Skip to main content

Vitlíki í eini villari dansitíð


Nei, hatta gert tú bara ikki, hatta er halgibrot, hugsi eg beinanvegin, eg síggi The Velvet Sundown á Abbey Road, mest fotograferaða vegi í London, síðan Beatles góvu út ellintu LP plátuna, hina seinastu í studio, og sum tók navnið á júst teirri gøtuni, hóast hin fyrr upptikna, Let it be, kom út árið eftir og legði lok á tað heila. Soleiðis eru rørslurnar, sum í foxtrot, endurtakandi og sirkulerandi, frameftir, til síðurnar og aftur har, alt byrjaði.

Vitlíki hevur onga moralska kumpass, tí hóast mannaskapt og -fóðrað, er tað sum navnið sigur, úr líki mansins, vituliga sett saman, men aldri blivi til í menniskjansligum samstarvi. Tí tað er tilgjørt, sum í artificial.

Dávur, starvsfelagin, og eg vendu hesum viðurskiftum afturvið morgunmatinum týsdagin, tá vit eta í felag. Ofta semjast við um tónleik í smakki og útrykki, sum Skyscraper hjá Underworld, serliga teimum, men eisini í funktión í samfelagnum, frá country til dansband, nú summarfestivalarnir eru yvir okkum. Okkurt identifisera vit okkum vissuliga við, og annað vilja vit hvørki síggja ella hoyra, og enn minni verða sæddir saman við. Vit tosa um ummælið av Summarfestivalinum, tá Dimma var har norðuri og ummælti djúpt eksistentiella endasangin um, at eingin vitjar Grøv Nummar Trettan, sum fær allar klaksvíkingar at syngja í kór, sum høvdu teir dynamitt í reyvini. Men hvussu vit leita, finna vit ikki ummælið. Tað er vekk.

Og so er tað tað, at danska vitugleikadrenaða sendingin, Vild med dans, sum í eitt mannaminni hevur ruddað skránna hjá Kringvarpinum, nú hevur mist so mikið av virðisgenererandi hyggjarum, at hon verður løgd niður, tá næsta umfar er liðugt. Billed Bladet og Se & Hør gráta, nú sendingin verður jarðað og tikin av skránni, sendingin, sum nú hvørvir, tí eingin ynskir hana. Men ikki fyrr enn Sissal hevur roynt seg í útsettu positiónini. Vónandi gongst henni væl á kropsgólvinum.

Men vit eru ikki ófegnir.

Faktiskt vildu vit nú havt eina sending, ið tók um júst henda sendingadeyða, sum øll hesi ár hevur fagnað og fevnt teim og tey, ið hava púrt einki annað, enn eitt einoygt motoriskt forhold til henda oyratónleik, sum var hann úr maskinu, ja gjørdur av vitlíki, so sálarleysur hann er fyri innara eygað og upplivingina av listagreinini tónleiki.

Endiliga hvarv kropsfatanin og fimleikalærarin, sum við reyvabøllum, so spentum, at ein króna kundi standa í ullintu sprekkuni, innan hann sendi teg um bukkar og plintar, bara fyri at lenda á nýliga niðurkomnu bollunum, ið landslæknin hevði hildið um, meðan hann flenti, kropsfikseraði fimleikalærarin, og fortaldi nýggjar kaffisøgur og njótraði Ebbe Skammelsøn afturvið norskum gymnastikkjazzi.

Vit eiga at feira tað, at Vild med Dans og hennara danska dómarapanel nú fara at verða tikin av føroysku skránni eisini.

Feira tað, við ynskinum um, at nú kemur ein nýggj markleys fleirmedial sendirøð, við evropiskum útoyggjastuðli úr Brúsell til hina ytstu norðuratlantisku periferi, at dyrka tónleik, sum ikki er motoriskur, men klárt cool, calm & collected intelektuellur, har bannað er at røra seg, tí allur sálaraktivitetur er innaní - sum sjangra er hann reint cerebralur.

Skrúvistikkan hava vit valt at kalla hana, nú vit eru farnir at søkja evropiskan útoyggjastuðul frá Creative Europe. Tær fara ikki til spandex, útreiðslurnar.

Kanska hava beinkjavermandi kropsavnoktarar eina musikalska framtíð kortini.