ChatGPT gjørdi myndina eftir at hava lisið tekstin niðanfyri
Trigger-happy er eitt hugtak, ið kom til mín um páskirnar. Síðan eg fór at skrivað blogg, síggi eg í teljaranum, at í tveimum førum havi eg brúkt hetta enska orð. Í 2022 í tekstinum undir yvirskriftini "Vit eru samsek í Holodomor", og í 2016 í yvirskriftini "With God On Their Trigger Happy Side".
Orsøkin til júst henda seinna bloggin var, at bønarmaðurin
Franklin Graham, sonur prædikumannin Billy, tá var í Føroyum og savnaði
trítúsund fólk at hoyra gleðiboðskapin.
Stutt eftir var kristni amerikanski sangarin, Larry Gatlin,
sum tá sang "An American With A Remington", eisini her og sang fyri
fáum á møti í Kelduni.
Teir eru báðir, Franklin og Larry, við í amerikanska
Landsbyrsufelagnum, American Rifle Association, sum sæst omanfyri.
Sitandi amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, ytst til vinstru, er nú eisini í stríði við eina meinigheit, tí hóast hann ongantíð hevur
gingið har, brúkar hann hana á permuni í eini komandi bók um persónlig,
átrúnaðarlig katólsk viðurskifti. Bókin, sum HarperCollins gevur út hevur
heitið "Communion: Finding My Way Back to Faith".
Trúgv er blivin tað nýggja svarta í hvíta USA.
Amerikanska Landsbyrsufelagið, ið bleiv kent við Charlton Heston,
vit kenna sum Móses og Judah Ben-Hur úr Oscarvirðisløntum Hollywoodfilmi, var
formaður í felagnum í fimm skeið. Hann kom fram sum ein krígsgalningur í
filminum hjá Michael Moore "Bowling for Columbine" í 2002.
Í seinasta valstríðnum gav amerikanska byrsufelagið varaforsetanum
Vance fullan stuðul, tí hann er ein "unwavering supporter of the Second
Amendment," sum stavar frá tíðini at verja okkum - tað er hvítu
niðursetufólkini og mentanarberararnir - móti upprunafólkinum, indiánarum, ið
áttu landið, og tí mugu hava ófrásigiliga rættin at bera byrsu til denna dag,
hvíta fólkið, skuldi tað verið álopið og skalperað.
Makt, byrsur og vápn eru júst tey viðurskifti, sum eru longst
frá norska sálminum "Det er makt i de foldede hender", sum Chr. Høj týddi til "Tað gav mátt, tá tú
helt saman hendur".
Meðan eg um
páskini leitaði í øllum teim føroysku sang- og sálmabókunum, finni eg undir
'bøn' hesi dagsaktuellu og tíðarrøttu orðini hjá Steingrími Niclasen:
"Halt kríggi, sóttum, svulti við, o, faðir, okkum frá, og veit tú øllum
trygd og frið, í hvørji heimsins vrá".
Her eru bloggaðu orðini frá 2016 um at verða trigger-happy, nú vit í kvøld standa fyri einum
triðja heimsbardaga, settan í verk og pallsettan fyri Trump av Hegseth. Hann hevur
eins og forsetin eina fortíð í sjónvarpi, er tríggjar ferðir giftur, er av
norskari ætt, og setti í mai í fjør afturvendandi bønarmøti á skrá í arbeistíð
í Pentagon. Fyri fría heimin fer hann í nátt at jarðleggja eina heila tjóð, eru
boðini.
Veit ikki um vit skulu spæla Garth Brooks "If Tomorrow
Never Comes". Men leygardagin ætli eg mær norður í Varpið at hoyra
fagnaðarkonsertina fyri Teimum av Kamarinum.
Livst, so spyrst.

Comments