CoPilot gjørdi myndina við støði í tekstinum Á aðru síðuni mandigir menn í ljósareyðum skóm sum fáa reytt á vátgrønum vølli tá heimlandstrygdin og appilsinfrunturin í casa blanca vrakar og havnar so blankskallavinurin infantint kann takkla eitt bil og dribla á ranguni til útselt er í fifa forfanin hóast einki nyttar at snýta ain't that just like Belgium meðan deyðin framkallar Bill og minnið um tiknar myndir av føroyskum lendingum á Hahnemühle pappír í Cross Village tosa um synir og spurningin um eg nakrantíð aftur sleppi at kenna rættara landið sum horvið er