Skip to main content

Framsókn er fremst


Í gøtumyndini í høvuðsstaðnum er Framsókn fremst. Eingin ivi um tað. Tað sást skilliga gjøgnum regn og viskarar við eini hálvvánaligari iPhone úr bilinum í dag. Eyðkennið hjá Framsókn, hvítt F á avmáldari appilsinlittari bakgrund, er sett ovarlaga á steyrar í Havn, har sum brandmenn annars plaga at seta 'Vælkomin á ólavsøku' og líknandi dreglar. Hóast nakrir arbeiðsdagar enn eru til løgtingsvalið, er eingin annar flokkur sum í elegansu, sniði og liti tekur Framsókn. Men enn eru eingi valevni hjá teimum at síggja á uppsløgunum. Og beware, her er Tjóðveldi eitt skrekkscenario. Tey brúka svart-hvítar myndir á signalgrønari bakgrund. Tveir óhugnaligir litir, sum eru alt annað enn harmoniskir. Fólkaflokkurin sýnir á ymsan hátt valevni, sum spæla solo í stórum formati. Hinar flokkarnar, til dømis Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, havi eg ikki sæð við vegjaðaran, burtursæð frá onkrum uppslagi við løgmanni. Skurvut soloryttarí riggar illa í visuellum valdysti í almenna rúminum, hóast ilt er at meta um, hvørt uppsløg á gøtuni yvirhøvur hava nakra ávirkan og veruliga megna at flyta atkvøður, eins og tey mongu partapolitisku lesarabrøvini, sum minka um áhugan at lesa bløð og portalar, sum í løtuni bara náa ein tíggjundapart av vanligu lesarunum. Tað er politisk fatigue í Føroyum. Men eitt er vist og tað er at í dag er Framsókn einaráðandi í visuella rúminum, sum enn er friðarligt. Men skjótt bresta tey á. Og tá verður ikki lætt at vera peli og veggur, mitt í Havn.