Skip to main content

Karismatisk dynamo í Gøtu

Michael Bjørkær er drívmegin í køkinum og millum borðini í Brimborg við Gøtugjógv. Tað er leygarkvøld og fult av fólk er í matstovuni.

Lokaliseringsteori er ikki sum at siga tað, og tó. Her í Gøtu koyra fýratúsund bilar fram við um dagin og tíggjutúsund fólk kunnu náast við eini nýggjari tænastu. Upplandið er stórt og gávumilt og rávørurnar tróta ikki. Vit eru millum tvey saltfiskavirki, her eru pelagisk virki, sildavirki og bøndur, fyri ikki um at tala høvdavirkið hjá Eiriki á Húsamørk, sum hevur blást nýtt lív í handilin hjá abbanum Haldor, her posthús, banki og tríggjar skúlastovur hava verið beint við gjónna við Gøtugjógv.

Tað er myrkt, so sýnið út á Gøtuvík má bíða til eina aðru ferð. Eirikur hevur ætlanir um at hava matstovu í øllum húsunum, við balkong og fríum sýni yvir víkina.

Tað byrjaði við take away og rotisserie ovni at steikja høsnarungar í, sigur Eirikur og fortelur um spennandi og oftani serstakliga avbjóðandi royndirnar hann hevur sum íverksetari, eisini í Afrika við vápnaðum vaktum.  Men tað var sum einki, samanborið við tá hann hevði verið í Hetlandi og flett, og kom aftur við fullum bili av krovum til eginnýtslu. Tað var ein avbjóðing hjá tollarunum. Vit eru í Gøtu, her fakfelagsrørslan byrjaði, og eingin fer av vegnum fyri eini ætlan, sum í løtuni tykist skilagóð. Eg má sanna, at uttan íverksætarar var lívið fátækt. Ikki bara í Gøtu, men í øllum landinum.

Danski kokkurin, Michael, sum eisini er slaktari, er komin úr Noregi, haðani hann hevur ein kokkamedhjálpara við. Anja stendur fyri matstovuni og borðreiðir, her vit sita millum Gøtufólk í rúminum, har banki var fyrr. Á veggunum eru søguligar myndir frá Gøtugjógv, serliga av skúlanum. Hvítur dúkur er á borðinum og eitt glas av prosecco er tað fyrsta, Anja skeinkir. Hetta er einasti veitingarstaður í Gøtu við fullum skeinkiloyvi.

Michael, sum dyrkar minimalismu, sigur at grønmeti er stórsta avbjóðingin í Gøtu. Fyrsti rættur er bleytkókað, pochera, egg. 

Eitt gott glas av svalligum Riesling hvítvíni úr Colmar kemur á borðið afturvið einum stórum tallerki við laksi, tilgjørdur eftir sushi stílinum við smakksterkum dippum til vinstru. - Eg geri jú ikki grýturættir, sigur stuttligi kokkurin.

Eirikur grínur og tosar um gamla stílin at eta svartfugl við egnum knívi. - Gera vit ikki tað til eina siðvenju, so doyr tað út, sigur hann og nevnir matstovuætlanir við stórhvalabúffi og lomviga. Tað skulu fólk fáa her. Ja, kanska fer at bera til at koyra lomviga í rotesserie ovnin, sum Eirikur keypti frá Konrad í Havn.

Afturvið feskum jomfrúhummara fáa vit eitt glas av Chablis. Tað heilt serliga er sóljugula dyppið við habanero kili, sum liggur leingi á.

So er reytt vín frá Provance í gløsunum, sum ein smakksterk upptakt til ein bolla við muskosoksa í góðum soði, kryddað við lime, sesamfræi og eini súrligari blómu omaná. Her avdúkar kokkurin, at hann eisini er slaktari og veit nógv um muskosoksa, geitir og seyð. - Men her er so langt millum trøini, sigur Michael, og lovar at nú fáa vit eina funky uppliving at skola góman við. Granntræ, rósmarin, myntu og ginn frá Einar, fryst niður í eina sjokulátulíknandi medaljón.

Reyða vínið er nú ein Zenato valpolicella, sum gevur okkum høvið at tosa um Vivino, ið eisini hevur familiérar røtur her í Gøtu. Høvuðsrætturin hjá Michael er ein sevjumikil sneið av rygglundum, sum hann á eyðkenda minimalistiska mátan hevur lagt á borðiskin.


Nú er tað Amarone, sum Anja skonkir í gløsini afturvið spanskum osti og keks frá Bornholm.


At enda fá vit søtt Sauterne í gløsini afturvið brownies eftir egnari uppskrift úr Onglandi. 


Omaná fáa vit eitt glas við Eirikskaffi, sum er lokali varianturin av Irish Coffe.

Niður av loftinum, har nógv fólk hava sitið, koma fólk úr Gana og Nigeria. Tey hava nógv at tosa við Eirik um. Prátið gongur lívligt og vit fáa eina Black Sheep í lumman. - Tað er jú langt til Havnar, sigur Eirikur, sum sjónliga er fegin um kokkin Michael og hansara avrik her í Gøtu.