Skip to main content

Kom inn í ljósið

Av og á havi eg staðið soleiðis fyri, at eg slapp at taka eina mynd av Geytavinnaranum frammanfyri teim møttu, á pallinum í Norðurlandahúsinum. 

Soleiðis eisini hesu ferð. 

Fólk hava reist seg í fagnaði, og aftast uppi í vinstra horni, er reyði kjólin, ið startar og leggur myndina, flatarnar og skapið í henni, út fyri okkum. Tobbi hevur júst handað Geytan, sum Maria lyftir sigursæl í samtykkjandi fagnaði. Men aftanfyri hana, og næst okkum, stendur grundin. Pápin, Hans, ið sigur við mammuna, Katarinu: ”Kom inn í ljósið”.

Henda spatiering í myndini hugtók meg. Kom inn í ljósið.

Sjálvdan hevur Geytin verið so týdningarmikil, sum beint nú, tá heimildarfilmurin «Mammuskepilsið» hjá Mariu Tórgarð vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Eftir at Dagur & Vika hevði eitt innslag um filmin, vænti eg at fólk vilja síggja hann, tí filmur er so góður miðil at lýsa tað samansetta og trupla. Sinnisbati og Løkshøll hava sett filmin á skrá og helst fara onnur høli eisini at lata dyrnar upp fyri hesum sterka og týdningarmikla hybrid filmi. Gamaní er filmurin, ið varir hálvan tíma, settur í karm her heima. Men styrkin í søguni er, at innihaldið og samansetingin ikki á nakran hátt eru topografiskt bundin at staðnum, men universell. Heilt til enda jarðarinnar kann hann siga eina algilda søgu um sálarsjúku millum livandi menniskju og næstrafólk, ið við dóttirini, Mariu, siga søguna, eisini við effektivt hugtakandi leiklist á palli. Giti, at hann nettup av hesari orsøk kemur langt út í heim. Til lukku og góða eydnu við filminum.

Comments