Hyggja vit á heimasíðurnar hjá størstu skúlum í Føroyum, so finna vit rímiligvís frágreiðingar um lesing sum miðlandi fatan av tí, ið lisið verður, hvørt tað so er innaní til sín sjálvs, ella til almenningin at fata og fáa samanhangir eftir upplesturin.
Henda gongd er í
mínum oyrum farin at plága Útvarpið hjá Kringvarpinum.
Ikki tí, knortlut
mál er ein væl dyrkað disiplin og siðvenja í skriviborðsføroyskum, sum bókmentunarliga
varð tikið fram í sendingini Orðavali í morgun við tveimum rithøvundum sum
dømi. Kanska eitt sindur stirvin sending, sum manglar tað flow, ið fyrr var, tá
Elin Henriksen var tann, sum fekk mikrofonina og tí gjørdist miðlandi
miðdepilin. Men ikki so stereotypt tilgjørt, sum hjá Jóhan Hendrikki í fyrndini, ið nú verður brúktur sum eitt fornrelikt, serliga við talskipanini.
Røvarasprog kunnu øll skapa, vilja tey halda onnur burtur.
Størsti skúli,
Glasir, hevur vanligu drúgvu frágreiðingarnar, ið eyðkendar eru úr
skúlaverkinum, um allar lærurgreinar frá byrjan til enda.
Og nú er nóg
mikið gingið og malið um tað, sum Orðabókin sigur um at tala nógv, sussa og
meyla, um tað vit vanliga kalla at mala um heitan greyt.
Fremsti føroyski mentanarberi, Útvarpið hjá Kringvarpinum, má gera nakað við upplesturin, so hann
í minsta lagi kann fatast um samanhangandi, og so mikið meiningsskapandi, at
vit fata, hvat upplesarin, maður ella kvinna, ungur ella gamal, vil siga, frá morgni til myrkurs, til gerandis og
heilagt.
Hyggja vit á
heimasíðuna hjá størsta fólkaskúla, sum helst er Skúlin á Fløtum, so síggja vit
eitt greitt yvirlit um samansettu prosessina, ið lesing er.
Í triðja petti
stendur: ”Tað hevur týdning, hvussu rætt og skjótt vit lesa. Gongur striltið at
avkoda, og lesingin er ósamanhangandi við nógvum villum, ávirkar hetta
fatanina.”
Hetta var
gullkornið, ið forloysandi kom til mín í morgun, eftir at eg í heilt drúgva tíð
havi undrast og onkuntíð ilskast inn á, at Føroya fremsti miðla- og
mentastovnur ger so lítið við upplestur, at stundum, í týdninginum ofta, hevur
tú ilt við at avkoda, hvat upplesarin, maður ella kvinna, meinti við og vildi
hava fram innan farið verður víðari. Í skundi. Ella tí upplesarin er ilskur og
ikki far mikrofon, teldu, skíggja ella prentara at fungera og skal siga okkum frá um tað.
Har var
vegleiðandi uppskriftin, hvussu vit tryggja fatanina av tí upplisna. ”Tað hevur
týdning, hvussu rætt og skjótt vit lesa. Gongur striltið at avkoda, og lesingin
er ósamanhangandi við nógvum villum, ávirkar hetta fatanina.”
Tað er líkasum
tað. Skúlin sigur tað
sjálvur. Restin er roks. Cut it out.

Comments