Vit menniskju hava tað til felags, at vit liva saman við øðrum, á vår Herres klinkekule, sum norðmenn siga, áleið sama lívsskeið og meginpartin av okkara arbeiðslívi. Neyvan nakað kann kløkka meg, sum andlát av einum javnaldri í Útvarpinum. Eitt skeið farið, eitt lív livað, men nú tikið burtur.
Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú
aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt
tú aftur verða!
Soleiðis lesa vit kendastu orð um arbeiðaran í Halgubók, tyktandi
grundarsteinurin undir øllum arbeiði síðan Luther lærdi okkum lýdni. So kend,
at tey verða hildin fremst hjá politikarum, sum innan fráfaringaraldur royna at
billa okkum inn, at teir hava sæð skriftina á vegginum, har hagtølini greitt siga,
at vit verða eldri og eldri. Í politiskum orðabraski æt tað fyrr eldrabyrðan.
Nú eru vit so mong í íbúgvapyramiduni, at vit umframt røktarútreiðslurnar, í
nógv størri mun eru trygdin fyri bæði gjaldføri og Suðuroyartunnili. Vit eru tey
gomlu, sum tey lægstløntu eru um.
At fáa jarðbundnu politisku endarnar at røkka saman, skjóta aldrandi
livibreyðspolitikarar í stættarsamfelagnum tí rímiligvís upp, at arbeiðarin
skal, alt av náði og fyri eina óumsetiliga atkvøðu, sleppa at verða longri og
longri á arbeiðsmarknaðinum, tí hann, arbeiðarin, skal fíggja svíkjandi
samhaldsfestið í skeiklaða vælferðarsamfelagnum, tí summi fakfeløg eru blivin
so dýr hjá miðleingjuni av arbeiðandi fólki at fíggja.
Umframt arbeiðaran, skal eisini verða breyð til troytta
livibreyðspolitikaran og prangandi kransakøkufigurin. Tað er lutur arbeiðarans.
Hann skal rinda við møði og sveitta, teir dagar hann ikki fer á møti. So sum
sagt verður í Halgubók.
Tað ger hann við at sleppa at forvinna pening á ellisárum,
so nógvan sum aldri áður, nú allar tryggingar eru farnar úr gildi, limaskapur í
fakfeløgum er sagdur upp og eftirlønargjaldið frá arbeiðsgevaranum kemur beint
á kontuna, óskert og óskorðið.
Tað er størsta lønarhækking í mínum lívi. Takk fyri tað.
Uttan dýrkandi pseudo millumrokningar til samfelagsins
sjakalar, sum Pól F kallaði teir. At bypassa alla samhaldsfasta fakligheit í
samfelagnum eftir eitt heilt arbeiðslív. Tað er sjónarhorn av teim sjáldsamu,
at hyggja niður í.
Jú, sanniliga er arbeiðarin løn sína verdur eftir
sjeyogtrýss. Eri í góðari samrøðu sloppin at halda fram til eg verið
tveyoghálvfjerðs, Inshallah, um Gud vil, sum er nýggjasta orðið í almennu
donsku Orðabókini, og kunnaður um arkið við eldrapolitikkinum hjá landsstýrinum.
Einasta, ið er eftir, er at arbeiðsmarknaðurin tekur
virðiligani ímóti aldrandi arbeiðarum, ið hava tikið politikaran og alt hansara
starvslið, uppá orðið, og valt at støðast á arbeiðsmarknaðinum eitt bil afturat
við útsettari pensjón, sum eg, eftir hagtølunum, fari at fáa lítlan part av, um
tað yvirhøvur gevur mun og meining, í mótrokningum, sum onkur vælløntur
nevndarformaður í berum sjálvfitni á onkrum almennum Excelskeiði hevur ásett.
Í hesum anda havi eg hugt eftir arbeiðsplássum, almennum og
privatum, og einki starvslið ella funktión funnið, ið hevur gerontologi, ellifrøðiligan
aldurdóm, í sínum skjaldramerki. Einki. Heldur ikki starvslýsing, har lýst
verður eftir skikkaðum aldursfólki við einum livaðum lívi av royndum at oysa
av. Nei, einki. Sum í nada.
Um tað er so, sum politikarar og teirra ráðgevandi starvsfólk
í hægst løntu vælferðarstørvum siga, at gráa gullið skal tryggja samfelagsliga
framtaksførið við klingandi silvurmynt, so má hetta síggjast aftur onkustaðni. Burtursæð
frá einum rundskrivi, síggi eg tað ikki. Hvørki í útbúgvingum ella starvsheitum,
fyrisiting, ráðstevnum, skeiðum, átøkum, heilsupolitikki ella
kringvarpssendingum. Ongastaðani.
Men tað kann sjálvandi vera tí, at persónliga sjónin er viknað og fatanarevnini eru um at verða burtur. Í mínum føri, altso. Og at eg, fyri mítt nývunna gjaldføri, skal keypa mær nýggjar Tom Ford brillur. Hvat siga hini? Hava tit varnast nakað gerontologiskt fagnaðarátak, nú vit skulu verða framtíðartrygdin?