Skip to main content

Hvat kostar hvørjum hvat?


$elfie. Bara heitið, formatið og senditíðspunktið. Perfekt í øllum trimum førum. Ellivu vælskrivaðir minuttir við góðum tvistum, væl spælt, væl filmað, og ljóðið og tónleikurin er í báðum førum deiliga nýtt í mínum oyrum. Einasta, sum skapar ein farra av ófrættakendari undran er summarsliga brimfjølin, Beach Boys heitið Surf’s Up, einsemi og kavin í hæddunum. Samansetta søgan er sjósett.

Hann setur seg sjálvan í karm við Risanum og Heksadámuni, sum hann sigur. Telefonin er amboðið, hjartastartarin og myndabókin, sum alt fer í gjøgnum, eisini eitt prát við bankarágevan, har Pauli eydnast at tala alt upp í lag, og manipulativt skiftir leiklut til ein pressaðan influensara, sum kann fara frá zero til hundrað, og tí sleppur at taka maktina í prátinum. Í næsta telefonpráti í sama regnmerkta bili, søkir hann arbeiði, og fær tilboð um at selja snús í eini føroyskari roykimentan. At bjarga lívum. At fáa snús undir vørrina hjá teim ungu, snús í brús og snús eftir sex. Og so er tað spælið Padel. Haldi, tað er tú og ein veggur, ketsjari og bóltur. Kanska ein mynd av einsama stríðandi manninum, padel. Tað regnar, og kavi er í fjøllunum. So er prát við Kali inn í Surfhúsinum um YouTubarar, dronir, zoom cut, og colab sum influensarar nokk gera.

Og so er kjarnuspurningurin teirra millum: Kostar tað? Ja, alt kostar. Ein gerandismynd úr okkara egna veruleika við einum hugsunarsomum twisti og føroyaflaggi á økslini.

Alt skal fangast og haldast fast í einum kamera, sum eisini er telefonin, annars er tað ikki til.

Og so er joga. Friður til the queen bitch ringir á sama gadget, telefonina. Eg surfi. Tí eri eg. Um eg fái loyst frá landi. Intertekstualitetur, sum eg ikki havi sæð fyrr, við Kellingini í Flógvanum og eksdamuni í telefonini. Eg hyggi eftir tær beint nú, sigur hann og vit eru við.

Og so í brús.

Lívið sum influensari eri ikki lætt. Tongue in cheek sigur Pauli, at hann er on the verge.

Tá gongur upp fyri mær, at tey, sum síggjast á telefonini, eru úr lýsingavinnuni, og eg fái varhugan av, at hetta er lýsingavinnan, sum verður løgd á blik við hennara innihaldsleysa smartness, meðan vit í umbýtissamfelagnum sita eftir við spurninginum: hvat kostar hvørjum hvat?

Jákup Dahl er fínur performari, ikki minst tí hann púra róligani er markleyst sjálvútleverandi. Fyrsti parturin er ein góð intro til ein stríðandi kompleksan person, sum vit verða góð við, tí hann í tí ytra skapar eina greitt góða identifikatión av einum, sum ríður á brimfjøl í trongastu bygd í Føroyum, ella í hvussu er ætlar tað. Men innan í honum eru nógv størri aldukambar. Ein ungur fráskyldur maður við børnum, sum skulu heintast á barnagarði í Havn, helst, meðan hann roynir at realisera seg sjálvan sum arbeiðandi menniskja langt burturi. Men illa gongst, hóast hann roynir joga.

Gorm Just hevur skrivað, filmað og klipt. Framúr avrik at lýsa einsamt trilvandi mannin í Landet utanför, føroyska stættarsamfelagnum 2025 í satiriskum formi. Hon er har, føroyska satiran, men henni tørvar bara at sleppa framat. Nývunni pallurin hjá $elfie eitt fríggjakvøld, er ein góð byrjan, sum er verd at halda fast um.

$elfie kemur lagaliga til okkara í bestu senditíð, beint eftir álvarsomu Dag og Viku, innan vit skifta, sveipa ella sløkkja. Beint her og nú. Fríggjakvøld er, og tað er ikki frítt fyri, at tankarnir leita til kendastu satirusendingina, hina drúgvu Saturday Night Live. Kanska byrjaði hon soleiðis í tí smáa, men hetta er í hvussu er ein lítil, varisligur spíri til nakað størri, føroyska $elfie, eitt fríggjakvøld her hjá okkum.

Humor og autentisitetur elva til fyribrigdi, internetfenomen, ið, tá tey hepnast, fara at liva sítt egna lív, júst tí, at vit taka tey til okkum, og tey gerast memes har brúkaragrundarlagið verður nógv størri enn hjá okkum vanligu, í eini blanding av branding og fylgjaratrúfesti, sum ger at produktið og persónurin í miðdeplinum verður viralur. Tað giti eg, Pauli verður, viralur í okkara avmálda parti av netbornum upplivingum á sosialum miðlum.

Í uppbyggiligu analogu lesimentanini møtast vit í fyrimyndarligum lesiringum og avtala hvørjar samfelagsbevarandi bøkur vit skulu fylla kuffertið við, tá vit fara suðureftir. So hava vit staðfest og samtykt, hvat skal haldast fast við, tá vit koma aftur av árligu troféferðini, og tryggja framhaldandi status quo, sum vit kenna tað, status quo, í borgarliga heimasamfelagnum, ið onkur kallar dunnuhylurin, restina av arbeiðsárinum.

Einasta, ið kann bróta hesa ótolandi heil- og hálvringrás er satira, jú meira subversiv, jú betri.

Hon brýtur, og sum frálíður kanska broytir, borgarliga trummerummið til næstu summarferiu. Aktiónsradiusurin er arbeiðsárið. So er alt burtur og gloymt.

Maktstrukturar, ið egentliga eru óynsktir hjá teim flestu, ið ikki hava trongd á makt, útmyntað í presisari atferð í gerandisdegnum og eini savningarmentan at plága onnur við alt árið, til feria er.

Satira er forloysandi loysunarorðið. Tað er sum feria hjá tí feriuleysa.

Meir av henni.

Satira tað er tað, vit sakna. 

Hon fær okkum í minsta lagi í nakrar fríggjakvøldsminuttir at halda uppat við óynsktari atferð, sum bara hevur til endamáls at halda tað hevdvunna í stættarsamfelagnum við sítt fríska lív - hjá teim, sum ráða og halda seg ráða, tí vit halda teimum føstum í illusiónini av at tey ráða. 

Í meðan hyggja vit hinvegin og yppa øksl. Til satiran kemur. Tað er styrkin í henni, lagaliga avdúkandi satiruni, tá hon pilkar við tilveruna, kanska prikar maktina og opinberar nakað sjálvsagt, sum vit ikki hugsaðu um fyrr enn nú. 

Fólkaupplýsing, er tað. 

Meir av henni. 

Satira tað er tað, vit sakna. 

Og nú vit eru við satirunar borð, má eg nevna eina framúr ferðafrásøgn, sum Johan í Kollafirði hevði á Facebook í vikuni um eina buss- og dannilsisferð til gamla Eysturtýskland. Eg hevði næstan sagt Egyptalands, so forniskur er figururin, hann møtir, ikki á ferðini, men í bussinum, har fiktivi figururin forðar fyri ætlaðu upplivingini, tí teir koma í orðadrátt, forvitni næmingurin og lærarin, sum ikki hevur sans fyri læring, men bara dosering av árstølum. Teksturin og hendingin er sum ein livandigerð av Bertolt Brecht, ið var ein figurur í Matador, um spyrjandi arbeiðaran framman fyri heimsins undurverkum. 

Sterkt og monumentalt í mínum optikki. 

Framúr eins og í $elfie.