Teldutala
Jóhan Joensen við harugrýtuni í Áarstovu fríggjakvøldið. Harurnar eru úr Hvannasundi. Hetta var fyrsta tiltak úr gastronomiska kalendaranum Heima í Havn hjá Áarstova og Barbara Fish House.
Eyðkendu sprossavindeyguni standa á glopp og tað glintar av grýtum og pannum úr køkinum heima í Havn, har menn stákast, nú harukvøld er í Áarstovu. Fyrstu harur komu úr Kragerø í Oslofjørðinum í august í 1855. Hetta árið vórðu fýra harur settar út í Hornabø og trý ár seinni aftur fýra, allar vetrarhvítar. Í báðum førum spelaðu tær beint niðan á Kirkjubøreyn. Síðan er nógv hent. Í bókini Føroya Náttúra verður sagt, at seinasta vetrarhvíta haran varð sædd í 1918. Nú eru tær vetrargráar. Ná, men nú eru tað brellbitarnir, brislingur frá Tavuni, sum verða lagdir á tallerkin.
Kvinnurnar, ið borðreiða, hava sett vínið fram. Vínskráin er úr Suðurevropa og tey, ið standa fyri Áarstovu, hava vitjað vínbøndurnar og dokumenterað persónliga samstarvið í bókini Áarstova søga, vín og vinir, sum er ein innbundin vínskrá, ið Hanus Kamban og Eirikur Lindenskov skrivaðu. Niðanfyri lesur John Mikkelsen, sum er vertur í Áarstovu, í føroysku vínbókini.
Við okkara borð nummar sekstan situr Eyðfinn Magnussen, sum hevur kannað føroysku haruna seinastu árini. Á heimasíðuni Haran hevur hann skrásett harutúrar í fjør, hvussu nógvar eru skotnar, og hvussu nógvar byrsur vóru við. Hevur tú eitt brúkaranavn ber eisini til at skráseta sjálv. Í fjør eru 639 túrar skrásettir, har 4009 harur vórðu skotnar, flestu í Norðurtriðingi, Norðaraparti, í Sørvági, har 113 vórðu veiddar á átta túrum. Næstflestu vórðu skotnar í sama øki, 92 harur á níggju túrum í Suðurtriðingi í Sørvági. Í Hvannasundi, haðani haran hjá Jóhan í Áarstovu stavar, vórðu 45 harur skotnar á trimum túrum yviri á Skarðhamri og tvær á einum túri úti á Rættini.
Fyrrárið hevur Eyðfinn, sum er lektari í lívfrøði, aftur kannað haruveiðuna, sum Náttúruvísindadeildin á Setrinum gav út í ritinum Haruveiðan í Føroyum 2014. So tað er ein serfrøðingur, vit hava við borðið. Í yvirlitinum frá 2014 eru 9.318 harur skotnar. Siga vit, at helvtin av stovninum verður skotin hvørt árið, so var føroyski harustovnurin í 2014 um 20.000. Bestu haruskjúttar vóru teir úti í Haga á Bjørgum í Vestmanna, har úrtøkan var 214 harur á 11 túrum. Eyðfinn hevur eisini skrivað stóra grein í danska blaðnum Jagt & Jægere í fjør summar um harutøl í Føroyum. Har nevnir hann eisini, at Facebook er amboðið at skráseta og siga frá um haruveiðu, sum er ein sonn vetrarítrótt í Føroyum. Nú eru kokkarnir hjá Jóhan klárir í harukøkinum í Áarstovu.
Innan eg sleppi til borðs, rópar Carl August Arge varisliga á meg og spyr, um eg kann taka eina mynd av borðinum, har hann situr, saman við Suðurstreymoyar Útróðrarfelag. Tað er gamaní. Teir hava havt aðalfund og í nevndini sita nú Mortan Johannesen, formaður, Ragnar Hentze, næstformaður, Carl August Arge, skrivari og Doru á Torvlaðnum, sum er nevndarlimur.
Eg fái eina góða kenslu av, at lagt er upp til eitt mannfólkakvøld í Áarstovu.
Starvsfelagin Karina hjálpti við blitsinum, og hin starvsfelagin, Gunvá, minti meg á, at pápi hennara og pápi mín plagdu at skjóta harur á Eiði. Her eru teir báðir avmyndaðir umborð á Beinir í St. John's í august í 1961.
Mest áhugaverdi av teim trimum brellbitunum, sum vit fáa niðurundir í Áarstovu, er brislingur. Hetta er fyrstu ferð, at hann ikki er malin til ídnað í Fuglafirði, men sendur til Havnar og settur á borðið fyri fólk at eta. Lokali brislingurin, sum er frá Tavuni í Leirvík, er marineraður við sitrón og leim, og stungin uppá eina spritu, so býtast kann í hann. Ein delikatessa við mjúkt breiðum makrelsmakki. Afturvið er ein mild orknoysk ale, Dark Island, frá Orkney Brewery, sum smakkar av sjokulátu og kaffi. Gott undirkast.
So kemur haran á borðið. Fyrri harðuborðiskur er ryggur av haru í ravioli við breyðmolum stroyddum uppivið. Vínið er ein hóskiliga spinkul pinot noir frá Gerard Bertrand, sum er fyrstnevnda vínsambandið í bókini um Suðurevropeisku vínvinirnar hjá Áarstovu.
So er ein slankur burtur frá haruni til gásalivur við reyðrót. Tað er ikki gerandiskostur hjá mær, so bleyti konsistensurin skal fyrst merkjast. Smakkurin er himmalskur, ikki minst afturvið sevjumiklu reyðrótunum, og sum krúnan á verkið: andalusiskt sjerri frá Ximénez-Spínola í stórum glasi.
So kemur svarta harugrýtan hjá Jóhan Joensen á borðið. Í grýtuni, sum hevur kókað leingi, eru rótfruktir og afturvið er eplamorl og ljós mild sós. Ein mannfólkamáltíð millum ódnirnar á vetri.
Omaná fáa vit fyrst brendan buding við eksotiskt-elegantum dessertvíni frá Gerard Bertrand. Síðan fáa vit svartar og hvítar sjokulátabitar við kaffi og orkneyskum single malt whisky frá Highland Park. Betri verður tað ikki eitt kavakvøld í januar. Manga takk!