Skip to main content

Posts

Showing posts with the label whisky

Whisky og villar søgur í hvannatíð

  CoPilot gjørdi myndina meðan eg skrivaði Í hægstu agurkutíð, hvannatíð, tað er hon við tíðindaloysi, hevði Útvarpið eitt frálíkt innslag um nakað so eksotiskt og søguliga foredlað, sum føroyskt whisky. Mann fer at gleða seg til rákan, tí søgan um whisky verður sterkast á óframkomiligari útoyggj, har gandakent afturhald verður sjálv drívmegin í marknaðarføringini. Fyrrverandi landstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, fegnast, meðan ein annar fyrrverandi landstýrismaður, Jenis av Rana, øtast og rópar varskó um whiskytíðindini.  Millum hesar báðar, sum nú eru tingfólk, eru fleiri, ið taka kjakið upp á Facebook, ið alt árið er og verður fólksligi almenningurin, serliga úr einum tillagdum og tillærdum fráhaldssjónarhorni, har religión er samantvunnin partur. Nú lokið er tikið av hesum niðursjóðaða blikki, alkohol í Føroyum, sum sett í gildi av nettupp politikarum at selja við risavinningi í Rúsum, er eingin endi á spurningunum. Men hvussu áhugaverdir teir eru, tykjast t...