Skjótt eru trýss ár síðan Joni Mitchell sang fyri aldrandi børnum, og samstundis viðurkendi at hon, nú einogfýrs, er eitt teirra: ”Songs to aging children come / Aging children, I am one”. Myndaklippið er av húsanum Clouds (1969).
Havi hildið feriu hesa vikuna, men illa gongst, tí tað er blivið so ófriðarligt í landinum.
Fyrst var tað Frihedsbrevet, sum partú vildi fortelja mær, og tað beint úr rættinum, at ein maður úr Algeria, sum fyrst varð ákærdur, nú er fríkendur fyri eina upplýsta nátt umborð á Norrönu at hava neyðtikið konuna, sum frælsisbrævið tekur sær rættindi til at upplýsa við navni, so eg fái ilt fyri hjartað, ikki tí eg kenni hana, men tí eg øtist um tað, eg lesi, og hvussu skrivarin vil hava meg at lesa tað. Eg verið infiseraður av eini lesibasillu, sum eg heldur enn miðlahald vil hava heilhyljandi vaksinu móti at lesa.
So ganga tveir dagar, og nú er aftur ilt í føroysku heimasálini, tú nú eru døkkleittir menn komnir at larma uttanfyri hjá Finsen, okkara Nobelvinnara, ið uppfann heimsins grøðandi ljós, tí kristnir sionistar fáa ikki frið at dyrka teirra innanfjálga felagsskap meðan innlendsk og útlendsk løgregla ansar eftir:
- Sjálv hevði eg ófrættakenda uppliving við einum av hesum døkkleittu hvítusunnudag í fjør, og eg fekk aftur ta somu ótrygdarkensluna, nú eg sá sama mann, ella var tað ein vinmann og kanska landsmann hansara, standa og ýla uttan fyri Finsen í kvøld. Tá ið ein útlendingur heldur seg hava rætt til at hótta føroysku konu á alljósum degi, hvat annað heldur hann seg so hava rætt til í okkara friðarligu Føroyum, og er ungdómur okkara tryggur?
Teir døkkleittu stjala eitt ísraelskt flagg og hanga tað sum fótbóltskappa á Effersøe, sum enn stendur á Tinghúsvøllinum, skeggjutur, sum Móses, ið onnur eisini hava eina trúgv uppá og kalla Musa í teirra testamentum.
Ein barreigari norðan av landi sigur: ”Lat okkum eyðmerkja hasar útlendingarnar í gjár og blaka teir av landinum har teir eiga heima, vit hava ikki brúk fyri teimum í Føroyum. Teir ella tær kunnu gera ófrið í teirra egna landi.”
Og ikki eitt orð um tær tíggju tesurnar hjá Gregory Stanton The Ten Stages of Genocide á hesum sinni.
Men tað er akkurát har eg eri. Hvussu skal okkara ungdómur kenna seg tryggan, tá alt er farið at ridla so illa í okkara instu sjálvfatan?
Sjálvt í nýggja gastronomiska vakstrarøkinum uppi á Hálsi ridlar nú so illa, at alt steðgar við Norðurlandahúsið, har Systrar siga upp og steingja, tí eingin kemur har longur. Sama siga fótbóltsfyriskiparar og reportarar beint í Útvarpinum úr skattafíggjaða grannalagnum. Færri og færri koma til fótbólt.
Og mín sann um ikki allir pensjonistar eru farnir upp at gartera, tí teir vilja ikki verða brúktir at fíggja tunnilin hjá monnum úr Suðuroy og haldførið teirra annars til mannfólkaítriv.
Men eingin lurtar, allarminst løgmaður og hansara valdu politikarar. Tað er ikki har, at eitt kollektivt haldføri, ið fyri okkum kann mátast og skiljast, skal væntast.
Gudviti, hvussu heitið eftirsitandi verður definerað í framtíðini. Sosialt er haldførið so ikki í hesum polariseraða landi. Tað skal fyrrverandi vinstravongurin vita.