Tá bløðini vóru betur fyri enn nú, vóru tey dyggasti lýsingamiðil. Tá plagdi onkuntíð at koma fyri, at ein blank síða varð prentað, har skrivað varð: "Umbiðið pláss". Tað vildi so helst siga, at onkur, ið var lopin frá ordranum, allíkavæl fekk rokningina. So sterk er marknaðarstøðan hjá bløðunum ikki longur. Men sama mynd hómaðist í dag, niðast í brekkuni, har Køkubúðin einaferð var, á húsunum har Charles Smith og tey búðu. Hvør býr har nú veit eg ikki, men á síðuni, sum vendur móti gomlu Køkubúðini, er eitt stórt uppslag við Anniku Olsen, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin. Spennandi verður, hvør fær veggjaplássið niðaneftir. Men at verða hongdur einsamallur uppa á gamla kirkjugarð, við útsýni móti Kagganum og Frelsunarherinum, tað hevði eg ikki unt mínum ringasta fígginda, heilsumálaráðharri ella ei. Øssur Winthereig hevur brotið við stirvna os smakkleysa litbrúkið hjá Tjóðveldi. Úti við Strond, uttanfyri tyrluplássið, við Boðanesi í baksýni, hevur Øssur sett eina livan