Skip to main content

Úr Kenja til Føroya

Moses Karanja er komin á gátt, og vit tosa um tónleik, sum fer um landamørk, ið vit finna felags stev í og úr. Fyrsti er nigerianski Fela Kuti (1938-1997), sum eg lærdi at kenna í útvarpssendingini Kuffertið, sum hvørt mikukvøld var ein tónleikaferð við nýggjum máli.

- Ja, handa setningin dámar mær væl, The James Brown of Africa. Tað var hann, Fela Kuti, sum í mínum heimsparti, Afrika, helst er størsta tónleikafyrimyndin, og ein av inspiratiónunum, tá eg arbeiði við sounds, ljóði og tónleiki, sigur Moses við atlasinum í hond undir plátu- og fløguhillunum í stovuni.

- Eg kom til Føroya av kærleika. Tað var í 2014. Eg hevði møtt eini føroyskari kvinnu í Kenja, og saman gjørdu vit av at flyta higar at búgva. Vit eiga tvey børn, men í dag eri eg saman við eini aðrari kvinnu, sum hóast hon er uppvaksin í Føroyum, er av afrikanskari ætt. Eg búgvi í Havn, arbeiði við reingerð um náttina á Bakkafrost og taki tímar í føroyskum á Glasir.

Biltúr til Gjáar

- Tá eg seinni í Føroyum rendi meg í trupulleikar og hevði tað tungt, plagdi eg at koyra biltúr til Gjáar og bara sita í bilinum og skriva mínar tankar og kenslur niður. So fann eg uppá at seta tónleik til tankarnar.

Eg fór til Simma og keypti upptøkuútgerð, sum eg hevði í sovikamarinum. Har setti eg meg inn í tøknina og lærdi meg at taka upp, og soleiðis bleiv mítt egna brand, Nafro, til. Eg møtti mínum orkestri her í Føroyum, hóast vit allir eru útlendingar, Christian Ifey og Daniel Chukwutem úr Nigeria.

Vit hava sama smakk fyri tónleiki og somu bakgrund eisini, so vit konnektaðu skjótt og lættliga.

Tónleikurin er fangandi, autentiskur, introspektivur og originalur - og mest av øllum ynski eg, at hann skal fáa teg at dansa.

Vaks upp í Nairobi

Eg vaks upp í kenjanska høvuðsstaðnum, Nairobi, og mín tónleikur er merktur av persónligum royndum og teimum, sum eg eri næst við, familju og vinir, tað sum fyriferst uttan um meg, vibrancy, everything around me that necessitates my voice musically, sum hann sigur.

Oftast skrivi eg niðurlagið, chorus, fyrst, tí tað skal verða støðið undir sanginum, sum eg so byggi á.

Fyrsta, eg minnist av tónleiki, man vera tá eg var seks ár. Pápi mín spældi kasettubond heima. Fyrstu nøvn eg varnaðist vóru Bob Marley, Lucky Dube og Michael Jackson.

Fyrsti útlendingur í Sement

Undir navninum Nafro hevur Moses Karanja útgávukonsert í Perluni leygardagin 21. juni við egnum tilfari á Plátufelagnum Tutl.

Saman við my two brothers from Nigeria, sum hann sigur um Christian og Daniel, var Nafro fyrsti útlendski luttakari í tónleikakappingini Sement, tá vit síggja burtur frá danska bólkinum Tiger på spring, sum kom higar at vera við í kappingini í 2022.

- Moses hevur arbeitt við tónleiki leingi, sigur Kristian Blak úr Tutl. Hann setti seg í samband við Tutl, tá hann flutti til Føroya, og nú hevur hann eitt heilt album, sum er til reiðar at geva út, greiðir Kristian frá.

- Moses er ein líkatil persónur, og tað hoyrist og sæst eisini, tá hann er á palli. Hann hevur fylgjarar, sum syngja við á afropopp-sangunum, so nú er umráðandi at Moses, aka Nafro, fær fleiri møguleikar at framføra av palli. Eg haldi, at hvørja ferð hann hevur spælt, verður hann betri, sigur Kristian Blak undan útgávuni og konsertini leygarkvøldið.

- Ja, hann er ein góður performari, sigur Sunneva Háberg Eysturstein í Sirkus og Landskrona, har hann eisini hevur vitjað. Hann rappar og syngur og skrivar sangir, og tað gevur honum eitt vítt og sermerkt tónlistarligt spenni.

- Eg tori illa at seta sjangru á, men hann ger eitt slag av tónleiki, sum vit ikki vanliga hoyra her, hip hop, afropop og R&B. Hann hevur ein breiðan áhoyraraskara, og fólk møta væl upp, sigur Sunneva.

Hvat kann áhoyrarin vænta?

Nú er tað ikki hvønn dag, at tónleikarar úr Afrika geva út og hava konsert í Havn. Hvat kann áhoyrarin vænta at hoyra og uppliva á konsertini?

- On my album I want to show versatility and range in tackling societal issues head on. The album invokes emotion and critical thinking. I want to push boundaries and most importantly find balance in duality because no one is perfect. My concert will be full of dance, energy and great tunes. I want to show people my journey in life and in music. You are welcome. Am very appreciative for your support, sigur Mases Karanja aka Nafro á altanuni í Tórsbyrgi.

Tað er Hergeir Staksberg, sum eisini er úr sama grannalagi, ið hevur sett okkum í samband hvør við annan. Innan Moses fer av stað, vil eg spyrja hann um Føroyar sum ferða- og uppihaldsland, og hvussu hann hevur fatað seg sjálvan í nýggja landinum?

- Eg hugsi at føroysk fólk eru rættuliga varin og konservativ. Flestu teirra bíða eftir at tú tekur samband við tey, men tá farið er um ta fasuna, fært tú góðar vinir. Eg haldi at yngra fólki eru meir framlig, outspoken, yvir fyri fremmandum. Tey hava ongar trupulleikar at mingla við okkum, men tey eldru eru trupulari. Eg elski mentanina her. Tað einasta eg altíð havi havt trupulleikar við er veðrið.

Gleði og samklangur

Meðan vit leita gjøgnum plátur og fløgur koma tvey svensk útmørk í upplivingini av tónleiki fyri mær. Mált eftir fólkatalinum er svenskur tónleikur heimsins fremsta og best eydnaða útflutningsvøra. Tað var longu greitt í Útvarpinum á Bryggjubakka í 1970’unum.

Musik ska byggas utav glädje sang finsktfødda poppsangarinnan, Lill Lindfors, í Svøríki í 1978, og í hinari síðuni, teirri avgjørt vinstrasinnaðu, hevði Musiknätet Waxholm, MNW, sum skapti og fostraði Hoola Bandoola Band og Björn Afzelius, verið til í átta ár.

Tá hin 52 ára gamli Afzelius doyði í 1999, var hann giftur í Oyndarfirði. Soleiðis krossast tónleikabreytir um allan heim.

Í skúlabókum hjá Utbildningsradion í Sveriges Radio var yvirskriftin fyri MNW: ”Musik gör vi tilsammans”. Altso gleði og kollektivur samklangur, um vit taka hetta tíðarskeið úr Svøríki sum karm og barometur, nú Nafro gevur út egið tilfar á Plátufelagnum Tutl mitt í Havn.