Kokkurin á Brimborg, Michael Bjørkær, framman fyri sekkjunum, sum Eirikur á Húsamørk útflytir turkaði toskarhøvd í til Nigeria í Afrika. Sekkirnir eru veggjaprýði uppiá í útbygdu matstovuni við Gøtugjógv, har útsýnið er frítt yvir alla víkina.
Dagurin byrjaði við hosuleysum morgunmati á terassuni heima í Tórsbyrgi við útsýni beint á Eystnes og inn í Eysturoynna, har kavi er í fjøllunum. Gott, vit hava tunnil. Saman við góðum vinfólki gekk leiðin í dag til Brimborg við Gøtugjógv.
Brúkarastýrda ummælaratænastan á netinum, Tripadvisor, hevur funnið matstovuna, men enn er einki ummæli, uttan tíggju góðar myndir av rættum, staðseting í Gøtu og hvørji støð, hotell, matstovur og vitjunarverd støð, eru nærindis Brimborg.
Fyrru ferðina, eg vitjaði í matstovuni við Gøtugjógv var fyri tveimum mánaðum síðan, tá eg gav kokkinum, Michael Bjørkær, yvirskriftsheilsanina Karismatisk dynamo í Gøtu.
Tá byrjaði eg bloggin rættuliga ovfarin og bilsin av at síggja matstovuna í Gøtu, við hesum orðum:
"Lokaliseringsteori er ikki sum at siga tað, og tó. Her í Gøtu koyra fýratúsund bilar fram við um dagin og tíggjutúsund fólk kunnu náast við eini nýggjari tænastu. Upplandið er stórt og gávumilt og rávørurnar tróta ikki. Vit eru millum tvey saltfiskavirki, her eru pelagisk virki, sildavirki og bøndur, fyri ikki um at tala høvdavirkið hjá Eiriki á Húsamørk, sum hevur blást nýtt lív í handilin hjá abbanum Haldor, her posthús, banki og tríggjar skúlastovur hava verið beint við gjónna við Gøtugjógv."
Á skránni í kvøld stendur Chef's Selection - Fine Dining Menu, við tíggju rættum. Við borðini sita 60 gestir, so 600 tallerkar eru í umfari við tilsamans 3300 smakkbitum, sum gera matstovuna ítøkiliga og verda at rinda fyri.
Vit sita uppiá, har gomlu skúlaveggirnir eru tiknir niður. Tað er fult hús og til viks er ein stova við málningum úr Afrika og vælpolstraðum grønum sofum, umframt matstovuborðið við hvítum pappírsdúki.
Byrjað verður við minimalistiskari rundari servering av ostinum Havgus, sum er inndampaður við portvíni. Fasti osturin er frá danska Vaðilinum, Vadehavet. Guðrun, heldur ostin fram fyri seg. Hon sigur frá um tíðina, tá hon var í kibutz í Givat Oz har norðuri í Ísrael fyri tjúgu árum síðan.
So kemur ein vafla úr asiatiskum shiitake soppum við sibirskum styrjurognum omaná inn á borðið. Eg taki lítla stykkið upp í hondina og smakki. Eksotiskt og ein góð frástøða frá fyrsta ostinum. Tosið gongur við borðið eins og við hitt fulsetta borðið í sama rúmi. Vit tosa um gamla Hvalbiartunnilin og hvussu væl egnaður hann hevði verið til eina føroyska ostagoymslu.
Triði rættur er ostra, borðreidd í skel við soði úr skeljasúpan, har rabarba er ein góður og spælandi bakveggur í smakkinum. Við borðið tosa vit um Gjónna og nær hon fyltist við gróti, sum ikki var har, tá eg var smádrongur, ferðaðist her og toldi, at onkur annar legði Stórhyl undir seg. Eirikur á Húsamørk situr við borðið og veit allar smálutir úr Gøtu søgu. Vit eru í Føroya fakfelagsliga uppruna, vøgguni hjá Tróndi og mínum heimstaði fyri ímyndini av samkomulívi, sum stútt og støðugt er í oppositión til danska statsvaldið. Frá grannaborðinum koma tvær systrar og ein, sum hevur búð í húsunum hjá ommu og abba, ovast í bygdini, at siga okkum frá um ættina og ættarbond. Borðreiðingin í gomlu skúlahølunum verður persónlig.
Nú koma Michael Bjørkær, sum er kokkur, og Anja Justinussen, sum er matstovuleiðari, við einum grønmetisrætti, ið byggir á blómkál, við nøtum og rosinum omaná. Avmált og vælsmakkandi. Framúr.
Vit tosa um nýkomnu donsku bókina Skibet fra Helvede, sum forlagið Lindhardt og Ringhof gav út hósdagin um 345 kz fangar, sum ein skjønnan dag eftir krígslok komu rekandi inn á oynna Møn. Eingin hevur fyrr sagt hesa søgu. Finni ein resonans við teir gomlu á hesum stað, sum vóru upptiknir av at siga søgur, sum eingin annar segði. Og fyri at tað ikki skal verða lygn, so kemur Jerúsalem artiskokkur við tungu inn á borðið. Longur uppi, í 1928-skúlanum, sá eg filmin um John Glenn, sum Geytin vísti í kjallaranum. Tosið snarar seg til seinastu dagar hjá Juri Gagarin, sambært einum russiskum herovasta, sum Eirikur hevur møtt. Herovastin var saman við Gagarin, tá kosmonauturin andaði út.
Havtaska er nú á borðinum. Michael hugtekur meg sum kokkur, tí hann hevur eina so leikandi tilgongd til matgerð, ja í løtum er tað sum hann ger køku, lagkøku, hóast evnið er fiskur í matchandi olju við svínakjøti og blómu omaná. Framúr hugvekjandi. Tosið gongur um kervil og allar plantur, sum vaksa beint her, vit ganga. Tað er framúr til spik, sigur Eirikur um kervil. Og so ein avstingara til Afrika og ibo og hausa fólkið. Helst er hetta økið tað tættasta í Føroyum, at knýta vinnulig og missionerandi bond til Afrika. Løgið at hugsa sær, tá vit hyggja út á Gøtuvík og Mjóvanes, har alt orkestrið hjá Ian Anderson, Jethro Tull, mundi gingið burtur, tá havið reisti seg, sum vóru vit saman við Móses í Havinum Reyða í Gamla Testamenti. Bjargingin var at venda við og sigla inn á Norðragøtu, har bussur stóð fyri okkum.
Nú kemur blue fin tuna, stoktur tunfiskur, á borðiskin, tilgjørdur við villum hvítleyki. Helst er hetta heimsins besta og á øðrum marknaðum dýrasta hjáveiðan, semjast vit um við borðið. Síðan kemur álað neytakjøt við hattsoppi, og omaná er surgað jarðber, koldskål, sum danski kokkurin sigur. Hann setur seg at rinda leygarkvøldsmøðina og upplýsur, at 85 hava bílagt sunnudagsdøgurða. Lokandi omaná er kaffi frá Eiriki.
Fimmogtjúgu minuttir, so eru vit heima í Havn. Eirikur hevur lært okkum at finna tað unikka í hvørjari støðu og hvørjari søgu.
Eitt destillat, ein úrdráttur, av veruligum samrøðum hetta farna hálva árið, síðan Eysturoyartunnilin lat upp, kundi verið henda samrøðustøða: Brúkar tú ikki undirsjóvartunnilin? Nei, hann er ov dýrur. Eg koyri gjøgnum Sundalagið, sum eg altíð havi gjørt, tá eg hiðanífrá fari til arbeiðis í Havn. Bussurin koyrir sama veg sum fyrr, so hann brúki eg onkuntíð. Hann er góður til at taka, tá onkur annar brúkar mín bil. Hóast vit hava tríggjar í húsinum, so brúki eg vanliga ikki tunnilin. Hann er ov dýrur.
Tí er áhugavert, at matstovueigarin sjálvur hevur yvirhálað treku Tunnilsføroyar og sjálvur tikið stig til eitt púra privat tilboð, um at verða heintaður í seks persóna bussi og koyrdur uppá pláss aftur, skalt tú síggja, smakka og uppliva borðreiðing uttan fyri Havnina. Prísurin er 250-300 krónur fyri hvønn, tá tú ert í lokaløkinum. Á heimasíðun hjá Auto í Havn stendur at tú kanst fáa taxabil til Gøtugjáar fyri 967 krónur fyri midnátt og 1126 eftir midnátt. Niðast stendur at tunnilsgjaldið er 100 krónur. Vit hava valt at brúka Eysturoyartunnilin og koyra í egnum bili úr Havn fyri 75 krónur í eysturgangandi tunnilsgjaldi. Prísurin fyri máltíðina er 950 krónur. Tá sparir tú vínskránna, ið er parað við matin, og kostar 450 krónur. Samlaða djússkráin kostar 270 krónur. Hóast ikki appelsinfríur ert tú tá mobilur og koyriførur í nýggja gastronomiska vakstrarlagum í Eysturoynni.
Havi lagt til merkis, at sum eingin annar, duga tey í Brimborg at skapa nyttu og innovativan áhuga í og úr nýggja fólksliga samskiftismøguleikanum, so sum Eysturoyartunnilin á tekniborðinum var ætlaður at verða og nú er blivin. Tað eru ikki bara løgmaður og landstýrisfólk, ið skulu fáa sjafførar og ministarabilar í dýrasta vektklassa við fríum parkeringsplássi í friðaðu Havnini sum samskiftisstuðul at skapa mobilitet. Minni kann eisini gera tað, enntá á privatum grundarlagi.
Gævi, at tað fer at eydnast Brimborg at halda góðu gongdini á kóki, so sum hetta tíðarskeið, síðan eg fyrru ferð var her hin sætta mars í ár sum fastapunkti, ber boð um. Gongdin er góð og undirtøkan samsvarandi.
Kanska eru onnur eins vitjunarverd støð uttan fyri høvuðsstaðarøkið, men eg veit í skrivandi stund ikki av teimum.
Spennandi at síggja, hvat ítøkiligt flytføri, hvønn eksaktan mobilitet, nýggi undirsjóvartunnilin kann hugsast at hava elvt til uttan fyri høvuðsstaðin, umframt tann, sum her er nevndur og brúktur sum vitjunarvert dømi. Samskifti, eisini tað av infrastrukturella slagnum, gevur meining. Serliga tá ferðslan ikki bara verður einvegis, men eisini gongur hinvegin - út úr Havnini.