Annika Hoydal var vælvalda og ikoniska stjørnan í fimtu og seinastu sending hjá Per Zachariasen og Mariu Winther Olsen við spírunum úr Hoydølum, sum ein hópur av Kringvarpsfólki hevur gjørt.
Sum er
við væleydnaðum sjónvarpsrøðum, ið eg ikki minnist so góðar úr okkara egna
landi, í meiningsskapandi týdningi og undirtøku, vil eg, tó uttan tematiskar
líkleikar, men bara mált eftir fastatøkum á áskoðarum, peika á "Matador"
í Danmark. So sterkt er knýtið til føroyska áskoðaran í hesi burturav føroysku
miðlaframleiðslu. Sum "Matador" í Danmark.
Og nú vit
í kvøld sóu seinasta part av "Hoydølum" er tað ein linni, at fáa at
vita frá Finni, at tey fara at gera eina sesong tvey, eitt
framhaldandi umfar ella tvey.
- Vit
fara at søkja eftir ungum spírum longu nú, at melda seg til
upptøkuroynd, sigur Finnur Koba, og vísir til tekningarskjalið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Plátufelagið Tutl boðar eisini frá, at allir sangirnir í sjónvarpsrøðini "Hoydalar", nú eru tøkir á øllum teim kendu pallunum sum YouTube, Spotify, Apple Music, Amazon Music og so framvegis.
Gott at Kringvarpið skapar eitt so gott tilboð til hyggjaran og hjúklar um produktið so hvørt og alla tíðina, og nú heldur fram. Júst hetta við kontinuiteti, óslitnum framhaldi, av væleydnaðum sendingum, sum ikki sleppa at doyggja, men støðugt verða foredlaðar, so staying power verður eitt gylt og vælpussað motiv í Kringvarpinum.
Eins og í undanfaru sendingum byrjar Thomas Koba við djúpgyltu reklamurøddini og leiðir okkum inn í Hoydalar og skapar klassiska slitið millum nútíðina og floygdu pisurnar, sum langt síðan eru farnar, og nú sleppa at gera eitt come back í tómu hølunum.
Framúr.
Gesturin
er hin elsti, føddur í 1945, ikonin, sum Sophilia sigur, Annika Hoydal. Hon
letur upp fyri nógvum ráðgevandi práti um pallframførslu, at prika til
borgarligheitina, at vera eitt gott menniskja og ikki minst um at flyta í onnur
lond, men altíð eiga ein heimstað her hjá okkum. Góð søgulinja, ella narrativ, sum vit nú
siga.
Ungu
spírarnir fáa sum fyrr eina bakgrund og dagførda søgu um dagsins stjørnu. Og
møta henni persónliga og í dialogi. Hetta er skapandi samanseting í skúlanum.
Fyrsta, Annika lærir frá sær, er at lata búkin søkka niður í stólin, ein
grounding venjing.
Anna
Lovisa er fyrst at syngja. Hon hevur valt ”Eitt kvøldið so síðla” í eini heavy
blues gittar-distortion-funderaðari útgávu, har trummurnar elegant fylgja við,
og eitt minimalistiskt keyboard amast sleikjandi upp at sanginum. Framúr
setting meðan sangurin vellur úr Onnu Lovisu, sum syngir intenst til eitt
seinkvøld við good vibes, og ráðum frá Anniku um at hvíla í løtuni, sum er nú
og her.
Emma er
onnur at syngja og hevur valt sangin "Aldan". Intensur elgittari og
dramatisk rødd, sum nakað nýtt, fjald aftanfyri gluggatjaldið, kemur inn á
pallin, ung og hugtakandi djúp rødd við matchandi rørslum. Tung trumma,
stevføst, hini ljóðførini tilviljað og ætlað undirspæld. Vakurt. Annika og Emma tosa um at
flyta og búgva í Danmark. Ráðini frá stjørnuni er at fara á tónleikaháskúla.
Triði er Bjarki,
sum hevur valt "Nú liggur ein kavafonn". Akustiskur gittari fremstur
í ljóðmyndini, luftlættar og ljósar trummur, og ein rødd, sum er performance
klár, skillig og sterk. Reytt ljós á baktjaldið, so høvdið á nú spanska
gittaristinum verður innrammað. Sterkt moment á heitu sponsku heiðini, meðan Pauli
briljerar frá Segovia til allar hinar, sum eg veit verða dyrkaðir í Skopun. Ein
varði í útvarpssavninum verður hesin. Tosið eftir sangin er um at flyta og finna
vinir. Og um týdningin at verða eitt gott menniskja, sum Annika minnir á.
Rútmiski Filip,
sum er farin úr Kaldbak til Havnar at ganga í skúla, er hin fjórði. Hann hevur
valt "Í dans" hjá Anniku og Harkaliðnum. Trumman imponerar meg aftur,
hesuferð við einum markantum og
inspirerandi stuttligum Willy-and-the-Hand-Jive svingi. Ótrúligt. Trumman og
trummuspælið er gjøgnumgangandi mín favorittur. Samrøða um tíðina við
Harkaliðnum, um at eldast, ikki sæst tað á henni, at hon er fýrs, men hon
saknar felagsskapin sum var, og vinirnar, ið fullu frá og doyðu.
Innan hon
syngur "Farin", sigur Jóhanna, at hon má hava ein stað til frið, tí hon
er so órólig. Við støði í sanginum er hetta inniligt sum einki annað premium
grief í øllum sendingunum. Klaverið tekur førningin og karakterin, røddin er
veldig.
Annika er nøgd og sigur, at man má ikki føla, men tulka, sum Jóhanna gjørdi við bravour. Ein djúp samrøða millum tær báðar, sterkt og ektað.
Hesin sangur stendur eftir mínum tykki eftir sum hin sterkasti í allari røðini.
Sætta og seinasta í seinastu sending er Sophilia, sum syngur provosangin frá gomlum single plátu tíðum, "Fimtan ár". Tær báðar tosa um afturvendandi evnið, sum er at verða heima og tó ikki, at vera fremmand og kortini heima. Lagið er franskt og Gunnar eigur tekstin, sum afturvið fær ein eins argandi gittara og trummur, sum draga sangin fram á ein argandi non chalant soul pall við jazz scat frá eini ekspressivari unggentu, sum leverar vøruna erotiskt flott og elegant beint til ein varieté pall sum kanska er málsøknari enn Moulin Rouge. Stuttligt prát um at prika samfelagið, so tað ikki stívnar.
Annika er imponerað av teim listarligu ungu, ið syngja á pallinum í Hoydølum.
Hóast hon lovprísar øllum fyri teirra ymiskleika, velur hon Sophiliu, tí hon er frek
og humoristisk, sum hon sigur. Men hvør tykkara er ein persónligheit, sigur Annika áminnandi, sum ein
røtt og fyrimyndarlig ikon í seinastu sendingini.
Takk fyri innlitið, takk fyri undirhaldið, takk fyri gávurnar hjá øllum stjørnunum, og spírandi tulkingarnar, sum nú eru partar av savninum hjá okkum øllum í Kringvarpinum.
Framúr
átak - sum nú eisini fær eitt framhald!





Comments