin Romeo og Julia, sum er site specific, sum Sámal Blak sigur, gjørdur til júst henda staðin og við støði í honum. Tá liðugt er, er hann burtur. Sum ein dreymur, jóansøkunátt.

Ein spennandi avbjóðing, heilt vist hin størsta á sjónleikaraøkinum í ár, ið eisini byggir brúgv út í almenna rúmið, so ein fatan fæst av viðurskiftum, dugnaskapi og avrikum hjá teim lesandi. 

Í illveðrinum gerst tú heitur um hjartað at verða føroyingur. Ikki av sjávinistiskum ávum, men tí tey eru so dugnalig, eisini í strembanini eftir, at tú skalt kenna teg meiningsfult vælkomnan.

Tey duga so meistarliga væl at marknaðarføra, so alt, ið víðvíkur leikinum, Romeo og Julia, hevur frá fyrsta degi eina útsjónd og eitt snið, ið kennist aftur. Eitt svarthvítt virus, sum eg í hesum føri eisini loyvi mær at fata sum eitt splatt av hjartablóði, smittandi kærleiki, komin í stiliseraðan skotmála sum hjá Baz Luhrmann, ið skrivar sword og dagger á revolvaran.

Og so allar myndirnar, svarthvítar sum passfoto, av øllum ið eru vald til ymsu leiklutirnar og uppgávurnar. Erla Rajani Ziskasen hevur tikið tær. Karmurin er kargur, settur upp móti betongi, glasi og stáli. 

So kemur gongd á bíðirøðina. Men hov, eg skal í masku og spritta mær hendurnar, áðrenn eg sleppi longur inn. Pausutankarnir verða avbrotnir, tí Glasir er vorðið sóttarhaldið Verona. Fuglakrím gongur og tað rakar serliga ung fólk. Illveður, smitta og teatur renna saman í ein totalitet úti í Markngili, sum fær meg at verða eins mesmerized, hypnotiseraðan og hugfangaðan, sum fyrr í dag, tá eg las lítlu bókina Kvitleik hjá Jon Fosse. Mesmerized.

Sjálvur siti eg á høgum stólakrakki, ráur og ópolstraður, ikki góður fyri ryggin, á mittastu av trimum hæddum longur uppi enn eg brýggi meg um, tá eg skal hyggja niður á gólv og í brunnin. Á svalunum, um ein so kann siga um hæddir, ið ganga í ring, síggi eg uppreiddar hospitalssengur. Og, mind you, fimmogtjúgu metrar eru frá lofti til gólv, sigur Hans Mikkelsen, sum umframt at vera lestrarvegleiðari, eisini er fjallabjargari. 

Siga vit, at rúmið er eitt panoptikon, eg nú havi fyri mær, so er Bárður Persson í leiklutinum sum fúrstin á ovastu hæddini í maktskipanini, ið stígur til himmals. Undir honum er fyrst fostran hjá Juliu, tað er Mariann Hansen, og so fransiskanaranunna Lorenza, sum undir liðin á Paris sæst í innganginum í ovastu myndini, har glasveggurin er blóðdálkaður. Sterkur symbolikkur í betongharða rúminum. Á aðru hædd síggja vit eisini mammu Juliu, tað er Gunnvá sum Capulet.

- Tað er eingin loyna, at mær dámar ikki bygningin Glasir sum skúla, sigur starvsfelagin Dorthe. Men wauw, sigur hon, sum bygningurin riggaði væl sum panoptikon, og sum pallur fyri júst hesum leiki. 

Fúrstin sær mest sum alt haruppifrá á sættu hædd, og brúkar tað við tyranniskum alarmi og reyðum ljósi, sum ein áminning um 1984, The Wall og allar Kafkaskar filmatiseringar um framtíðarstatin, men eisini ein farri av einsrættandi summarlegum. Sum marionettdukkur busta tey tenn og íðka ítrótt afturvið tekno tónleiki, sum í futuristiskum brotum kann minna um avrættandi byrsuskot og rumble kríggj við góðum stevi úr bakgarðinum í West Side Story. Hetta eru sterkastu upllivingarløtur, haldi eg. Stevfasti tónleikurin og repeterandi rørslurnar við tannbustum sum vápni. Umaftur og umaftur, til bara ein er eftir. Sterkt.

Men fúrstin sær kortini ikki alt. Ein oasa í betonginum er urtagarðurin hjá móðir Lorenzo, meistarliga symbolskt fjaldur og lagdur inn í sjálvt bókasavnið handan glasið á Glasi, hvør skal siga, her, ið fúrstin ikki sær, kann tað loyniliga spretta, tankar um forelskilsi og alt, ið víkir frá norminum, og samstundis verða ein griðstaður og skriftastólur hjá fransiskanaranunnuni, har tú kanst seta teg, burtur frá maktini. Enn eitt gott forteljaragreb, gjørt sjónligt.

Skíggjarnir við piktogrammum, tekstboðum og live filmum av leikarunum við fartelefon eru effektfull og standa sterk og tala sítt egna mál, sum er interaktiónin í løtuni. 

Greitt er, at brunnurin er sterkasta symbolið í pallsetingini. Brunnurin umboðar og ímyndar reinsan, endurføðing, spegling, lív og deyða. Allir innlagdir týdningar gera brunnin til mest sentrala lut ella stað og forteljaragreb í pallsetingini av leikinum. Meistarliga innstallerað við ljósi og kamera niðri í vatninum. Men kanska eisini orøskin til, at tríggir leikarar missa mikrofonforbindislið eftir at hava verið í brunninum.

Hans Tórgarð hevur týtt leikin av nýggjum, sum Stiðin gav út í bók í fjør. Sakaris er millum áskoðararnar og eg hugsi hvussu væl málið fellir í munninum hjá leikarunum. Búi E. Dam, vit kenna frá meistarligum uppsetingum sum Lykkenborg í fyrrárið, er leikstjóri, og 25 ára gamla María Jóngerð Gunnlaugsdóttir er hjálparleikstjóri. Ein annar Búi, nú við eftirnavninum Rouch, er koreografur. 

Romeo og Julia, sum varir hundrað og fimtan minuttir, er samstarv millum Glasir og teir báðar fríyrkisbólkarnar Det Ferösche Compagnie og Tvazz. Skráin sigur, at hálvtrýss ung fólk luttaka sum leikarar, statistar og hjálparfólk, og at seks yrkisleikarar eisini spæla við í leikinum, umframt eitt toymi av yvir tíggju yrkislistafólkum, sum er í framleiðsluni.

Høvuðsleikarar sum Romeo og Julia eru í tveimum pørum. Kristina Halgaklett, sum er átjan ára gomul úr Sørvági og gongur í 23B á hugbreytini, og Tóri Madsen, sum er nítjan ára gamal, úr Sandavági, og gongur á triðja ári á náttúrubreytini á Glasi. Hitt leikaraparið er Hjørdis Rannváardóttir Reistrup, sum er átjan ára gomul, býr í Havn og gongur á øðrum ári á hugbreytini, og nítjan ára gamli Harald Egholm, sum er av Sandi og gongur í 22y á náttúrubreytini á Glasi. Skal ein næmingur, sum er leikari, lyftast fram og fáa serligt rós er tað hann, Harald Egholm. Umframt Sandsdialekt, er røddin objektivt betraktað góð og væl artikulerað og rørslurnar eru grasiøsar. Tí var spell, at mikrofonin sveik móti endanum.

Endamyndin av songini við líkum var hin sterkasta. Hjá mær fer hon at standa leingi á nethinnuni. Skúlar og lærarar kunnu brúka pallmyndina í eini innramming av drepandi søguligum viðurskiftum um rætt og skeivt frá Holocaust til Gaza. Lík, løgd tvørtur um sengur, so nógv sum passa, til navnleys fólk koma og rulla tey navnleysu á navnleysar bunkar. Ein sterk útgangsmynd.

Gunnvá Zachariasen er høvuðsframleiðari, men eisini leikari, sum frú Capulet, mamma Juliu. Tá eg sum tað fyrsta í farnu viku spurdi hana um eyðsýnda brunnin, sum er so sjónligur á pallinum, sigur hon varisliga, at nú verður ymiskt avduka. 

- Pallmyndin er alt atrium rúmið, har trappan á Glasi er, og vit spæla í fleiri hæddum. Har askurin, Yggdrasil, áður stóð, er nú ein brunnur, sum spælur vitalan týdning í okkara tulking, okkara ‘grebi’ av leikinum. Tit koma inn í ein annan heim á Glasi, kanska eina dystopiska framtíð, sum tó ikki liggur so langt frammi. Men eg fái ikki sagt so nógv meira, tí eg eri leikari. Spyr Sámal Blak, hann ger pallmyndina, sigur Gunnvá loyndarfull. 

Sámal er henda dag staddur við brunnin, har ljós og kamera eru løgd niðurí, niðarliga í runda felagsrúminum, atrium, har grønar plantur eru settar inn í bókasavnið aftanfyri rútarnar, so savnið verður eitt ítøkiligt vakstrarhús. Einfaldi og gróðursetti symbolikkurin riggar væl í rúminum, sum í náttmyrkrinum, nú frumsýning er, fær ein strangan næstan harðrendan grafiskan ljóma. Men rúmið er stórt, kanska í størra lagi, mett hiðani frá, eg siti.

- Hetta er ein sóttarhaldsstatión, har sóttin hevur rakt tey ungu, og familjurnar eru her á sjúkrahúsi, sigur Sámal fyrr í vikuni, og leggur afturat, at gentur eru úr familjuni hjá Juliu, Capulet eita tey, og dreingir úr familjuni hjá Romeo, Montague, altso deild upp í kyn. Brunnurin er eitt religiøst savningarstað, sum nemur við dóp og reinsan eftir til dømis katólskum ritualum, heilaga vatnið ger seg galdandi, og tað at pør, ella parið er júst her og verður vígt. Vápn eru tannbustir, vit eru jú á eini sjúkradeild, amboð at lúka við í garðinum, eru eisini vápn. Har yviri sært tú viðgerðartunlar, sigur Sámal, og undirstrikar aftur, at leikurin og uppsetingin er site specific, tað vil siga gjørd og bygd á og eftir staðnum júst til hetta høvið.

Íslendski Ólafur Ágúst Stefánsson er ljóssniðgevi og tryggjar, at stóra rúmið, sum hevur gjøgnumskygdar glasrútar allan vegin runt, verður baðað í ljósi, røttum ljósi, tá náttin kemur, og ljósið kann stýrast. Serliga væleydnaðar eru siluett myndirnar upp á bakveggin, har leikararnir støðga í løtum.

Beinta Karbech Mouritsen, Laila av Reyni og Súsanna Elisabeth av Teigum undirvísa á fimtu hædd í 505 á yrkisnámi, og hava her savnað næmingarnar, gentur og ein drongur, sum hava gjørt klæði til leikin. Frá vinstru á niðaru myndini sæst Beinta við jakkanum hjá yvirlæknanum, Laila hevur jakkan hjá mammu Juliu , frú Capulet, og Súsanna Elisabeth hevur jakkan hjá Paris, ið er greivin, sum vil giftast við Juliu. 26 ára gamli Magnus Reinert Gásadal er Paris. Hann minnist eg enn sum eini høvuðsleikarin í Cabaret í sama rúmi á Glasi. Paris greivi er í maktfullu ættini hjá fúrstanum, sum fyrst og ovast er Bárður Persson, og síðan Edvin H. Niclasen og Bjørn Ulvdal Simonsen, ið skiftast um at vera Mercutio, vinmannin hjá Romeo.

Romeo og Julia er ellinti leikur, sum miðnámsnæmingar seta upp í Havn.

- Vit hava øll arbeitt intenst í hálva fjórðu viku, gjørt túsund maskur, sum var tað mest tíðarkrevjandi, og so hópframleitt sjúklingaklæði. Fýra flokkar eru við, og vit hava sum nakað nýtt hildið okkum til ynskini hjá Sámali. Tað hevur givið okkum eina konsentreraða kreativa prosess, sigur Laila.

Eins og leikurin um Romeo og Juliu altíð hevur inspirerað sangarar og tónleikarar, í nýggjari tíð frá Dire Straits til Taylor Swift, er eisini tónleikur gjørdur til uppsetingina á Glasir. Tað eru Dánjal á Neystabø og Heðin Ziska Davidsen, ið standa fyri honum. Hart ágangandi, sum mær dámar væl, tí hann knýtti brot saman og appeleraði til rørslur hjá næmingum. Eftir ársskiftið fara Dánjal og leikstjórin, Búi, at vitja skúlar við einum spin-off leiki, ikki ólíkur Seks spurningar um at vera menniskja, sum teir lýsa soleiðis: ”Á snediga hátt, fara vit at geva føroyskum børnum innlit í tann fantastiska heim sum Shakespeare hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan alheims skaldskap og filosofi.” Spennandi tilboð til skúlarnar eftir eina so kula uppliving á Glasi í kvøld.

Samskipari og pallstjóri, tá umræður Romeo og Juliu á Glasi, er Durita Sumberg Poulsen. Framleiðsluliðið eru Hans Pauli Tórgarð, framleiðari og ráðgevi, Kartin L. Hansen, framleiðsla, miðlan og samskipan, Eyðstein Simonsen, næmingasamskipari, Steinfinn Várlíð, smíð og bygging og Álvur Jøkladal, teknisk umsiting.

Tað hevur lukkast at finna leikarar úr allari skúlaskipanini, heilt niður í NámX á Eysturskúlanum, haðani 17 ára gamli Kristian Herluf Poulsen er, og saman við 20 ára gamla HF næminginum, Grækaris Gregersen, spælir Benvolio, vinmaður hjá Romeo. Eitt annað navn, eg leggi merki til er 18 ára gamla Marin av Trøð Lauritsen, sum er úr Sørvági, gongur á bilbreytini og er ljóð-hjálparfólk, og 31 ára gamla Anja Lið, sum gongur á skapandi fyrireikingarbreyt, er Petruccia. 

Úr teirri frásjón eg siti og hyggi heruppi í hæddini, tykist tað mær sum málsetningurin at forloysa ikki bara fakligheit, men eisini kreativitet hjá næmingum, er eydnaður til yvirmáls. Hetta er so kul, at eg kann bara siga meir av hesum. Samansettar skúlaverkætlanir sum henda geva einum og hvørjum skúla eitt samanhald, tað er eitt, men letur sami skúli upp fyri almenninginum, so eri eg sannførdur um at tá sprettir, sum í hesum føri, eitt úttrykk, sum vit onnur, ið annars einki knýti hava til skúlan, kunnu uppliva. PISA fólk kunnu siga hvat tey vilja. Hetta er besta benchmark og mátiúrslit, eg minnist meg hava sæð og ítøkiliga upplivað í føroysku skúlaverðini. Coolness er sloppið at geva meining.

Fyri infomanar, nørdar, ið savna og hjúkla um upplýsingar í einum givnum evni, í hesum føri Romeo og Juliu, er spennandi at blaða upp í Verdenslitteraturen Hvem Skrev Hvad Før 1914 (1969), tá prent var prent, og Panorama of the Plays of William Shakespeare frá Chartwell Books (2005) í stórum brotið til at falda út í átjan plansjum. Forlagið hevur eisini eins stóra faldibók um Dickens. 

Starvsfelagin, Dorthe, sum fyrr hevur undirvíst á Glasi, sigur, at undan sýningini leitaði hon sær bókina hjá Merete Pryds Helle, “Oh, Romeo” (2006), fram. Tann søgan er úr Keypmannahavn árið fyri, tá Muhammedkreppan er uppá tað hægsta, og Julie, dóttir politikaran úr Dansk Flagparti, hittir Romeo, sum er hýruvognsførari úr Iran. Dorthe fortelur, hvussu hon brúkti bókina sum verklesing í donskum á miðnámi í Hoydølum í 2009, saman við filminum hjá Baz Luhrmann og brotum úr upprunahandritinum hjá Shakespeare.

Niður at lesa. Tað hevur leingi verið svarið hjá føroyskum ungum, tá spurt verður, hvat tey fara at gera við einum nývunnum miðnámsprógvi í hondini. Burturúr stendst ein kompleks burturfaringarmentan, sum er heilt sjáldsom, og hjá øllum teim luttakandi varar alt lívið, antin tey koma aftur ella ikki. Lestrarárini í útlegd merkja fólk. 

Einaferð segði ein vinmaður, at eftir at tey høvdu sungið Frændir í Hoydølum, hildu tey fram at syngja Frændir við somu vinum á Oyrarsundi, og tá tey, sum komu heim, uppá skift settu hvørt annað í starv, so sungu tey aftur Frændir. Soleiðis gongur burturflytingin, varandi ella stutt, og merkir samhaldsfestið upp á gott og ilt. Ein stjóri, eg einaferð hevði, helt fyri, tá vit tosaðu um holocaust í undirvísingini, at Oyrarsund var gott dømi um eina transittlega, har føroyingar búðu, meðan teir bíðaðu eftir at fara heimaftur, uttan nakrantíð at interagera við tey lokalu, bara bíðandi til liðugt varð. Umframt persónliga og fakliga búgving, er lestur hjá ungum føroyingum í Danmark ein løgin bíðistøða, sum flestu hava meiningar um, tí so nógv hava verið har. Kanska er tað at líkna við hernaðartænastu, sum onnur lond hava, og vit mugu lata okkum lynda, tí vit hava onga hernaðartænastu. Burturferðin til Danmarkar erstattar hana.

Beint undan leikinum Romeo og Julia á Glasir, frættist, at so fá lesandi koma aftur til Føroya, at orðið at lesa kann eins væl skiftast út við at flýggja. Tað kom fram í kanning, sum Finn Jensen, dekanur á Glasi, legði fram á tiltakinum Markleys Útbúgving í farnu viku. 550 vóru spurd. Hóast bara helvtin svaraði, so var tað ein greið ábending um, at útloysandi orsøkin er, at tað er ov dýrt at liva í Havn, har størsta konsentratión av lesandi er. Enn verri er, at fleiri teirra als ikki koma heim aftur, og eru tá at rokna sum mist í samfelagsmenningini restini av lívinum. Kostnaðurin at útbúgva tey so lutfalsliga høgt er sleptur og latin einum øðrum landi. Tað gevur nývalda høvuðsstaðarbýráðnum, sum júst hevur sett bústaðir sum fyrsta høvuðsøki á fýraára virkisbreddan, nakað at hugsa um.

Tí er hetta ein tíðarrøtt kanning. 

Upphavsmaðurin kann vegna Glasir, siga, at ”Vit hava eina varðandi avbjóðing. Ungdómurin flytir av landinum at lesa við tí vanda, at tey ikki koma aftur. Vit mugu hava nøktandi tilboð til tey ungu, skulu vit fáa tey at velja Føroyar sum útbúgvingarland”. Fyri Setrið sigur rektarin, Martin Tvede Zachariasen, at ”Hetta eru sera døpur tøl. Føroyar eru ikki kappingarførar, tá tað ræður um týðandi umstøður so sum lestrarbústaðir”.

At seta ein leik sum Romeo og Juliu á skrá, er tí ikki bara pensum og leiklitsarligt avrik hjá lesandi og teirra lærarum og undirhald eitt leygarkvøld hjá okkum. Tað er eisini prógv um ein djúptgróvnan trupulleika í høvuðsstaðnum. Klassiski leikurin, sum hevur 430 ár á baki, hevur við teim mongu lesandi flutt okkum hugsjónarliga so langt fram, at vit í felag mugu sanna, at vit hava eina støðugt meira átrokandi avbjóðing, sum leingi hevur verið myndugleikunum og pengasterkum grunnum greið, uttan at nakar hevur rætt hond frá síðu. Tað er kravið um fleiri og bíligari bústaðir. Ella flyta vit og koma ikki aftur, siga tey ungu og taka seg sjálvan, eina dynamo, ein generator og hugskotsbanka, úr heimligu ringrásini. Akkurát sum nýggi borgarstjórin, 28 ára gamla Elsa Berg, sum eisini var til frumsýningina, segði í Degi og Viku í fyrrakvøldið. Fleiri og bíligari bústaðir, tað er kravið, ið tryggjar framtíðina. Í linkandi vindinum í Marknagili kenni eg á mær, at við tykkara politiska og undirvísingarliga fokus og profili, hómast í minsta lagi umhvarvið av eini nýlagdari versjón av føroysku framtíðini. Takkað verið Glasir og Elsu. Kveiktur, skutri eg mær í myrkrinum, og starti bilin. Meðan eg koyri eftir Marknagilsvegnum murri eg við, tá Jákup spælir Stormbringer, sum er úrvalda plátan. Frá tí poetiskt eyma til tað ágangandi ógvusliga. Akkurát sum í leikinum. Eg spidi upp, tá vindurin tekur í síðuna. Eingin er úti, so tá sprænurin stendur frá, tá eg strúki gjøgnum ein langan hyl við ringum frárensli, ger tað einki. Náttin tekur ímóti.

Leikmyndirnar tók Erla Rajani Ziskasen á Glasi. Hinar myndirnar tók eg sjálvur innan og at enda undir frumsýningini.